Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-12, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. juni 2006síða 19

‹ fyrra síða allar 41 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 [ Nr. 110 - 12. juni 2006 ] Tá ið FM fór í kapping við HM, vóru úrslitini eins óvæntað og fleiri í Týsklandi, og veðrið var fram ímóti at vera eins gott her norðuri, sum tað er í HM endaspælinum FORMULADEILDIN 12. UMFAR Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo Tað man vera langt síðani, at úrslitini í bestu deildini hava verið so óvæntað, sum tey vístu seg at vera sunnudagin, tá ið 12. umfar í ársins landskapping varð avgreitt. Serliga vóru tað botn­ liðini, ið gjørdu ein ordu­ ligan vørr. B68 fekk fult í Klaksvík og hevur lyft seg upp um niðurflytingar plássini. ÍF fekk fyri fyrstu ferð síðani í 26 ár stig við sær úr Gøtu, og VB/Sumba megnaði at fáa eitt stig við sær úr Gundadali. Hervið kunnu vit staðfesta virðið í gomlu vendingini, at alt kann koma fyri, tí bólturin er rundur! 2. hvítu­sunnudag legði VB/ Sumba á heimavølli rygg til eyðmýkjandi 7-1 tap ímóti KÍ. Fyri tveimum vikum síðani vann B36 á Norðoyastevnu ímóti KÍ, og nú megnaði VB/Sumba javnleik í Gundadali ímóti B36. Tað er ikki altíð so nógvur logikkur í fótbólti og fótbóltsúrslitunum! Hetta kunnu teir eisini skriva undir upp á niðri í Týsklandi. Ikki minst Svø­ ríki og Pólland, sum komu illa frá fyrstu royndini hóast mótstøðan ikki var nakað at reypa av. Eftir níggju umfør uttan tap, er HB nýtt oddalið. Teir vunnu í torføru avbjóð­ ingini á Skála, meðan EB/ Streymur enn eina ferð heilkiksaði í Runavík. Av­rikið hjá EB/Streymi vísti, at teir hava eitt kom­ pleks í Runavík. Tað kend­ ist sum um, at teir ikki rættu­liga roknaðu við, at tað skuldi bera til. Fulla úrtøkan ber við sær, at NSÍ aftur av álvara bland­ ar seg upp í toppstríðið. Tað eru bara trý stig frá teimum og fram til HB og EB/ Streym. Meiri spennandi fær tað illa verið. Serliga tá ið støðutalvan vísir, at GÍ liggur frammanfyri NSÍ og aftanfyri oddaliðini. Gøtumenn hava leingi verið boysnir at vinna á. Trupulleikin hjá teimum er kortini, at teir fáa ov lítla úrtøku. Átta tær seinastu ferðirnar hava teir ikki tapt. Men teir hava bara vunnið tríggjar ferðir, og tað kostaði oddasessin, at ÍF fyri fyrstu ferð síðani í 1980 fekk stig við sær til hús eftir vitjan í Sarpugerði. Venjararnir eru friðaðir Sjáldsamt er tað, at allir venjararnir, sum høvdu ábyrgd, tá ið tað varð farið undir kappingina, framvegis sita við róðrið, nú kappingin er tólv umfør og tveir og ein hálvan mánað gomul. Kreditturin hjá venj­arun­ um á Toftum, í Fuglafirði og í Vági mundi ikki minka sunnudagin. Tað er neyvan nakað at ivast í, at vónbrotið eftir 12. umfari er størst í Klaksvík og í B36. Samstundis er tað púra víst, at ússaligu avrikini ímóti ávikavíst B68 og VB/ Sumba fara ikki at bera venjarasekkir við sær. Í Klaksvík verður sjálv­ andi lagt væl til merkis, at KÍ síðani stórsigurin á Toftum 30. apríl í seks royndum bara hevur vunnið eina ferð – á útivølli ímóti VB/Sumba. Eftir tapið á heimavølli ímóti B36 vórðu spælararnir sektaðir við fjall­a­renning. Hvat fer at verða