mánadagur 12. juni 2006síða 10
‹ fyrra síða allar 41 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 110 - 12. juni 2006
Um vikuskifti var Sundalagstevna í Kollafirði.
Millum tey mongu tiltøkini var opið hús á
Búnaðadeplinum, har familjur við børnum
kundu síggja alskyns dýr. Tiltakið var sera
væleyndað og heilt nógv fólk nýttu høvið at
vitja Búnaðardeplini. Her kundu børn sleppa ein
túr á rossabaki, her sást, hvussu ein høsnarungu
kemur úr egginum, her var alt slag av flogfenaði
við ungum. Her vóru neyt og ross, seyður og
hundar, kaninir, gomul føroysk neyt og gomul
føroysk ross.
Tað verður gjørt alt ov lítið fyri, at børn í býnum
skulu kenna til tað veruliga lívið. Børn í Havn
veksa upp uttan at hava sæð øll tey dýr, ið áður
vóru heilt vanlig í Føroyum. Tað er sunt fyri børn
at vera nær við dýr og hartil børn hava mikið
frægd av at vera saman við dýrum. Tað er tí
alla æru ert, at kollfirðingar skipa fyri dýradegi
á búnaðardeplinum. Undirtøkan var ómetaliga
stór og bilrøðinar vóru langar. Vónandi skulu
vit ikki bíða eitt heilt ár, til høvið hjá eitt nú
Havnarbørnum aftur verður at síggja øll hesi
dýrini.
Ein annar spurningur er, um ikki ein kommuna
sum Havnar kommuna, ið er sera vælrikin og
fíggjarliga sera sterk, átti at havt eitt ella annað
tiboð, har tað var møguligt hjá smábørnum
saman við pedagogum ella foreldrum at verið
saman við dýrum. Hetta vildi havt sera stóran
mentalhygieinskan týdning. Tað nýtist ikki at
vera ein altjóða zoologiskur garður, men heldur
eitt stað, har børn undir tryggum umstøðum
kundu sloppið at spælt við dýr og samstundis
kundu lært nakað um náttúrna.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Eitt sera gott tiltak
VIÐMERKINGAR
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi
– meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan
verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum
innsendum greinum – annars verða tær ikki
prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki
at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum
ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar
– greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn,
verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um
pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa
tilfarið umvegis teldupost ella á diskli.
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Redaktiónssekreterur:
Inna Törnroos inna@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Lív Højsted Horsdal horsdal@sosialurin.fo
Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo
Heini Kristiansen heinik@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 og boða frá,
leygardag tó frá kl. 11.00-13.00
Uppseting/prent:
Uppseting: Føroyaprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn
ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum
teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðslan
ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Vit mugu mótmæla fangaflutninginum
Tað er nú staðfest, at USA ólógliga hevur rænt fólk og flutt tey í fongsul eystanfyri at
verða pínd. Nógv bendir á, føroyska loftrúmið hevur verið nýtt til hesar brotsgerðir ímóti
mannarættindunum. Hesum eiga føroyskir myndugleikar at mótmæla.
Eiga vit at tiga og sam
tykkja, tá føroyskt loftrúm
verður brúkt sum liður í
brotum á grundleggjandi
mannarættindi, ið ST hevur
samtykt?
Mítt svar er nei. Og tí
havi eg sum einasti sam
gongulimur í uttanlands
nevndini boðað løgmans
skrivstovuni frá, at vit eiga
at gera vart við, at før
oyingar ikki góðtaka ólóg
ligan fangaflutning í før
oyskum loftrúmi.
Evroparáðið staðfest
illgruna
Mikudagin staðfesti ein
kanning hjá Evroparáðnum,
at amerikanska fregnartæn
astan hevur rænt fólk í
Evropa og flutt tey til loyni
lig fongsul í Eysturevropa
og Miðeystri, har tey síðani
eru pínd.
Hendan mannaræning er
farin fram við loyniligum
flogførum, ið síðani 2001
hava flogið meira enn
túsund ferðir í evropeiskum
loftrúmi
á
loyniligum
ferðum. Nógv bendir á, at
slíkt eisini er farið fram í
føroyskum loftrúmi, hóast
danskir myndugleikar ikki
hava viljað svarað Evropa
ráðnum uppá hendan fyri
spurning.
Tó er staðfest, at eitt av
CIA flogførunum við frá
merkinum N379P fleyg í
donskum øki (møguliga
føroyskum) bert fýra dagar
áðrenn CIA í 2002 nýtti
flogfarið til at ræna tveir
egyptar í Svøríki og flyta
teir aftur til Egyptalands,
har teir vórðu píndir.
