mánadagur 12. juni 2006síða 20
‹ fyrra síða allar 41 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
[ Nr. 110 - 12. juni 2006 ]
Toftamenn løgdu
seg djúpt, so KÍ ikki
fekk yvirspælt teir
við longum bóltum,
og so vóru gestirnir
bæði kvikir og neyvir
í kontraálopunum
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tað lá líkasum ikki í kort
unum, at B68 skuldi fáa
nakað við sær úr Klaksvík
sunnudagin. Við seks tap
um á rað í skjáttuni, var
útgangsstøðið hjá gestunum
alt annað enn gott. Og við
7-1 sigrinum hjá KÍ í Vági
fyri viku síðani tóktust
vertirnir vera komnir seg
væl og virðiliga yvir norð
oyastevnutapið.
Einføld uppskrift
Hagtøl verða tó ongantíð
meira enn hagtøl, og tofta
menn vildu fyrst sleppa at
royna seg, áðrenn teir góvu
skarvin yvir.
Uppskriftin var greið.
B68 vildi ikki lata seg
yvirspæla av mongu longu
bóltunum, sum KÍ sendi
niðan móti Ova Nysted og
Paul Clapson, og tí løgdu
teir seg hampuliga djúpt,
so lítið og einki rúm var at
renna í hjá KÍ’arunum.
Grundleggjandi fortreyt
in, tá spælt verður við long
um bóltum, er, at trýst fæst
á verjuna. Og allar helst
soleiðis, at verjuspælarar
verða noyddir at renna
heimeftir í verjustøðu.
Hesum fingu toftamenn
tó forða, og tá teir vóru
raskir at vinna næstu-bóltar
nar, megnaðu teir eisini í
nógv størri mun at mynda
spælið.
Vandamikil áleypari
Fleiri ferðir gjørdist talan
eisini um vandastøður, og
í nýggja gambiska áleyp
aranum, Kamal, tykist B68
hava funnið ein spælara,
sum kann gerast heilt nógv
verdur í stríðnum at vinna
seg úr botninum.
Tvær ferðir fyri steðgin
var hann maðurin, sum
sendi bóltin í KÍ-meskarnar,
og so gjørdist talan av álvara
um mótbrekku hjá KÍ.
Álopsbogin varð spentur
og trýstið á b68 øktist. Ein
vón tóktist eisini at tendrast,
tá Høgni Madsen minkaði
um munin, men longu í
næsta álopinum gekk galið,
tá Súni Fríði Barbá staðfesti
sigurin.
Og sigurin var altso als
ikki so óuppiborin. Við
at spæla skilabetri og við
at leggja meira í avrikið
hjá hvørjum einstøkum
spælara, prógvaðu teir, at
hugburðurin altíð skal vera
við. Eisini tá toppur og botn
ur hittast.
Tann setningin høvdu
klaksvíkingar gloymt eftir
velduga sigurin seinasta
vikuskifti, men kanska ein
rennitúrur niðan á Klakk
kann fáa minnið hjá spæl
arunum í rættlag aftur…
Vejle aftur í superliguni
Um vikuskiftið gjørdist tað endaliga greitt, at Velje
flytir upp í superliguna aftur. Vejle hevur ligið í
toppinum í donsku 1. deild alt árið, og eftir at teir
fyri nøkrum vikum vunnu avgerandi dystin ímóti
Lyngby um næstfremsta plássið, hava teir havt góðan
mun til hini liðini. Og um vikuskiftið vann Vejle heili
4-0 á Brønshøj, og tað var nóg mikið til at staðfesta
uppflytingina. Hóast eitt umfar er eftir at spæla, kann
eingin fáa Vejle aftur, og teir flyta upp saman við antin
Randers FC, Lyngby ella Køge
Hóast B68 undan
sunnudegnum hevði
tapt seks ferðir
á rað, so hevur
Jóannes Jakobsen
ikki kent seg hóttan í
venjarasessinum
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
– Eg havi alla tíðina
roynt at gjørt mítt besta,
og eina uppsøgn havi
eg ikki hugsað so nógv
um. Hinvegin, so kenni
eg sjálvandi treytirnar, tí
sum venjari ert tú einum
knallhørðum yrki. Metir
leiðslan í felagnum, at
onkur annar kann gera eitt
betri arbeiði, so verður
venjarin skiftur.
Jóannes Jakobsen tykist
púrasta avkláraður um
leiklutin sum venjari hjá
einum liði, sum í hevur
sum setning at berjast
móti niðurflytingini.
