mánadagur 12. juni 2006síða 13
‹ fyrra síða allar 41 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 110 - 12. juni 2006
13
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Thorvald
Poulsen,
Tvøroyri,
vanliga
nevndur Thorvald úr
Øravík, andaðist á Ríkis
sjúkrahúsinum 11. juni,
84 ára gamal. Jarðar
ferðin verður kunngjørd
seinni.
Jensina Magnussen úr
Streymnesi andaðist á
Landssjúkrahúsinum leyg
ardagin, 95 ára gomul.
Kistan fer úr kapellinum
týskvøldið kl. 18 norð í
Hvalvíkar kirkju. Jarðar
ferðin verður mikudagin
kl. 14. Sungið verður úr
sálmabókini. Tey, ið ynskja
at minnast Jensinu, kunnu
lata eini gávu til Hvalvíkar
Missiónshús; konta í
peningastovnunum.
Jóhanna Olsen ættað úr
Oyndafirði, búsitandi í
Havnsø Danmark, and
aðist leygardagin, 68
ára gomul. Jarðarferðin
verður úr Stig Bjergby
kirkju hósdagin kl. 13.
Jonhard Vang Jacobsen
úr Syðrugøtu andaðist
á Ríkissjúkrahúsinum
leygardagin, 70 ára gam
al. Bønarhald verður í
kapellinum á Ríkissjúkra
húsinum í dag kl. 13.
Kistan kemur við flog
fari í morgin umleið kl.
14. Jarðarferðin verður
kunngjørd seinni.
Andlát og jarðarferðir
Kunngjørt verður fyri ætt,vinum og kenningum, at
góða mamma, vermamma, omma og langomma
okkara
Jensina Magnussen
Streymnes
Andaðist á Landssjúkrahúsinum 10. juni,
95 ára gomul.
Kistan fer úr kapellinum týskvøldið kl. 18.00,
norð í Hvalvíkar kirkju.
Jarðarferðin verður mikudagin kl. 14.00.
Sálmabókin verður nýtt.
Familjunnar vegna
Dávur Emil, Kirstin, Steingrím og Jóna
Tey, ið ynskja at minnast Jensinu, kunnu lata eina gávu til
Hvalvíkar Missiónshús. Konta í peningastovnunum.
Fríggjadagin 9. juni 2006
fingu tríggir studentar
á
Fróðskaparsetrinum
handað bachelorprógv sum
kolvetnisverkfrøðingar.
Síðani útbúgvingin fór í
gongd á heysti 1998 hava
tilsamans 11 studentar
fingið bachelorprógv sum
kolvetnisverkfrøðingar.
Bachelorútbúgvingin
í kolvetnisverkfrøði hjá
hesum
studentunum
hevur fevnt um trý og eitt
hálvt ára fulltíðar lestur.
Umframt
grundgreinir
innan støddfrøði, alisfrøði,
ravmagnsfrøði og teldufrøði
hava studentarnir eisini
lisið ymsar sergreinir innan
kolvetni. Harumframt hava
studentarnir gjørt eina
bachelorverkætlan
við
sjálvvaldum verkevni.
Teir nýklæktu kolvetnisverkfrøðingarnir eru f.v. Olgar Danielsen, Bjarni Petersen og Fríðrik
Heinesen
Tríggir nýggir kolvetnisverkfrøðingar
Ikki vardi tað meg, at farvælheilsanin
í vár skuldi verða okkara seinasta.
Og ikki bar mær til at koma heim og
fylgja honum.
Petur og eg vóru systkinabørn,
og av okkum systkjunum var eg
tann hepna at eiga hann sum gubba.
Men hvussu var og ikki, hann bleiv
Petur gubbi hjá okkum øllum. Hann
var okkum so góður! Tá ið vit vóru
børn, var hann »stóri beiggin«, sum
uggaði og hjálpti, tá ið okkurt bagdi,
og hevði tinganest við til okkara. Jú,
víst var frøi á barnaflokkinum frammi
á Hellu, tá ið Petur gubbi var komin
aftur av skipi.
Seinni, tá ið vit vóru tilkomin, varð
Petur vinurin, sum fylgdi væl við,
hvussu tað gekst systkinabørnunum
og teirra. Kanska var eg í serstøðu
sum guddóttirin á flatlondum, men eg
tori at siga, at eingin var við sviðusoð.
Tað var soleiðis við Peturi, at hóast
hann fekk sína egnu familju at varða
av og fjálga um, varð nóg mikið eftir
til okkara við. Tað var rúmsátt í hjarta
hansara.
Tá ið ein vitjaði aftur á klettarnar,
og Petur læt upp hurðina og beyð væl
komin heim, blíður og hjartaligaur, tá
var ein rættiliga heima aftur. Góðar
vóru løturnar, tá hann vitjaði, tíðum
skemtiligar og altíð hugnaligar, tí
hann bar tað við sær sjálvur.
Og áhugavert var at sita undir, tá
ið hann segði frá farnum bygdalívi
og skyldfólki, sum vit, ið yngri vóru,
ikki kundu minnast.
Nú harmar tað meg, at vit ikki
spurdu meira, tí har var vitan at
heinta. Tá ið farið varð avstað aftur,
plagdi ein vælbjálvaður pakki við
onkrum góðum serføroyskum at vera
í viðførinum, og gevarin var vísur!
Tað verður undarligt at koma aftur
heim at ferðast og eingin Petur. Men
kenni eg sakn, hvussu mikið meira
manst tú ikki kenna tað góða Henny
og tit børn og barnabørn! Í huganum
fylgdist eg við tykkum tann dagin út
á kirkjugarðin. Jesus veri hjá tykkum
og hann styrki tykkum øll!
Ærað verið minnið um Petur gubba.
Sólvá
Petur Sofus Juul úr Funningi
f. 25. september 1929 · d. 28. mars 2006
Dagurin í morgin
13. juni. Kyrillos. Fleiri halgimenni eru við hesum navni,
helst er her talan um ein biskup í Aleksandria, sum doyði í
444 . Erlendur biskupur doyði hendan dagin í 1308.