mánadagur 12. juni 2006síða 14
‹ fyrra síða allar 41 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 110 - 12. juni 2006
Skeið og fyrilestur
fyri avvarðandi
Álvarslig sjúka rakar eisini avvarðandi. Tí skipar
Føroya Felag móti Krabbameini fyri skeiði og
fyrilestri fyri avvarðandi. Tað verður Thorkild N.
Jørgensen, psykoterapeutur, sum fer at hava skeiðið
og halda fyrilesturin.
Fyrilesturin Álvarslig sjúka rakar eisini avvarðandi
verður hósdagin 15. juni kl. 19.00 í Miðlahúsinum í
Vágsbotni.
Skeiðið fyri vaksin avvarðandi at krabbameinssjúk
lingum Avvarðandi tørvar eina oasu verður leygardagin
17. juni frá kl. 9.00 til 16.30 í hølunum hjá Føroya Felag
móti Krabbameini á Grønlandsvegi 58 í Havn. Áhugað
kunnu tekna seg hjá felagnum. Seinasta freist at boða
frá luttøku er týsdagin 13. juni.
Fólk hava høvi at avtala samrøðu undir fýra eygum
við Thorkild N. Jørgensen. Áhugað kunnu venda sær
til Føroya Felag Móti Krabbameini telefon 317959.
Sí eisini heimasíðuna www. krabbamein.fo, www.
livifokus.dk, www.psykoterapeutforeningen.dk
Føroya Felag móti
Krabbameini
Grønlandsvegi 58
100 Tórshavn
Telefon 317959
ffk@krabbamein.fo
Lýsið
við
brúktum
bilum
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo