mánadagur 12. juni 2006síða 22
‹ fyrra síða allar 41 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
[ Nr. 110 - 12. juni 2006 ]
Talvið hesa vikuna
Anand,V (2803) - Topalov,V (2804)
XIX Ciudad Leon (kviktalv) 11.06.2006
1.e4 e5 2.Rif3 Ric6 3.Bb5 Rif6 4.0–0 Rixe4 5.d4 Rid6 (Topalov telvar til tíðir Berlin-
frábrigdið í sponskum. Men tapið fyri stuttum ímóti Svidler og nú ímóti Anand eiga
kanska at fáa Topalov at velja aðrar byrjanir?! Men ein heimsmeistari veit helst betur
enn ein træflytari úr Føroyum…) 6.Bxc6 dxc6 7.dxe5 Rif5 8.Fxd8+ Kxd8 (Svartur
satsar uppá bispaparið og betri endatalv, men hevur m.a. mist borgina aftur fyri) 9.Ric3
Ke8 10.h3 Rie7 11.Re1 Rig6 12.Bd2 Be7 13.Rad1 Rif8 14.Rid4 Bc5 15.Rib3 Bb6
16.Be3 h5 17.Rd2 Rie6 18.Rie4 Bxe3 19.Rxe3 b6 20.Rid4 Rixd4 21.Rxd4 c5 22.Rd2
Bf5 23.Rig5 Ke7 24.Rf3! (Anand fer út í rókaendatalv, har hann hevur hampiliga
greiðan fyrimun) 24...Be6 25.Rixe6 Kxe6 26.Rfd3
Støðumynd
eftir 26.Rfd3
26…Kxe5 (Kongur mitt á borðinum - bakkar ikki ein tumma) 27.Re3+ Kf6 (Djarvi
kongurin heldur tó kortini at bakka man vera best í hesum føri) 28.Rd7 Rhf8 (Rhd8
hevði verið væl betur. Tó skal havast í huga, at talan er um kviktalv, har tíðin spælur
størri leiklut enn vanligt) 29.Rxc7 g5 30.Kf1 h4 31.a4 Kg6 32.Ree7 Rad8 33.Ke2
a5 34.Rc6+ f6 35.Rxb6 Rd4 36.b3 c4 (Topalov sprellar óført, men Anand letur ikki
slíkan fyrimun fara) 37.Ree6 cxb3 38.cxb3 Kf5 39.Re3 Rc8 40.Rf3+ Ke4 41.Re6+
Kd5 42.Rfxf6 Rc2+ 43.Kf1 Rd1+ 44.Re1 Rdd2 45.Kg1 Rb2 46.Rf5+ Kd4 47.Rxg5
Rxf2 48.Rg4+ Kd3 49.Re5 Rfc2 50.Rxa5 1–0
Skive flutti upp
Skive tryggjaði sær um vikuskiftið uppflyting til donsku 2.
deild. Skive spældi ímóti Randers í Danmarksseriuni og vann
3-2. Fyrsta málið í dystinum gjørdi Christian Lundberg, sum
nú fer til Klaksvíkar at spæla við KÍ restina av kappingárinum.
Dysturin endaði við 3-2 sigri til Skive, og tað var nóg mikið til
at tryggja teimum uppflytingina. John Petersen spældi eisini
við hjá Skive. Hann byrjaði inn og spældi til ein hálvur tími var
eftir at spæla.
Í vikuskiftinum
varð siðvanda
kviktalvskappingin
Ciudad de León telvað
í Spania
Talv
Carl Eli Nolsøe Samuelsen
Seinastu árini hava telv
ararnir havt møguleika at
nýta talvforrit sum stuðul,
men í ár eru fyrireikararnir
farnir aftur til góða gamla
kviktalvsstílin.
Telvararnir vórðu hesir:
1. Veselin Topalov (2804)
úr Bulgaria 2. Viswanathan
Anand (2803) úr India 3.
Francisco Vallejo Pons
(2666) úr Spania og 4. Laza
ro Bruzon (2652) úr Kuba.
Mannagongdin varð sum
vant tvær hálvfinalur og
síðani finala.
Anand í trupulleikum
Í fyrru hálvfinaluni fríggja
dagin mundi tað eydnast
Bruzon at basa Anand. Øll
fýra kviktalvini (25 min.
hvør) endaðu við javnleiki.
Í umtalvunum vann Bruzon
fyrsta snartalvið og átti
ikki at tapt tað seinna. Men
Anand vísti sín mátt og
vann at enda dystin við
marathondystin 4,5 – 3,5.
Anand
hevði
annars
ring úrslit at vísa á frá júst
telvdu talvolympiadu. Á
komandi ratinglista, sum
verður kunngjørdur 1. juli,
dettur Anand niður um
2800-markið.
Heimsmeistarin Veselin
Topalov vann seg í finaluna
eftir 2,5-1,5 sigur á Vallejo.
Eftir fyrstu trý kviktalvini,
var dysturin avgjørdur. Topa
lov var nevniliga á odda 2,5-
0,5. Vallejo fekk tó pyntað á
úrslitið við einum óvanliga
knúsandi sigri í fjórða og
einki-sigandi talvinum.
Øgiligur kviktelvari
Høvdingarnir í heimselituni
í finaluni. Soleiðis skal
tað vera. At gagnnýta sína
favorittrollu sigur nógv um
mentalu styrkina hjá einum,
serliga í talvítróttinum.
Topalov er í løtuni sterk
asti telvari í heiminum.
Men í kviktalvi verður
Anand mettur at vera
tann stinnasti. So at siga
í
hvørjari
kvikkapping
Anand telvar við í, vinnur
hann hana.
Í fyrsta talvinum royndi
Topalov at knekka Anand,
men
hóast
meirfinnu,
eydnaðist tað indaranum
at halda tørn. Javnleikur.
Anand vann hegnisliga
næsta talvið, tá hann leikti
rókaendatalvið betur enn
Topalov. Heimsmeistarin
megnaði ikki at fáa meir
enn javnt í triðja- og í fjórða
talvinum, og tískil endaði
dysturin við 2,5-1,5 sigri
til Anand.
Høvdingar hittust