mánadagur 12. juni 2006síða 11
‹ fyrra síða allar 41 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 110 - 12. juni 2006
11
Opin spurningur til
FSF viðvíkjandi
avgerðini um HB
Sjálvandi skal FSF hava
rós fyri arbeiði teir gera.
Hinvegin skula teir eisini
verða klárir, um teir koma
at gera eitt misstak at
viðurkenna hetta.
1.
Kappingarnevndin
hjá
FSF ger eina niðurstøðu
um at koyra málið um
HB til aðalnevndina í
FSF, nú hevur kapping
arnevndin longu tikið
eina avgerð. Hevur kapp
ingarnevndin ikki loyvi
at taka hesa avgerð, má
tað verða kappingar
nevndin sum skal revsast
fyri hetta (»ella fáa eina
nøs«).
2.
Aðalnevndin tekur tað
støðu at HB skal koyrast
úr
steypakappingini
grunda á at hava nýtt ein
leikara, ið ikki eftir teirra
meting hevur leikaraloyvi
ílagi.
3.
HB kærir til Dómsnevnd
ina sum tekur tað avgerð
at HB skal verða verandi
í steypakappingini.
Eftir Grein 42 hjá FSF, ið
er soljóandi
GREIN 42
»Allar avgerðir hjá dóms
nevndini eftir hesum regl
um eru endaligar og
kunnu ikki kærast til
aðrar myndugleikar ella
leggjast fyri dómstólar
nar.«
Her sæst tíðiliga og klárt
at avgerðinar hjá Dóms
nevndini eru endaligar,
kunnu ikki kærast ella
leggjast fyri dómstólar
nar. Tá hendan avgerðin
er endalig so kann hon
vælsaktans heldur ikki
takast aftur og viðgerast
av nýggjum, sum gjørt er
í hesum føri, ella hvussu???
4.
FSF letur nú hetta mál
fáa loyvi at ganga umaftur
og tískil verður málið
latið kappingarnevndini
til støðutakan fyri aðru
ferð.
5.
SPURNINGURIN er nú,
5.1.
hevur FSF avtikið dóms
nevndina hjá sær sjálv
um???
5.2.
hevur aðalnevndin hjá
FSF av sínum eintingum
strika Grein 42 í lógum
sínum???
5.3.
og til síðst men ikki
minst, hevur aðalnevndin
hjá FSF lagt seg út í
kappingina í 2006 soleiðis
at nú verða fleiri onnur
feløg koyrd úr lands
kappingini í Føroyska
fótbóltinum???
6.
Tí antin hevur tann Før
oyski Fótbólturin eina
lóg at halda seg til ella
ikki. Hetta mál er tikið til
viðgerðar av FSF sjálvum
(tað kunna teir eisini í
serligum førum, í fylgið
Grein 39. stk 3.) og síðan
hava teir viðgjørt tað eftir
at kærufreistin var farin,
tað er so ikki at finna í
lógini hjá FSF at teir
kunna bera seg soleiðis at
fram um onnur.
Undirritaði fer her at
heita á FSF forsetan Óla
Holm umboðandi aðal
nevnd FSF’s at svar
alment í bløðunum uppá
hesi viðurskiftir, so allir
Føroysk fótbóltsáhuga
kunna fáa at vita hvat
gongur fyri seg her.
Samstundis vil undir
ritaði vísa til mína fyrr
skrivaðu grein í milunum
um hetta mál (avrit av
henni er sent saman við
hesi grein til milarnar).
Við ynski um góða
eydnu, skjótt svar og
einaferð um eitt fram
haldandi gott ítróttarligt
ríkt fótbóltsár 2006, (tað
sum eftir er av tí).
EDV skipanin til føroyska heilsuverkið
– ein viðmerking
Hugaligt, at eitt ávíst orða
skifti um talgildu heilsu
skipanina hjá føroyska
heilsuverkinum hevur verið
í útvarpi og bløðum seinastu
dagarnar. Loyvi mær hetta
lítla uppískoyti til kjakið.
Til Jensia av Rana tals
mann fyri kommunulækn
arnar í Havn havi eg ta
viðmerking, at eg væl skilji,
at havnalæknarnir ótolnast
eftir tí henta amboði, sum
ein EDV skipan er í arbeiði
okkara. Neyðugt er at finna
eina loysn á trupulleikunum
sum skjótast. Kravið má
eisini vera, at ein skipan til
fulnar nøktar tann serliga
tørv, sum kommunulækn
arnir hava.
