Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-12, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. juni 2006síða 17

‹ fyrra síða allar 41 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 110 - 12. juni 2006 UTTAN ÚR HEIMI Stutt sagt 30 ára langt vápnað stríð ímill­um myndugleikar og yms­ar bólkar í Kolombia hev­ ur havt við sær, at nógv fólk eru flýdd frá húsi og heimi, men ikki av land­inum. Tað sermerkta við Kolom­ bia er, at flóttafólkini eru ikki flýdd undan beinleiðis bardøgum, men heldur hóttanum og ræðslu. Tað eru serliga fólk í teimum gróðrarríku økjunum, sum verða hótt, tí teir vápnaðu bólkarnir skulu brúka hesi økini til at dyrka koka­ plantur, sum teir brúka til rúsevnið kokain, sum fíggj­ ar virksemi teirra. Tað er ikki heilt greitt, hvussu nógv fólk í Kolombia eru flótta­fólk í egnum landi. Myndug­leik­arnir siga, at talið er um 1,7 millión, ST held­ur tað vera 2,5 milli­ónir, og kolombiskir manna­rætt­ indafelagsskapir siga tað vera 3,5 milliónir. Eitt nú vil kolombiska stjórnin vera við, at 160.000 fólk vórðu noydd frá húsi og heimi í fjør, men mannarættinda­ felagsskapirnir siga, at talið var um 300.000. Alvaro Uribe, sum varð afturvaldur til forseta í Kolo­mbia á valinum tann 28. mai, hevur lovað, at flóttafólkini sleppa at flyta heimaftur, men útlitini eru ikki góð, skrivar AP. Flóttafólk í egnum landi Saudiarabiski vongurin av yvirgangsfelagsskapinum al-Qaeda rósar yvir­­gangs­ mann­inum Abu Musab al-Zarqawi, sum doyði í einum amerikonskum álopi í Irak í síðstu viku. – Hann steðgaði teirri haturskendu álopsferðini hjá krossfararunum. Hann beindi fyri øll­um ætl­ anunum, sum amerik­an­ar­ ar­nir høvdu lagt og rendi teir í eina búskaparliga og hernaðarliga kreppu, stendur í einari kunngerð frá al-Qaeda í Saudiarabia. Kunngerðin stóð á einari saudiarabiskari heimasíðu í gjár, men tað er ikki greitt, um hon veruliga var frá al- Qaeda. Hernaðarstýrið í Burma er fyri hvøssum atfinningum, eftir at tað er komið fram, at herurin hevur rikið meiri enn 4.000 fólk frá húsi og heimi seinastu vikurnar. Hjálparfelagsskapurin Burma Free Rangers kunn­gjørdi herfyri, at hern­ aðarstýrið hevur rikið 18.000 fólk frá húsi og heimi síðani í februar. Tey hoyra til ein minniluta, sum heldur til har norðuri í landinum. Sambært hjálp­ar­felagsskapinum eru nógv fólk tvingað til at flyta, og tey, sum seta seg upp ímóti boðunum, verða pínd og skotin. Tað ljóðar eisini, at herurin hevur lagt landminur nógvastaðni fyri at gera fólk ótrygg, so tey kenna seg noydd at flýggja. ST hevur biðið altjóða samfelagið hjálpa teimum neyðstøddu, og í síðstu viku bað amerikanska stjórnin burmesiska hernaðarstýrið lata andstøðuleiðaran Aung San Suu Kyi leysa. Hon hevur sitið í húsavarðhalædi tey seinastu nógvu árini, og hernaðarstýrið hevur júst longt húsavarðhaldið, so hon skal sita avbyrgd eitt ár afturat. Útlendskir ferðamenn, sum koma til Noregs at veiða í sundum og á firðum, sleppa ikki at taka meiri enn 30 pund av fiski ella flaki við sær, tá teir fara heimaftur. Tað hevur Helga Pedersen, fiskimálaráðharri, gjørt av. Galdandi reglur siga, at útlendingurin kann hava í mesta lagi 30 pund við sær, tá hann fer heimaftur, men ferðavinnan hevur lagt stórt trýst á ráðharran fyri at fáa hana at økja nøgdina. Ferðavinnan hevur víst á, at tað ger ikki mun, um útlendingarnir sleppa at taka meiri fisk heim við sær, og harafturat ferðast nógvir teirra langan veg fyri at sleppa at til Noregs at veiða. Men Helga Pedersen heldur, at 30 pund er nóg mikið. Hon heldur tað ikki vera rætt, at ein útlendskur ferðamaður skal hava einar 60 døgurðar av fiskaflaki við sær heim aftur úr Noregi. -Slíkur fiskiskapur er stuttleiki og skal ikki gerast til eina lønandi vinnu, sigur ráðharrin við NTB. 30 pund av fiski í part Minniluti rikin burtur Rósa Zarqawi Al-Qaeda í Saudiarabia rósar al-Zarqawi Átrúnaður var ein stór orsøk, til at George W. Bush varð afturvaldur til forseta. Men demokratarnir vilja eisini hava rætt til Guð. USA Árni Joensen fartekst@mail.dk Við at javnseta moralsk virði við mótstøðu ímóti fost­ur­tøku