Positivir tankar
Eitt langt skifti hevur B68
eisini líkst einum góðum
boði upp á annan av
niðurflytarunum, men við
sigrinum á KÍ fekst eitt
lítið andahol í so máta.
Sigurin kom sjálvandi
væl við. Men fyrst og
fremst, so tykist venjarin
leggja dentin á, at talan
fyri tað nógva hevur verið
um eina positiva gongd,
hóast úrslitini ikki hava
verið eftir vild.
– Sjálvandi vildi tað
verið lætt bara at follið
í fátt, tí eg haldi ikki, at
marginalarnir hava verið
við okkum. Tað byrjaði
sum so í dystinum í Vági,
og síðani tá hava vit fleiri
ferðir tapt við einum ein
stakum máli. Vit hava tó
alla tíðina roynt at hildið
fast um teir positivu lutir,
sum hava verið í spæl
inum, og hava so arbeitt
út frá hesum. Og vit hava
alla tíðina roynt at spælt
fótbólt, heldur enn at
sparka, og tað gav eisini
úrslit í dag, har vit høvdu
fleiri møguleikar.
– Samstundis, so hava
vit eisini verið realistiskir.
Frá fyrsta degi hevur málið
verið, at vit fyrst og fremst
skulu hanga í deildini.
Hópurin hevur verið ser
stakliga tunnur, og eitt nú
kom næsta útskiftingin at
kalla beinleiðis av skips
dekki, sigur venjarin.
Við hesum sipar hann til,
at B68 tá skifti Hansmar
Poulsen inn, hóast hann
bert hevði verið heima í
fáar dagar.
Í so máta var nakað
betri hesaferð. Ralph Van
Dooren var aftur tøkkur
eftir
leikbann.
Øssur
Hansen hevði fríviku frá
arbeiðinum í Noreg, og
eisini Arnbjørn Danielsen
var tøkur eftir skaða.
Breiddin altavgerandi
Júst breiddin í hópinum tyk
ist vera nakað, sum Jóannes
leggur stóran dent á, tá
tosað verður um vónirnar
fyri seinastu 15 dystunum.
– Tað sigur seg sjálvt,
at við einum hópi sum tí,
ið vit høvdu ímóti GÍ, er
sera avmarkað, hvat vit fáa
gjørt. Við Øssuri, Ralph og
Arnbjørn aftur á liðnum,
fái eg sum venjari beinan
vegin nakrar møguleikar,
og so tykist Kamal eisini
vera um at koma fyri seg.
Hann stóð hesa ferð fyri
tveimum av málunum,
og tað gevur seg sjálvt,
at ein slíkur spælari eisini
økir um møguleikarnar.
Ikki minst tí vit av neyð
hava verið noyddir at nýtt
Súna Fríða aðrastaðni enn
í álopinum.
Beinini á jørðini
Hóast kærkomin, so fær
sigurin í Klaksvík ikki
Jóannes at leypa upp frá
í ovfarakæti. Setningurin
er framvegis tann sami, og
klassiska frasan um seinasta
dystin tykist vera nakað,
sum liggur hon nær.
– Vit hava framvegis
bæði beini væl og virðiliga
á jørðini. Sjálvandi eru
nakrir positivir lutir, sum
vit kunnu taka við okkum
úr einum slíkum dysti,
men fyrst og fremst, so
ræður um at halda fast.
Hava hugsað
positivt
B68
KÍ
KÍ-B68 1-3 (0-2):
Einfaldur sigur
Mustapha Kamal Ndaw tykist verða framúr góður fongur hjá B68. Við skjótleika og neyvleika var hann høvuðsmaðurin í
óvæntaða – men uppiborna – sigrinum hjá B68 í Klaksvík
Mynd: Álvur
Jónas og teir taptu
Frem spældi sunnudagin seinasta heimadystin í hesum
kappingarínum. Dysturin var ímóti Braband, sum vann
2-1. Tað vóru tó teir á heimaliðnum, sum komu best frá
byrjan. Longu tað góðir 10 minuttir vóru spældi, legði
Wassin El Banna Frem fram um 1-0. Men fyri hálvleik
hevði Braband vent dystinum við tveimum málum. Jónas
Tór Næs spældi allan dystin høgri bakkur, og hesaferð
var eisini pláss fyri Atla Gregersen á vøllinum seinastu
minuttirnar.