mánadagur 12. juni 2006síða 18
‹ fyrra síða allar 41 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Veteranurin ætlar sær
í vetur at royna seg
sum venjara burturav.
Við sær til StÍF hevur
hann eisini Finn
Hansson
Hondbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Hóast hann fleiri ferðir
áður hevur luftað tankanum
um at gevast við aktivu
hondbóltstilveruni,
so
tykist tað hesa ferð vera
álvari í orðunum hjá Jakob
Jónsson.
– Tað er so ikki ætlanin, at
eg skal spæla nakað sjálvur.
Leiðslan hjá StÍF hevur tó
givið mær fríar teymar til
at gera av, hvussu verður
við hesum partinum, men
eg haldi, at málið fyrst og
fremst má vera at menna
mongu ungu spælararnar
á liðnum. Og tað er ein
uppgáva, sum eg gleði meg
til, staðfestir Jakob.
Tekniskur hondbóltur
Síðani hann kom til Føroya
fyri á leið 8 átta árum síðani,
hevur Jakob støðugt verið
roknaðust millum fremstu
spælararnar í landinum.
Tekniskt hevur hann alla tíð
skarað framúr, og tað man
vera lítil ivi um, at hansara
hondbóltsfatan verður sett
ovarliga, nú hann skal venja
StÍF.
Í so máta kundi hann
valla valt sær eitt betri lið
at vant.
– Sjálvandi havi eg eisini
hugsað um tann partin.
StÍF hevur í fleiri ár havt
eitt lið, sum spælir kvikan
og tekniskan hondbólt, og
tað talar avgjørt til mína
hondbóltsfatan. Og í so
máta passar Finnur Hansson
eisini væl inn í myndina.
Finnur hevur hetta sein
asta árið spælt hondbólt
í Íslandi, men familjan
treivst ikki nóg væl, og tí
varð longu fyri nøkrum
mánaðum síðani gjørt av, at
hann skuldi aftur til Føroya.
Men tað er ikki fyrr enn
nú, at navn er sett á nýggja
felagið.
Bíðar við reypinum
Aðra staðni á síðuni sæst,
at formaðurin í StÍF hevur
góðar vónir til nýggja kapp
ingarárið, men enn fæst
nýggi venjarin ikki at siga
nakað um, hvar hann ætlar
sær at liggja.
– Eg plagi sjáldan at
reypa, fyrr enn eg standi
við heiðursmerkjunum, so
eg fari ikki at seta nakra
ávísa plasering sum mál.
Sjálvandi vilja bæði eg
og spælararnir altíð royna
okkara ítarsta, men hvussu
langt tað røkkur, mugu vit
so finna út av á vegnum,
heldur Jakob Jónsson.
Formaðurin heldur,
at felagið, sum eigur
undirtøku millum
nógvar eysturoyingar,
hevur fyritreytir fyri
góðari framtíð
Hondbóltur
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
Formaðurin í Stranda Ítrótt
arfelag, Andrass Danielsen,
er væl nøgdur og spentur,
nú teir hava tryggjað sær
góðan venjara og leikligan
styrk.
– Vit eiga gamalt hond
bóltsfelag, sum tað er stórur
áhugi fyri. Ikki bara her á
Strondum og á Skála, men
kring allan fjørðin og eisini
hinumegin Gøtueið og í
Sundalagnum. Áskoðarar
koma úr allari oynni at
síggja
heimadystirnar
hjá StÍF. Í fjør sleptu vit
endanum í landskappingini
og endaðu á fjórða plássi. Í
steypakappingini gekk so
mikið væl, at vit vunnu
finaluna, sigur Andrass
Danielsen.
Sigurin í steypafinaluni
gevur StÍF møguleika at
taka lut í Europa Cup,
men tí møguleikanum ætla
strandingar ikki at taka av:
– Tað er ein spurningur
um pengar, og so telur tað
eisini við, at summir av
spælarunum eru upptiknir
av fótbólti inntil eina ferð í
oktober mánað. Jacob Jóns
son hevur stevnt spælarunum
til fundar nú hóskvøldið.
Tá fara teir at tosa um,
hvussu
venjingarnar
skulu vera. Vit miðja eftir
at vera við í toppinum –
bæði í landskappingini og
steypakappingini.
Í fjør stóð StÍF seg væl í
kappingini millum dreingir
16 ár, og einstakir eitt
sindur eldri enn tað hava
eisini víst góð evni:
– Vit hava roknað við, at
fleiri teirra hava møguleika
at fara at gera seg galdandi.
Tí er tað, at vit hava sett
nýggja venjaran. Sáttmálin
fevnir um eitt ár. Um tað
riggar væl hjá honum, so
hava vit einki ímóti, at talan
verður um samstarv í fleiri
ár, sigur Andrass Danielsen
á Strondum.
Rumenin Bogdan Burcia
hevur verið venjari á Strond
um. Málverjin Marian, sum
eisini er úr Rumenia, hevur
vart málið hjá strandingum
síðani 2001. Hann er heima
í Rumenia og heldur frí.
Ætlanin er, at hann skal
koma aftur til Strendur at
verja málið hjá StÍF.
Tummulin
vendi niður
NSÍ fer ikki at
binda seg til
nigerianskan álops
spælara, sum hevur
royndarvant í Runa
vík
NSÍ
Jóannes Hansen
Ein nigerianskur álops
spælari hevur royndar
vant við NSÍ tríggjar
ferðir. Teir í NSÍ hava
mett, um teir skuldu gera
avtalu við 25 ára gamla
fremmanda
mannin,
sum eitur Victor Ezeji.
Tað verður av ongum,
tí í løtuni heldur NSÍ
seg ikki hava brúk fyri
álopsspælara av hesum
slagnum.
Victor Ezeji kom til
Runavíkar úr Viborg, har
hann hevur royndarvant.
Hann
hevur
eisini
royndarvant í Horsens,
har Kent Nielsen ikki
helt seg hava brúk fyri
honum. Venjari í Viborg
er Flemming Nielsen.
Hjálparvenjari hjá hon
um er Tommy Møller
Nielsen. Tað er Tommy,
sum í samstarvi við
Jákup í Stórustovu hevur
syrgt fyri, at nigerianski
álopsspælarin
kom
henda vegin.
Í 2003 var um reppið, at
Viborg skrivaði sáttmála
við henda Victor Ezeji,
men tað varð av ongum,
tí samráðingarnar við fe
lagið hjá honum í Nigeria
endaðu úrslitaleysar.
Jakob skal venja strandingar
StÍF ætlar sær upp í toppin
Eftir at hann í átta ár hevur gandað
á føroysku hondbóltsvøllunum, ætlar
Jakob Jónsson sær at arbeiða sum
venjari burturav
Nr. 110 • mánadagur • 12. juni 2006 • 80. árgangur • www.sosialurin.fo