Eri tó ikki samdur við
honum í tí áskoðan, at ein
skipan burturav gjørd til
kommunulæknarnar í Før
oyum er gongda leiðin.
Ein integrerað skipan fyri
primeru heilsutænastuna
(kommunulæknar, heima
røkt) og sekundera heilsu
tænastuna (sjúkrahúsverk
ið) er tað, sum verkætlanin
hjá
Heilsumálaráðnum
byggir á. At hava tvær
skipanir koyrandi verður
ein verri og dýrari loysn.
Jenis nevnir, at trygdin
er betri í eini skipan, har
hvør kommunulækni hevur
sín servara. Hetta er ikki
rætt. Taka vit fysisku trygd
ina er hon eyðsæð betri
rundan um ein servara í
stóru verkætlanini enn fyri
30 servarar spjaddir út á 30
kommunulæknaviðtalur.
Somuleiðis er truplari og
dýrari at verja 30 servarar
ímóti ágangi frá teldusnill
ingum í mun til hin eina.
Arbeiðið at gera broytingar
í skipanini, uppdateringar,
er lættari í einum servara í
mun til 30. Sama er galdandi
fyri at arbeiðið við backup,
goymslu av EDVtilfari.
Hetta skal jú gerast loyp
andi.
Samanumtikið eru eyð
sýndir fyrimunir, eisini
fíggjarligir við einum serv
ara fyri allar sjúklingar í
Føroyum og einari journal
fyri hvønn sjúkling.
Treytin er, verkætlanin
heldur. At okkara partur av
skipanini fæst at virka
fullgott. Og at trygdin hjá
sjúklinginum er í lagi. Tað
er tí rætt at støðga à nù,
gera støðuna upp.
Las við áhuga greinina
hjá Hans Paula Strøm,
landsstýrimanni. Hon er
jalig og bjóðar til fund,
orðaskifti um verkætlanina,
soleiðis sum hon sær út nú.
Hetta er í tráð við ynskið
hjá Tórshavnar Kommunu .
Hvør bjóðar til fundar?
kommunulækni
Á Sandi
D. P. Højgaard
Viðmerkingar til Pisa-kanningina
Einki hoyrist um fakliga
innihaldið í Pisa-kanning
ini. Ætlaði mær ikki at vera
sum Georg og sáa mistrúgv
um hana eftir ordra frá Ib
Auken ella Eilif, men hvat
um spurningarnir veruliga
eru so flatir at næmingarnir
gjørdu gjøldur burtur úr
sjálvari kanningini, og
svaraðu býtt uppá býttar
spurningar?
Føroyska samfelagið er
so framkomið at vit hava
hagdeild, ið fæst við at
rokna statistikkir út. Eru
Føroyar at meta við Meksi
ko og Brásiliu, ber til at
gera samanlíkningar. Sig
nifikansniveau, frávik og
annað. N minus Q. Hvussu
ber tað til at heimsins
størstu fótbóltstjóðir eru at
rokna saman við Føroyar?
Ein kvart milliard fólk
búgva í hasum londunum,
so Hermann og teir eiga at
duga at geva okkum eitt
nýtiligt svar.
Ber tað til hjá einum
danskara at kanna føroyska
málið og støðuna hjá tí
føroysku tjóðini? Hvat
grundarlag standardiserar
kanningina í hesum londum
og hvat hava fólk í hesum
londum til felags. Er tað
veruliga so galið í 9 flokki,
so hevur restin av sam
felagnum álvarsligar tru
pulleikar. Man tosar um
einskiljing, og eitt alment
partafelag keypir eitt pol
itiskt blað. Hvørki Groucho
Marx, Buster Keaton ella
Charlie Chaplin høvdu
klárað at forskrekt fólk við
sovorðnari ræðusøgu.
Í allari almennu fyrisit
ingini er trupulleikin at tey
ódugnaligu royna at til
passa veruleikan við ódug
naskapin. Komplementer
sannleikar verða lagdir út,
soleiðis at tað passar betur
saman allastaðni. Fólk ganga
runt og spæla at tey eru so
”paradoksal”. Danska skip
anin kúgar føroysku skip
anina og danir skulu ikki
koma her og vera ov stutt
ligir. Kinverjar á tí Lærda
Háskúlanum í Roskilde
vildu hava skúlapengarnar
aftur, tí prógvini ikki sam
svaraðu við innihaldið á
útbúgvingunum. Kinverjar
eru 1.6 milliardir í tali,
danir 5 milliónir.
