Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-12, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. juni 2006síða 12

‹ fyrra síða allar 41 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 110 - 12. juni 2006 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Kristi himmals­ferðar­ dag 25. mai vóru starvsfólkini hjá Føroya Sparikassa útferð í Kalsoynni. Við á ferðini vóru 250 fólk í øllum aldri - frá 2 mánaðum til 73 ár Útferð Myndir: Tórmund Joensen Føroya Sparikassi hevur í mong ár skipað fyri starvs­ fólka­útferðum kring landið. Í ár varð leiðin løgd til Kals­ oynna, har starvsfólk við makum og børnum vóru boðin við. Bussar fóru úr Havn og úr Eysturoy. Av tí at so nógv fólk vóru við í ferða­ lagnum, sigldu bæði Sam og Alfa Pilot. Norðoya Kunn­ingarstova legði túrin í Kallsoynna til rættis. Tilsamans fimm bussar koyrdu øll tey 250 fólkini í ferðalagnum. Tey flestu gingu heilt norð á Eggjarnar, har fýr­ ur­in er, beint innan fyri Kallin, norðast á Kallsoynni. Ferðaleiðarar vóru Signhild og Mikkjal Joensen á Trølla­ nesi, sum dugdu sera væl at greiða frá. Tey, sum ikki gingu all­ an túrin, hugnaðu sær á Trøllanesi. Í Mikladali var kaffi og heimabakaðar vaflur til øll í avhaldshúsinum. Túrurin eyðnaðist sera væl, og veðrið var til vildar. Tað er altíð spennandi at skipa fyri túrum, serstakliga tá so nógv fólk koma við, tí í Føroyum vita vit ongantíð hvussu veðrið verður, sigur Tórmund Joensen, sum saman við Ingu Dahl og Joanu Theilgaard, hevur skipað fyri útferðurum hjá Sparikassanum síðan 1994.   250 fólk á sparikassaútferð á Kalsoynni Kristi himmalsferðardag vóru starvsfólk hjá Føroya Sparikassa við makum og børnum útferð í Kalsoynni Trøllanes - øll fara úr bussunum og til gongu. Tilsamans fimm bussar koyrdu ferðalagið í Kalsoynna Tveir av fyriskiparunum: Tórmund Joensen og Inga Dahl Fólk hugna sær í góðveðrinum í Mikladali Við fýrin á Kallinum. Meginparturin av fólkinum náddu á mál Mikladalur