Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-12, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. juni 2006síða 21

‹ fyrra síða allar 41 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 [ Nr. 110 - 12. juni 2006 ] Klose missir milliónir av landsliðnum Álopsspælarin Miroslav Klose missir eina stóra peningaupphædd av at spæla við týska landsliðnum í fótbólti. Orsøkin er, at Klose ikki sleppir at spæla í Nike-gaggum, sum ætlanin var. Nike ætlaði at brúka Klose í eini lýsingaherferð undir HM, og hana skuldi hann fáa einar 15 milliónir krónur fyri. Men týska fótbóltssambandið hevur sum tað einasta gjørt eina serliga avtalu um gaggur, sum hava við sær, at allir teir týsku landsliðsspælararnir skulu spæla í Adidas-gaggum undir HM. Tór-Ingar Akselsen varð dagsins maður, tá hann skoraði sigursmálið móti Skála. Enntá beint eftir at HB’ari varð rikin av vølli Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Havnarmenn høvdu hag­ tølini ímóti sær, tá teir fóru á vøllin sunnudagin. Seinastu tvey árini hevur Skála verið við yvirlutan á heimavøllinum, og við uppgangandi formkurvuni hjá Skála í huga, tóktist uppgávan so avgjørt ikki vera av lættara slagnum. At HB so eisini mátti vera Jákup á Borg fyriuttan, nú hann skal hvíla í nakrar vikur, gjørdi ikki støðuna betri í so máta, mundi breið semja vera um. Breiður HB-hópur Tað var tó ikki bara á pláss­ inum hjá Jákupi, at Krzystof Popvzynski hevði gjørt broytingar á HB-liðnum. Mið­vøllurin var at kalla spild­urnýggjur við Jovan, Svenn F. Jacobsen og Ólavi í Ólavsstovu, og eisini álopið var hamskift. Umframt Tór- Ingar Akselsen, sum loysti Jákup av, var Johan Ejvind R. Mouritsen miðframherji, með­an Hendrik Rubeksen var at finna á vinstra veingi. Skilgaóð rokering við fólkinum ella reint sjálv­ morð. Meiningar frá áskoð­ arunum vóru ymiskar um ætlanirnar hjá HB-venj­ aranum við hesum, og fyrstu trý korterini var tal­an kanska mest um tað seinna. Tí hóast Skála ikki skor­aði, so sótu teir á tí allar mesta fyri steðgin. Á miðvøllinum arbeiddu Bárður Danielsen og Pauli G. Hansen hart og væl, og kropsliga tóktust teir væl og virðiliga at yvirmatcha unga HB-miðvøllin. Hesa yvirvág nýttu teir í longum løtum til at halda eitt stórt trýst oman móti HB-hálv­ uni, men hóast nógv inn­legg og fleiri vandastøður, so gjørdist talan ongan tíð um avgerandi málmøguleikan, sum tørvur var á. HB royndi seg einstakar ferðirnar við mótálopum, og Hóast Johan Ejvind ta einu ferðina skrúvaði bólt­in á tvørtræið, so var sjáldan, at talan gjørdist um veruligar vandastøður. Kalda pøsin Tað var kanska væntandi, at HB-venjari fór at gera okkurt skiftið í steðginum, men fyri fyrst varð álit sýnt monnunum. Steðgurin tóktist tó ikki broyta myndina tað heilt stóra, tí enn sum áður tókt­ist HB vera meira í verj­ustøðu, og bara átta minutt­ir eftir steðgin tókt­ ist ganga galið. Vagnur Mohr Mortensen var ikki nóg avgjørdur, tá hann lat langan bólt hoppa, áðrenn hann ætlaði sær at rudda. Jónhard Frederiksberg var tó skjótur avstað, og so sá Vagnur sær ikki aðra loysn enn at toga kvika framherjan niður. Fríspark á brotsteigarmarkinum og reytt kort til Vagn. Flestu mundu rokna við, at Skála-yvirvágin nú skuldi gerast til