Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-12, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. juni 2006síða 16

‹ fyrra síða allar 41 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 110 - 12. juni 2006 17 Skúlaloftið skal steingjast! Tað eru boðini, sum Hvalvíkar skúli hevur fingið frá Brunaumsjón Landsins. – Eg standi á berum, sigur Regin D. Patursson, sum er tann av lærarunum, ið nýtir loftið mest í undirvísingini Brunaviðurskifti Rúna Sivertsen runa@kallnet.fo Á árliga fundinum fyri foreld­ ur at børnum í Hvalvíkar skúla fríggjakvøldið boðaði skúlastýrisformaðurin frá, at skúlin hevur fingið boð um at steingja loftið til bruna­ trappa er gjørd. Hetta kemur illa við, tí nógv virksemi fer fram á loftinum, bæði í og uttan fyri skúlatíð. Foreldrini vórðu sera hørm um boðini og gjørdu av at senda kommunala mynd­ug­leikanum eina inni­ liga áheitan um at fáa viður­ skiftini í rættlag innan næsta skúlaár. Í stundini var eitt skriv sett saman at senda Sunda Kommunu. Afturstig Í skrivinum verður millum annað sagt, at tað verður eitt stór afturstig fyri menningina av skúlanum, um skúlaloftið verður stongt. Regin D. Patursson er tann av lærarunum, ið nýtir loftið mest í undirvísingini. Hann leggur stóran dent á fysiskar og skapandi lærugreinir, eitt nú tónleik. – Eg standi á berum, um vit missa skúlaloftið, sigur hann. Sólgerð Foldbo, skúla­stýr­ is­formaður, harmast um, at neyðugt skal verða at steingja loftið, tí tað kemur at ávirka nógv tær skapandi lærugreinirnar, serliga tónleikin. Skúlin er lítil, og vit hava einki pláss at taka av. – Tað verður í størstan mun undirvísingin hjá Regini, sum verður ávirkað av støðuni. Eisini frítíðarvirksemi, sum fer fram á loftinum, eftir skúlatíð, má halda uppat. – Síðani Regin byrjaði, sum lærari hjá okkum, hevur hann megnað at lyft tónleikastøðið hjá næming­ unum úr nærum ongum, til at vit nú hava eitt skúlaorkestur, sigur hon. Tónleikurin bjargingin Hon vísir á, at í Hvalvíkar skúla eru nógvir tilfluttir næmingar. Fleiri av teimum hava búð uttanlands. Tí hev­ ur skúlin havt serstakliga nógv brúk fyri skapandi læru­greinum, sum hava verið ein góð hjálp í at sjóða næmingarnar saman. – Skúlin hevur eisini lut­ falsliga nógvar næmingar við serligum tørvi, og er tón­leikurin komin okkum til góðar. – Tað hevur víst seg, at tón­ leikurin eisini hevur verið við til at ment næmingarnar, bæði bókliga og sosialt. Í fleiri ár hevur skúlastýrið roynt at fingið kommununa at gjørt brunatrappu, men tað hevur enn ikki eydnast. Tískil hevur skúlaloftið ígjøgn­um langa tíð verið óforsvarligt. Men nú hevur altso Brunaumsjón Landsins gjørt bart og krevur loftið stongt. – Vit kunnu snøgt sagt ikki vera loftið fyri uttan, og tí mugu brunaviðurskiftini fáast í rættlag nú, sigur skúla­ stýrisformaðurin at enda. Heðin Zachariasen ásannar, at bruna­ við­urskiftini í Hval­ víkar skúla mugu fáast í rættlag. Men tað er neyðugt við einari loysn til all­an bygningin. Í løt­uni arbeiðir tekn­iska deild hjá bygda­ ráðn­um við eini heildar­loysn, sigur borgarsjórin í Sunda Kommunu Brunaviðurskifti Rúna Sivertsen runa@kallnet.fo Sjálvsagt skulu bruna­viður­ skiftini í Hvalvíkar skúla vera í lagi, sigur Heðin Zach­ ar­isen, borgarstjóri í Sunda Kommunu. Hann staðfestir, at við­ur­ skiftini ikki eru forsvarlig. Leiðarin á teknisku deild hjá bygdaráðnum arbeiðir í løtuni við eini loysn til allan bygningin. Tað er nevniliga ikki nóg mikið við eini trappu til loftið. Neyðútgongd má eisini gerast til miðhæddina í skúlabygninginum, sum er í trimum hæddum. Hann vísir tó á, at skúla­ loftið bert hevur verið nýtt í parttíðar undirvísing seinastu trý árini. Eisini ger hann vart við, at allur bygningurin er av betongi, bæði veggir, gólv og trappur. So tað skal vilja ógvuliga illa til, um nakar álvarligur eldur kyknar upp inni í skúlanum. Men tað er eingin undan­ førsla fyri kommunla mynd­ ug­leikan, sigur borgarstjórin og leggur aftrat, at málið skal loysast skjótast til ber. Málið um bruna­viður­skift­ ini í Hvalvíkar skúla kemur fyri sum eykamál í teknisku nevnd í kvøld, mánakvøld tann 12. juni. Síðani verður tað viðgjørt í fíggjarnevndini mánakvøldið í aðru viku. Málið skal avgreiðast áðr­enn bygdaráðið fer í summarfrí seinast í hesum mánaðinum, sigur Heðin Zachariasen, borgarstjóri. SOS – neyðútgongd vantar Regin D. Patursson er tann av lærarunum, sum nýtir skúlaloftið mest í undirvísingini. - Eg standi á berum, um vit missa loftið, sigur hann Mynd: Rúna Sivertsen Brunatrappa skal gerast skjótast Málið um brunaviðurskiftini í Hvalvíkar skúla skal avgreiðast áðrenn bygdaráðið fer í summarfrí seinast í hesum mánaðinum, sigur Heðin Zachariasen, borgarstjóri. Mynd: Rúna Sivertsen