mánadagur 12. juni 2006síða 8
‹ fyrra síða allar 41 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 110 - 12. juni 2006
Hósdagin høvdu úlvar í
Suðuroynni úlvadag
Hósdagin hittust eini 60
ungir skótar, ella úlvar,
sum tað verður rópt, til
úlvadag í Vági. Hesir ungu
úlvarnir vóru úr Vági og úr
endurstovnaða skótaliðnum
á Tvøroyri. Skipað varð
fyri úlvakappingum, har
tey ungu sluppu at renna
eftir postum, har ymsir
spurningar skuldu svarast
og ymsar uppgávur og
kappingar klárast.
Tá
hetta
var
gjørt,
lærdu tey ymiskt, ið hevur
samband við skótalív og
so varð kynt í grillina, so
svongu úlvarnir fingu ein
heitan bita.
-do-
Sjey rúsevnismál áttu
at verið fyri rættinum
fríggjadagin í síðstu
viku. Men fyrsta
málið varð útsett.
Í næsta málinum
møtti ákærdi ikki
upp, og triðja málið
var heldur ikki av
nøkrum
RÚSEVNIR
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Í fjórða málinum var talan
um ein mann í fyrra helvt av
30-unum, sum var ákærdur
fyri brot á lógandi um
rúsevnir. Hann var ákærdur
fyri at hava fimm gram av
amfetamin, tríggjar ectasy
tablettir og nakað av hash
uppi á sær, tá hann var
steðgaður av løgregluni í
einum bili í samband við
Summar Festivalin.
Hann játtaði seg sekan
í øllum, og greiddi frá, at
rúsevnini, sum hann hevði
keypt nakrar vikur framman
undan í Havn, vóru ætlaði til
egið brúk.
Ákærdi kravdi 20-30
treytaleyst hefti, tí talan var
um hørð rúsevnir og ikki bara
hash. Verjin vísti á, at her var
talan um eina so mikið lítla
nøgd av amfetamin, og at tað
bert var ætlað til egið brúk.
Hann metti, at ein treytaður
dómur á sera stutta tíð var
nokk.
Ákærdi varð dømdur 20
daga hefti, tí at talan var
um vandamikil rúsevnir.
Men
dómurin
varð
treytaður, orsaka av góðu
persónligu viðurskiftunum
hjá manninum. Hann var
eisini dømdur at rinda
sakarmálskostnaðin, og
hann tók við dóminum.
Hash og ólógligar
tablettir
Í næsta málinum var
eisini talan um brot á
rúsevninslógina.
Hann
var áður dømdur fyri
innsmugling av hash, og í
øðrum føri at hava selt 100
gram hash, keypt nakað
av amfetamin og at hava
hashútgerð liggjandi inni.
Í málinum nú var hann
ákærdur fyri at hava átta
gram av hash, umframt
at hava ólógligar tablettir
liggjandi inni.
Ákærdi kravdi sjey daga
treytaleyst hefti, meðan
verjin metti, at ein bót
og treytað hefti var nóg
mikið. Hann varð dømdur
sjey daga treytaleyst hefti,
umframt at hann skuldi rinda
sakarmálskostnaðin. Hann
tók við dóminum
Smuglaðu góð 400
gram av hash
Í
seinasta
málinum
fríggjadagin, vóru tveir
brøður ákærdir fyri brot á
rúsevnislógina. Báðir hava
teir áður verið í hóslag við
rúsevnir, annar hevur keypt
amfetamin og hin 20 gram
av hash.
Í hesum málinum vóru
teir ákærdir fyri at hava
smuglað góð 400 gram av
amfetamin til Føroyar. Tað
var gjørt í samband við ein
danmarkartúr hjá teimum,
har teir millum annað høvdu
keypt hashi. Hetta høvdu
síðani sent upp við postinum
til Føroyar, men brævbjálvin
var steðgaður í tollinum.
Ákærdi kravdi, at yngri
bróðurin fekk 50 daga
treytaleyst hefti, tí hann
áður hevði verið samband
við hørð rúsevnir. Eldri
bróðurin skuldi hava 40
daga treytaleyst hefti, kravdi
hon.
Verjin metti, at ein
treytaður dómur var nóg
mikið, 20-30 dagar og
kanska ein møgulig bót
aftrat. Men málið var av so
mikið tekniskum slag, at
dómurin var útsettur til nú
fríggjadagin.
Nevndin fyri
sjómannadegnum
hevur í
vikuskiftinum verið í
Vestmannaoyggjunum
fyri at fáa hugskot
HM Í EGNING
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
Føroyar eiga framvegis
besta egnaran í heiminum.
Tað varð staðfest fyrr í
kvøld. Heimasíðan hjá
Norðlýsinum veit at siga, at
Ólavur Poulsen í Klaksvík
í kvøld hevur vunnið
kappingina um HM í egning,
sum í dag hevur verið í
Vestmannaoyggjunum.
