Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-12, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. juni 2006síða 15

‹ fyrra síða allar 41 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 110 - 12. juni 2006 Vit avdúka týsdagin: Heimsins besti live­ bólkur á G! skrivar G!Festivalurin á heimasíðu síni, men vit kunnu longu í dag prógva, at talan er um, sera væl umtókta norska rokkbólkin Kaizers Orchestra. Festival summarið Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Á heimasíðuni vísir G! Festi­ valurin part av eini mynd, sum er ætla sum eitt spor. Tey skriva: “Hmmmm, ja, tað ber kanska til hjá onkrum at gita. Spor nummar 1.”. Hetta er høgra eyga av eini gassmasku á eini Kaizers Orchestra mynd. Ein lesari sendi okkum linkið til myndina og við at spegla sporið og hála eitt sindur í tað í Photoshop, varð greitt, at talan er um Kaizers Orchestra. Tað var samstarv millum kjakarir á kjak.fo, ið førdi til, at vit fingu prógvini. Á kjakinum um G!Festivalin vóru tað kjakararnir Spitze, Arena og Arne, ið spakuliga nærkaðust enda­ liga prógvinum. Tann síðst nevndi sendi síðan okk­ um ein teldupost við link­ um til myndirnar, ið eru prógv. Vit kannaðu tilfarið og kundu so kunngera, at norski rokkbólkurin spælir á Gøtusandi. Hetta váttar leysatíðindi, ið hava gingið seinastu mán­að­ ar­nir um, at G! hevur tryggj­ að sær hetta, eitt tað størsta norska tónleikanavnið í løtuni. Hóast Kaizers Orchestra ikki verður spælt í Útvarpi Før­oya hvønn dag, so er veru­liga talan um eitt stórt navn í partum av Evropa. Bólk­urin spælir útseldar kon­­sertir í Noregi, Danmark og Svøríki og er eitt nú vald­ ur til besta konsertbólk í Noregi. Harumframt hevur bólkurin vunnið nógvar aðrar heiðurslønir bæði í Noregi og í øðrum londum. Um hetta er heimsins besti konsertbólkur, er ikki lætt at siga, men tað metir fyrireikarin av G!Festivalinum í øllum før­ um, og tað kann ikki takast frá Kaizers Orchestra, at bólkurin er tiltikin góður á konsertum. Kaizers Orchestra spæl­ir sín rættiliga egna rokk­tón­ leik og spælir hann so­mikið væl, at fólk flokk­ast til kon­ sertirnar hjá bólk­in­um, eitt nú á Roskilde Festi­valinum í 2002, tá royndu 15.000 fólk at sleppa inn í eitt telt, ið einans tók 7.000 fólk. Um mánaðarskiftið mai/ juni kom fyrsta konsert DVD’in hjá Kaizers Orchestra út, DVD’in Viva La Vega er upptikin í spælistaðnum Vega í Keypmannahavn, tá bólkurin tvey kvøld á rað fylti vælumtókta spælistaðið á heystið 2005. Í summar spælir Kaizers Orchestra á nøkrum av størstu evropeisku festivalinum, í Týsklandi á Rock am Ring og Rock im Park, í Svøríki á Hultsfred Festivalinum og Arvika Festivalinum, Í Hol­landi á Parkpop og Hun­ ten­pop, í Eysturríki á Fre­ quency Festival, í Belgia á Rock Werchter, Í Danmark á Roskilde Festivalinum og Nibe Festivalinum, Í Sveis á Gurten Festivalinum, Í Noregi á Stavern Festivalinum, Vika Festivalinum, Bukta Festi­val­ inum og Målrock og nú eisini á G!. Í spæliskránni hjá Kaizers Orchestra fyri í summar stend­ur við hósdagin 20. juli TBA. Meðan bólkurin spæl­ir í Noregi bæði miku­ dag, fríggjadag og leygar­ dag. So tað tykist, sum um hós­dagurin verður ein mun­ andi størri konsertdagur á árs­ins G!Festivali. Í fjør var hósdagurin brúktur til nýggjar og spennandi føroyskar bólk­ ar, men við einum stórum út­lendskum navni, tykist hós­­dagurin veruliga at vera vorðin ein partur av festi­ val­inum. Tað er tó heilt greitt, at fyrireikararnir av G!Festivalinum mugu vóna, at tað ikki er mjørki í Vágunum 20. juli, tí skot­bráið at fáa bólkin til landið er sera stutt. Kaizers Orchestra spælir á G! Við at spegla myndini og hála eitt sindur í hana sæst, at hon er klipt úr hesi myndini av Kaizers Orchestra Hesa mynd hevur G! Festivalurin lagt á heimasíðuna sum spor, til bólkin tey avdúka í morgin