Á føroyskum borði
Nøkur av hesum viður
skiftum hava verið viðgjørd
á føroyskum borði. Millum
annað, tá løgmaður 26.
januar í ár setti seg í
samband við uttanlands
nevndina til at fáa ráðførslu
um, hvørt hann skuldi við
mæla, at danskir myndug
leikar játtaðu USA hern
aðarligt
flúgviloyvi
at
flúgva ígjøgnum føroyskt
loftrúm við vandamiklum
farmi og øðrum í sambandi
við uppbyggingina av Irak.
Tá hendan ráðførslan fór
fram, var illgruni longu
reistur um ólógliga fanga
flutningin hjá USA. Tí
valdi eg sum limur í uttan
landsnevndini at taka orð
ini í Fámjinsskjalinum um
“ægte medinddragelse og
medindflydelse” á uttan
ríkispolitiska økinum í
álvara. Eg mælti nevndini
til at biðja um eina frá
greiðing um møguligan
fangaflutning í føroyskum
loftrúmi. Hendan umbøn
varð havnað av meiri
lutanum í nevndini tann
15. februar í ár. Tí valdi eg
í staðin at senda mítt egna
svar til ráðførsluna, har eg
millum annað skrivaði
soleiðis:
“Í øðrum lagi er mín
støða, at vit í svari til fyri
spurningin um at geva USA
hernaðarligt flúgviloyvi í
føroyskum loftrúmi senda
ein greiðan politiskan boð
skap um, at vit ikki góðtaka,
at føroyskt loftrúm verður
nýtt sum liður í ólógligari
pínslu av fangum. Tað er jú
beinleiðis í stríð við fólka
rættin at flyta ein persón til
eitt land, har vandi er fyri,
at viðkomandi verður pínd
ur.
Eftir míni fatan er tað
okkara skylda at gera vart
við hesi viðurskifti. Um vit
tiga og samtykkja, er stórur
vandi fyri at vit eru óbein
leiðis við til at ganga ímóti
rættinum hjá hvørjum ein
stakum menniskja”.
Á fundi við Stig Møller
29. mars í ár var danski
uttanríkisráðharrin í Før
oyum, har hann millum
annað var á árliga fundi
sínum við uttanlandsnevnd
løgtingsins. Her gjørdi eg
aftur vart við míni sjón
armið og spurdi beinleiðis
uttanríkisráðharran, um
hann kundi vátta ella
avsanna, at slíkur flutn
ingur fór fram í føroyskum
loftrúmi.
Svarið frá Per Stig Møller
var, at hann visti ikki um,
at slíkt var farið fram. At
danska uttanríkisráðið ikki
hevði nakrar upplýsingar
um hetta. At Danmark ikki
ráddi yvir nøkrum loyni
ligum fongslum. Og nógv
meira enn hetta vildi hann
ikki siga um málið. Kortini
vísti hann til, at Evroparáðið
var farið í gongd við eina
kanning av hesum viður
skiftum.
Nú er kanningin liðug,
og illgrunin er bara enn
meira staðfestur.
Virða vit
mannarættindi?
Sitandi samgonga hevur
eitt greitt mál at styrkja um
uttanríkispolitiska
leik
lutin. Millum annað tí varð
stór orka løgd í at fáa
Fámjinsskjalið til høldar.
Tað er í hesari avtalu
ímillum danir og føroy
ingar, at tað eftir føroyskum
ynski er staðfest, at Føroyar
skulu hava “ægte medind
dragelse og medindflydel
se” á uttanríkispolitikkin.
Nú liggur á okkum at
taka hesi orðini í álvara og
brúka Fámjinsskjalið til at
ávirka okkara viðurskifti á
uttanríkispolitiska øki
num.
Í hesum serstaka máli
num eiga vit at seta okkum
spurningin, um stríðið
ímóti terrorismu er orsøk
til at seta til síðis manna
rættindini og tey grund
leggjandi virði, ið okkara
vesturlendska samfelag er
bygt á.
Mítt svar er nei, nei og
aftur nei. Tí gera vit tað,
hevur terrorisman vunnið.
Tískil eiga føroyskir
myndugleikar í fyrsta lagi
at krevja at fáa at vita,
hvørt føroyskt loftrúm
verður brúkt til ólógliga
ræning av fólki. Og í øðrum
lagi eiga vit at mótmæla
hesum og vísa í verki, at
Føroyar
og
føroyingar
virða mannarættindasátt
málan hjá ST og ynskja, at
hann verður fylgdur.
Løgtingsmaður fyri
Javnaðarflokkin
www.john.fo
John
Johannessen