Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-12, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. juni 2006síða 9

‹ fyrra síða allar 41 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 110 - 12. juni 2006 9 Tað gjørdist Agnar Jógvanson, ið vann sms-yrkinga­kapp­ ing­ina, ið er tann fyrsta av sínum slag í Føroyum. Heili 168 yrkingar komu inn til kappingina Mentan Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Á Outsider Magazin hava tey havt nógv jørn í eldinum í seinastuni. Á móttøku á Dimmalætting leygardagin varð nýggjasta útgávan av Outsider løgd fram umframt yrkingasavnið “Náðisólin, sum blaðstjórin Kim Simonsen júst hevur givið út. Men gestirnir til móttøkuna bíðaðu ikki minni spentir at hoyra, hvør hevði vunnið sms- yrkinginakappingina “YrkFozt”, sum Outsider Magazin, Ole Wich og Petur Pólson tóku stig til fyrr í ár við stuðli frá Dimmalætting og Kall. Strangir peikifingrar og dansandi tumlar Heili 168 yrkingar komu inn til kappingina, og tá av torn­ aði vórðu tríggir vinnarar funnir. 3. virðisløn fór til Dianu Joensen, 2. virðisløn fór til Jónley á Løgmansbø meðan Agnar Jógvanson vann fyrstu virðisløn. Kim Simonsen sigur, at eitt av endamálunum við kapp­ingini hevur verið at lokka fólk, sum annars ikki høvdu torað tað, at senda inn hetta slagið av yrkingum – Soleiðis var kappingin eisini ein roynd at skilja teirra málsligu kotur, held­ur enn at fordøma teirra krypt­ eraða kjatt- og sms­føroyska mál, sigur Kim, og leggur afturat, at tað kann gott vera at sambært PISA duga før­ oyskir ungdómar ikki so væl í skúlanum og keða seg illa. Hendan kappingin hevur hinvegin víst eitt ótrúligt hegni at uppfinna eitt garrvilt føroyskt skriftmál. Ole Wich hevur í hesum sambandi fleiri ferðir víst á vandan í, at føroyskur mál­politikkur er vorðin so avmarkandi, at fólk aftra seg við at orða seg alment. – Hvat hjálpa strangir máls­­ligir peikifingrar, tá tumlarnir dansa eftir knapp­ unum á fartelefonini og sms- málið titrar ótarnað gjøgnum luftina. Her lekur álvarsliga millum strangan málpolitikk og gerandispraksis – og gjógv­in verður bara størri, sigur Ole Wich, sum er sann­ førdur um, at tað eigur verða pláss fyri hesum slagnum av føroyskum eisini. Ávís granskingarøki skulu raðfestasta hægst. So mugu onnur koma í aðru røð, ljóðaði tað, tá strategibókurin fyri gransking legði síni mál fyri økið fram í farnu viku. Fleiri í visjónstorginum vístu tó á, at ov nógv stýring av økinum kann verða ein vandamikil leið Visjón 2015 Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Hóast visjónstorgið sum heild tók undir við málsetninginum hjá strategibólkinum fyri gransking, menning og nýskapan at neyðugt er við raðfesting innan øki, vóru onkrar ivasamar røddir. Raðfesting ikki útilokan Hesar vístu millum annað á vandan við ov nógvari stýr­ ing av økinum á ein hátt, so grundgranskingin ella breiddin á granskingar­øk­ inum kemur at svíða. Nevnt varð, at ov neyv raðfesting kann hava við sær, at dugna­ ligir granskarar verða leiddir burtur frá økjum, har teir hava sína styrki, og at virðismikil vitan harvið ikki verður gagnnýtt best. Frá strategibólkinum varð mint á, at raðfesting ikki merkir útilokan av øðrum økjum, og at breiddin á onkran hátt má tryggjast. Hinvegin gjørdi bólkurin greitt, at við­ víkjandi raðfesting er talan í veruleiknum ikki um eitt val, men at gera tað, sum er neyðugt og sum okkara avmarkaða tilfeingi loyvir. Mál fyri gransking, menning og nýskapan: Yvirorðnað hevur strategi­ bólkurin orðað hesa visjón um gransking, menning og nýskapan í Føroyum: Føroyar eru millum fremstu lond innan gransk­ing, menning og nýskapan. Hesi viðurskifti skulu sam­skipast soleiðis, at tað almenna og vinna ganga hond í hond innan sam­skipan og raðfesting. Karmar verða skaptir, sum tryggja, at gransking, menn­ ing og nýskapan fáa bestu kor. Fíggjarliga tilfeingið verður stigvíst økt, so tað í 2015 er minst 3 % av brutto­ tjóðarúrtøkuni. Orðað eru mál um Bygnað, Høgt raðfest øki, Fígging og úrtøku. Í høvuðsheitum eru málini hesi: Bygnaður Málið er at samskipa gransk­ ing, menning og nýskapan. Skipaður verður ein bygn­ aður, (organisasjón) sum tryggjar starvsligar og fys­ iskar karmar fyri gransk­arar o.o. Partur av hesum bygn­ aði fevnir eisini um hægri undirvísing Bygnaðurin fevnir um tann organisatoriska partin, t.v.s. at øll viðurskifti viðvíkjandi gransking verða útint, írokn­ að fyrisiting, roknskap, løg­ frøði o.a. Hægri lærustovnar fáa eitt hóskandi tal av phd náms­ styrkum á hvørjum ári fyri at tryggja neyðuga útvegan av nýggjum fólki og fakliga menning Vinnuligar phd verkætlanir og aðrar vinnuligar verk­ætl­ an­ir kunna fáa almennan stuðul Høgt raðfest øki Málið er at tryggja, at gransk­­ ing, menning og nýskapan fáa so góð kor sum gjørligt, samstundis sum ávís øki, sum vit hava serligar góðar fortreytir í, verða høgt raðfest. Høgt raðfestu økini skulu verða við til at lyfta henda partin av granskingini upp á altjóða støði, samstundis sum onnur natúrlig fylgiøki fáa fyrimun av hesum. Hægst raðfesta økið er matframleiðsla úr havinum. Onnur høgt raðfest øki eru: Gentøkni, mentan og sam­ skiftisførleikar (mál og KST) Onnur viðkomandi gransk­ ingarøki, sum stuðla undir hægri vælstandi og vælferð, verða eisini stuðlað, treytað av at tey eru viðkomandi. Fígging og úrtøka Málið er, at tað almenna skal fíggja upp til 2% av BTÚ, meðan vinnan og aðr­ir granskingargrunnar fíggja í minsta lagi 1% av BTÚ. Sett verður í verk ein eftirmetingar- og dygd­ arskipan, sum skal tryggja, at sum mest fæst burturúr. Í strategibólkinum fyri gransking sita: Petur Petersen, formaður Bergur Poulsen Rúna Hilduberg Pál Weihe Danjal Jákup Andreasen Visjónstorg: Gransking skal raðfestast Agnar vann sms-kapping Eitt sera forvitnisligt rap inn­slag var eisini at hoyra á mót­tøkuni á Dimmalætting leygardagin Stigtakararnir Kim Simonsen og Ole Wich fegnaðust um góðu undirtøkuna av sms-yrkingakappingini. Fleiri av yrkingunum eru prentaðar í nýggjasta Outsider Magazin Agnar Jógvanson, Jónley á Lømansbø og Diana Joensen vunnu ávikavist 1., 2., og 3. virðisløn i sms-yrkingakappingini – At ávís øki verða raðfest fremst innan gransking merkir ikki, at onnur skulu útilokast, segði Petur Petersen, formaður í strategibólkinum fyri gransking