og samkyndum par­lagi eydnaðist tað republ­ ik­­anarunum at útvega Bush nógvar veljarar á tí so­kallaða átrúnaðarliga høgra­ vonginum. Men republik­ an­ararnir kunnu ikki kenna sseg so tryggar longur, tí demokratarnir vilja eisini fegnir hava fatur á teimum kristnu veljarunum. Til tess hava nakrir prest­ ar stovnað felagsskapin „We Believe Ohio“, hvørs høvuðsendamál er at forða fyri, at tað bara eru republikanararnir, sum royna eftir teimum kristnu atkvøðunum. – Tað fer at venda, tí fólk eru troytt av at hoyra um alt, sum verður roknað sum kristin virðir, sigur presturin Tim Ahrens við Washington Post. Tað var hann, sum tók stig til at stovna „We Believe Ohio“. Men veruligur politikkur er eisini uppií. Teir átrún­ að­arligu á høgra­vonginum hava fram­vegis mótstøðu ímóti fost­urtøku og sam­ kynd­um parlagi sum síni fremstu mál, meðan hin vongurin hevur serliga vent sær ímóti krígnum í Irak, veðurlagsbroytingum og tíð­indunum um, at USA hevur flutt fangar ímillum lond og pínt teir í loyniligum fongslum. Tað er nóg mikið at veljarum at stríðast um, tí sambært einari mein­inga­ kanning siga 38 pros­ent av amerikonsku veljar­un­u­m, at tey meta seg sum høgra­ kristin, meðan 27 pros­ ent meta seg sum vinstra­ kristin. Amerikanararnir funnu al-Zarqawi, men serfrøðingar siga, at tað verður nógv truplari at finna tann veruliga yvirgangsleiðaran Yvirgangur Árni Joensen fartekst@mail.dk Um stutta tíð eru fimm ár liðin, síðani trý yvir­gangs­ menn stoyttu trý flogfør inn í World Trade Center og Pentagon, og umleið 3.000 amerikanarar lótu lív. Men maðurin, sum legði álopið til rættis, Osama bin Laden, er framvegis ikki funnin. Amerikanararnir halda fyri vist, at Osama bin Laden og næsti maður hansara, Ayman al-Zawahiri, fjala seg einastaðni í fjallalendinum á markinum ímillum Afgh­ anistan og Pakistan. Teir báð­ir leiðararnir leggja ikki álopsætlanir longur, men nøvn teirra hava sera stóran týdning í al-Qaeda. Bin Laden og al-Zawahiri vita, at eitt lítið mistak kann gera, at teir verða avdúkaðir. Tí brúka teir hvørki alnótina ella fylgisveinatelefon, og einasta lívstekin frá teimum eru bandupptøkurnar, sum av og á verða sendar sjón­ varpsstøðini al-Jazeera. – At bin Laden og al- Zawahiri ikki taka lut í álop­unum og hava lítið samband við umheimin ger tað sera trupult at finna teir, ásannar ein vesturlendskur diplomatur í Istanbul fyri AP-tíðindastovuni. Hann leggur afturat, at tað er nyttu­ leyst at sníkja seg inn á teir, men hann væntar kortini, at ein dag verða teir funnir. At tað eydnaðist amerik­ an­arunum at finna al- Zarqawi er eitt tekin um, at tað er lættari hjá am­erikanarunum at fregnast í Irak enn í Afghanistan. Tað vóru upplýsingar frá upp­reistrarmonnum, sum avdúkaðu al-Zarqawi, og teir kunnu nú vænta sær finningarlønina, sum var 25 milliónir dollarar. Tað sama hava amerikanararnir lovað tí ella teimum, sum avdúka bin Laden, men eygleiðarar vænta, at tann finningarlønin fellur neyvan til gjaldingar í bræði. – Vit halda, at hann hevur bara samband við fólk, sum hann veruliga hevur álit á, sigur fyrrverandi pakistanski generalurin Talat Masoud við AP. Amerikanskir eygleiðarar siga, at amerikonsku roynd­ ir­nar at finna bin Laden eru nógv darvaðar av krígnum í Irak. USA hevur 131.000 hermenn í Irak og 22.000 í Afghanistan, og Pentagon hevur sýtt fyri at senda fleiri hermenn til Afghanistan, sjálvt um tað kanska hevði bøtt um møguleikarnar fyri, at bin Laden bleiv funnin. Charles Penta, sum er granskari á lærda háskúl­ an­um í Washington, sigur við AP, at USA hevur flutt servandar deildir úr Afgh­ anistan til Irak, sjálvt um tær vóru tær best egnaðu til at leita eftir teimum báðum yvirgangsleiðarunum. Hann er ikki tann einasti, sum heldur, at amerikanararnir hava borið seg skeivt at: – Vit hava sent yvirgangs­ monnum tann boðskap, at tú kanst leypa á Amerika uttan at verða revsaður fyri tað, sigur viðmerkjarin Loren Thompson á Lexington- stovninum við AP. Politiskt stríð um Guð Finna ikki bin Laden Osama bin Laden fjalir seg væl. Her er hann avmyndaður á einum tíðindafundi, sum hann helt í 1998