dominans, og tí mundi næsta hendingin í dystinum koma sum køld pøs á heimaliðið. Frísparkið varð misnýtt, og tá HB so fór í kontra, smekkaði Tór-Ingar Akselsen flatt móti høgra horni. Úr 18 metrum og uttan serliga kraft á skotinum, átti Vlada Filipovic helst at vart fyri skotinum, men hann var ov seinur niður, og so var frøi á HB-monnunum. Tór-Ingar í essinum Og satt at siga, so kom Skála seg ongan tíð yvir skelkin, sum málið hevði við sær. Roynt var at flyta nógv fólk fram, men vanda­mikið gjørdist tað ongantíð. Heldur var HB fleiri ferðir nær við at økja, og ikki minst var Tór-Ingar Akselsen í slíkum lag, sum HB-viðhaldsfólkini ikki hava sæð tey seinastu tvey árini. Ferð eftir ferð skræddi hann Skála-verjuna upp við eksplosivum rykkum, og vóru skotroyndirnar bara eitt vet neyvari, blivu fleiri mál á muni. Í so máta mundi málið gera undurverk fyri sjálvsálitið hjá vágamanninum, og í verandi støðu kann júst hetta gerast gull vert fyri HB. Tí alt annað líka, so vil ein Tór-Ingar í »gamla« lagnum gera saknin av Ják­ up á Borg munandi minni. Hesa ferð var avrikið í øllum førum nóg gott til at vissa HB trý stig og til at lyfta liðið upp á oddasessin. Og tað má væl sigast at vera meira enn góðkent. Hjá Skála kom ósigur­ in sum vera man illa við. Serstakliga, tí hetta brems­ aði liðnum í roynd­unum at nærkasta feltinum í ovaru hálvu av talvuni. Saman við hinum úrslitunum sunnu­ dagin er støðan helst meira hon, at liðið skal ansa sær fyri teimum, sum eru á teim­um trimum niðastu sess­unum. HB Skála Skála-HB 0-1 (0-0): Tór-Ingar í gamla lagnum Súni farin í feriu Nú hava spælararnir á superligaliðnum hjá AaB fingið feriu. Teir hava seinastu vikurnar spælt í Viasat Cup, men tann kappingin er nú av, og fram til 29. juni hava Súni Olsen og hinir frí frá venjing. Teir hava tó fingið boð um at renna og styrkivenja hesa tíðina. AaB æltar sær at spæla tríggjar venjingardystir í juli mánaði sum fyrireiking til nýggja kappingarárið í superliguni. Ein av dystunum hjá AaB verður ímóti Fremad Amager, har Andrew av Fløtum er ein av spælarunum. Gott fyri sjálvsálitið Fleiri av viðhalds­fólk­ unum hjá HB vildu vera við, at avrikið hjá Tór- Ingar Akselsen var tað besta í eini tvey ár hjá kvika kantspælaranum. Heilt so langt vildi spælarin sjálvur ikki fara, men hann viðgekk, at hetta mundi vera hans­ara besti dystur í ár. – Tað riggaði bara væl hjá mær í dag. Serliag tá teir eftir málið royna at flyta fólkið fram, fái eg pláss at renna á, og tað hóvar mær væl, men sum heild hevði eg eina góða kenslu. Og málið gevur væl eisini sjálvsálit, tá mann hevur verið so nógv á beinkinum sein­ astu tíðina? – Tað kanst tú ætla. Eg skuldi kanska havt skorað einar tvær aðrar ferðir afturat, men ein slíkur dystur gevur heilt víst eitt stórt skump rætta vegin, helt Tór-Ingar. Og tað er lítið at ivast í, at viðhaldsfólkini vóna, at hetta bara var byrj­anin í so máta. Í øllum førum kvittaðu hesi við at velja Tór- Ingar til dagsins HB’ara, veit heimasíða fe­lag­sins at siga. -mørk Hóast Skála fyri ein part hevði stórt trýst móti HB-málinum, so megnaðu teir í alt ov lítlan mun at skapa opnar málmøguleikar. Og tað gjørdist dýrt móti havnarliðnum, sum nú eisini er oddalið Mynd: Álvur