Konsekvensur er ikki at
hóma nakrastaðni, og tey
sum ikki sjálvi skilja at tey
sjálvi gerast forðingin ímóti
tí fakliga, tey liggja ívegin
fyri samfelagsligari menn
ing. Tey avtala tað síná
millum, kalla tað okkurt
annað, uppfinna nýggj orð.
Maktmisnýtslan
gongur
altíð út uppá at taka evnini
at hugsa frá fólki. Klára tey
ikki at hugsa sjalvstøðugt
vegna maktmisnýtslu, end
ar alt í undirlutakenslum
og ørvitið fær sítt egna lív.
Fyri at koma uppúr hesum
krevst ein uppdragandi
mekanisma, t.d. kundi
skúlin sloppið at uppdrigið
børnini til at verið borgarar
í landinum, men tað áttu
foreldrini sjálvsagt at klár
að sjálvi. Men spurningurin
er so um tey sjálvi eru
uppdrigin?
Hví
ringja
summi fólk altíð til læknan
mitt um náttina, hví fáa tey
ikki pínu um dagin í
vitjunnartíðini. Tað er upp
dragilsið. Meiningin við
einum skúla er at læra fólk,
heldur enn at fungera sum
ein all-out sosial skipan har
tey frekastu og tápuligastu
sleppa longst. Øll viður
skifti, serliga tey empirisku
eiga at endavendast, so
leiðis at vit kunnu koma á
eitt hægri støði.
Veruleikin er tann at
støðið í 9 flokkunum er
hægri enn hjá fleiri av Ph.
D unum á Debesartrøð.
Hyggja vit so at pengunum
og umstøðunum hjá 9
flokki, eru teirra odds
ímóti teimum, meðan hini
sleppa ígjøgnum, sjálvt um
tey so dánt hava gonguvit.
Ein Ph. D í dag svarar til
7-8 flokk í sjeytiárunum,
tá tosa vit um »hugvísindi«,
sjálvt um talan ikki er um
vísindi. Men eru skottini
ikki tøtt, endar tað so
leiðis.
Fremstu
vognarnir
í
skúlaskipanini koyra enn
tómir og annað forhjólið er
punkterað.
Páll
Poulsen
Miðvágur
Jónfinn
Olsen
Visjón 2015 uttan Ferðslutrygd
Ráðið fyri Ferðslutrygd
heitir á løgmann um at taka
Ráðið fyri Ferðslutrygd við
upp á ráð í arbeiðinum við
Visjón 2015.
RFF veit ikki um nakar
bólkur arbeiðir við ferðslu
trygd í sambandi við Visjón
2015. Men Ráðið fyri
Ferðslutrygd er í hvussu
er ikki við, og tað halda
vit vera heilt burturvið,
serliga við atliti til, at
ferðsluskaðar eru størsta
hóttanin ímóti fólkaheilsuni
í vesturheiminum.
Vegna Ráðið fyri Ferðslu
trygd,
Formaður í
Ráðnum fyri
Ferðslutrygd
Rúna
Sivertsen
Opið bræv til Hans Paula Strøm, landsstýrismann
1. Er Landssjúkrahúsið
ein forrætning?
2. Skulu vit sjúku uttan
fyri Havnina fíggja lands
sjúkrahúsið við teium 800
krónunum, sum tit stjala frá
okkum sjúku, sum vit eiga í
ferðaendurgjaldi? Peningur
in er jú skattaður einaferð.
3. Hví skal Landssjúkra
húsið hava 800 krónur fyrst
áðrenn vit sjúku fáa nakað
ferðaendurgjald?
4. Hvat fara hesi peng
arnir til?
5. Eg vil halla henda pen
ing ein eykaskatt, hava tit
loyvi at seta eina lóg í gildi,
sum bert rakar tey sjúku
uttan fyri Havnina?
H.P.S. vónandi hevur tú
lisið journalina, sum eg gav
tær loyvi til.
Einki at siga til, at Javn
aðarflokkurin fer skrambl
andi niður í atkvøðum.
Mína atkvøðu fær hann so
ikki aftur!
P. S. Svara aftur her í Sosi
alinum sum skjótast, H. P.
S.
John Sigurd Joensen
Lesið
-so eru tit við!