á skránni hesa ferð fæst at síggja. Spurningurin er, um tað ikki hevði verið hugskot at gjørt royndir við venjingum, har málið eigur at vera at halda bóltinum niðri á vøllinum. Tað kann ikki vera rætt, at tað í Klaksvík, sum hev­ ur so ríkar traditiónir í fót­ bólti, nú skulu vera so fáir, sum spæla fótbólt og so nógvir sum gyppa so langt og so høgt. Dygdin Vikurnar meðan HM er á skránni, plagar dygdin í heimligu kappingini at lækka. Í hvussu so er í eygunum á áskoðarunum, sum gerast uppaftur meiri kræsnir, tá ið teir skulu sammeta Mortan úr Hørg, Jákup á Borg, Jóhann á Stongum og Hjalgrím Elt­ tør og teirra avrik við Ljung­ berg, Ronaldino, Beckham og van Niestelroy. Ofta verður spurt, hvat útlendskt støði besta før­ oyska deildin er á. Tað er lítið at ivast í, at fremstu liðini høvdu staðið seg í bestu íslendsku deildini. Før­oyska spælið minnir ikki so lítið um íslendska spælið. B36 vísti bæði í fjør og í ár, at tað ber til at standa íslendingum kurl. Christian Lundberg helt fyri tveimum vikum síðani fyri, at hann hevði latið sær fortalt, at bestu føroysku feløgini høvdu megnað at hildið tørn um pláss í næstbestu donsku deildini. Hvussu tað hevði verið við tí ber tað bara til at gera metingar um. Hetta fer ongantíð at verða roynt í verki. Í donsku superliguni hava fleiri feløg heilt aðra leikliga dagsskrá, enn føroysku feløgini hava tað. Stílurin í næstbestu deildini er ivaleyst minni ólíkur føroyska fótbóltinum, enn superligan er tað. Leikliga dygdin hevur higartil verið óstøðug. Tað hevur sjálvandi nakað við veðrið og venjingarstøðuna at gera. Hóast dómurin er harðari undir HM, so er tað ikki burturvið at rokna við og í hvussu so er at vóna, at dygdin fer at hækka, nú spælararnir rættuliga eiga at verða kom­nir í dystarvenjing, og nú tað endiliga gjørdist summ­ar. Hugaligt er tað at staðfesta, at bólturin fram­ vegis er rundur, og at tað harvið loysir seg at sleppa sjónvarpinum og saman við øðrum í góðveðrinum at fylgja føroysku spælar­un­ um. Formuladystur verður fluttur Kappingarnevndin hjá Fótbóltssambandinum hev­ur við­ gjørt umsókn frá EB/Streymur og ÍF um at framskunda dystin í Formuladeildini, sum er ásettur til 16. juli til at verða leiktur 13. juli 2006. Avgjørt er at ganga ynskinum í flytingarskjalinum á møti. Hetta verður tó við tí fyrivarni, at nevndin skilar sær rætt til at broyta leikdagin, um  so er, at UEFA-cup heimadystirnir hjá Skála og/ella GÍ fella sama dag. Í so fall, verður dysturin helst ásettur til mikudag, 12. juli 2006. Lutakastið um UEFA-Cup dystirnar er 23. juni 2006, og kemur nevndin at taka endaliga støðu eftir hetta. -ek Kappróður í týsdagsblaðnum Leygardagin var næsta FM-stevnan í ár rógvin. Sundalagsstevnan varð tá hildin í Kollafirði, og sum vera man, so vara talan um fleiri spennandi róðrar. Í mun til norðoyastevnuna varð talan eisini um fleiri nýggjar vinnarar, og alt hetta kann lesast um í blaðnum í morgin. -mørk Bólturin er framvegis trillrundur Einki er at ivast í, at HB var felagið, sum fekk bestu nyttuna burtur úr mongu óvæntaðu úrslitunum sunnudagin. Havnarfelagið leyp bukk um tvey lið, og er nú oddafiskur í landskappingini Mynd: Álvur