Ólavur Poulsen kappaðist
við ein íslending og ein
norðmann. Tíðin hjá Ólavi
var 10.57 minuttir, hjá
Georg Agnarsson úr Íslandi
var tíðin 12.09 og hjá Roul
Jensen úr Noregi var tíðin
12.54.
Tað bar ikki til hjá John
Havn, sum í fjør vann
kappingina í Klaksvík, at
luttaka hesa ferð. Ólavur
Poulsen
var
nýggjur
føroyskur luttakari, og hóast
hann ikki megnaði at taka
tíðina hjá John Havn frá í
fjør, so var tíðin ivaleysa
góð at vinna kappingina við.
Í fjør vann John Havn við
tíðini 8.38.
Ólavur sigur við nordlysid.
fo, at tað gekk væl, hóast hann
ikki kendi íslendsku línuna.
Á línuni vóru 100 húkar við
einum metri ímillum hvønn
húk. Í Føroyum er vanligt,
at tað er 1,80 metur ímillum
húkarnar. Tíggju húkar
manglaðu, og tað var partur
av kappingini at fáa nýggjar
húkar knýttar uppí.
Norðlýsið
skrivar
á
netinum, at nevndin fyri
Føroya Sjómannadegi var
í Vestmannaoyggjunum
saman við Ólavi fyri at kunna
seg við, hvussu íslendingar
halda
sjómannadag.
Leygardagin vóru nógvar
kappingar á skránni, og tær
góvu føroyingunum nógv
hugskot.
Sjómannadagur verður
í Klaksvík leygardagin
19. august. Føroyingarnir,
sum
hava
verið
í
Vestmannaoyggjunum,
koma til hús aftur í morgin.
Norskir granskarar
eru ovfarnir av,
hvussu illa troling
fer við havbotninum.
Botnurin í
Barentshavinum
sær út, sum er hann
pløgdur
Umhvørvi
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Seinastu 14 dagarnar hevur
norska havrannsóknarskipið
“Håkon Mosby” kannað
havbotnin
á
leiðini,
sum
norðmenn
rópa
Tromsøflaket. Umborð eru
lívfrøðingar hjá havrann-
sóknarstovninum og jarð-
frøðingar
hjá
Norges
Geologiske Undersøkelser.
Lívfrøðingurin
Pål
Buhl-Mortensen sigur við
Aftenposten, at teir eru
ovfarnir av tí, sum teir hava
sæð higartil.
– Tað ber neyvan til at finna
100 metrar á botninum, sum
ikki hava týðilig spor eftir
ein trolara, sigur hann.
Við sær hava granskararnir
serbygd myndatól, ið eru før
fyri at avmynda sjálvt tann
minsta smálutin á botni.
Teir hava eisini útgerð til at
taka royndir av botninum,
plantum og øðrum livandi
verum. Men tað eru serliga
avleiðingarnar av trolingini,
sum hava vakt ans.
– Vit hava eisini sæð
weirar, partar av troolposum
og annað, sum skip hava mist
ella tveitt út. Vit hava eisini
sæð okkurt kann stava frá
oljuleiting, sigur Pål Buhl-
Mortensen.
Myndaupptøkurnar av
botninum vísa týðilig spor
eftir troling bæði ein veg og
annan veg, og farleiðirnar
kunnu vera fleiri hundrað
metrar langar. Summi spor
eru rættiliga nýggj, onnur
eldri, og granskararnir siga,
at tað ber til at síggja, at
trolarar hava ikki brúkt sama
trol, tí sporini eru ymisk frá
einum slagi til annað.
Í royndunum, sum “Håkon
Mosby” hevur tikið upp av
botni, er nógvur deyður
svampur, og nú verður
kannað, hví hann er deyður,
og hvørjar avleiðingar hetta
kann fáa. Kanningarúrslitið
kemur
ikki
óvart
á
formannin í umhvørvis-
verndarfelagsskapinum
Bellona. Fredric Hauge
sigur við Aftenposten, at
tey hava leingi stúrt fyri
trolingini í Barentshavinum,
og at vinnan eigur at finna
trol, sum ikki ganga eftir
botninum.
Kanningarnar hjá “Håkon
Mosby” eru liður í einari
umfatandi kanning, sum
skal skráseta havbotnin úti
fyri Norðurnoregi út á 340
metra dýpi.
Trý rúsevnismál í rættinum
Ólavur er heimsmeistari í egning
Ólavur Poulsen kappast í Vestmannaoyggjunum
Mynd: nordlysid.fo
Í greinini um niðurtøkuna av
gamla kommunukontórinum
í Vági, og ætlaða tiltakið í
hesum sambandi týskvøldið,
skrivaðu vit, at tað var
Moréll, ið málaði sluppina,
sum hevur staðið í eina
skjøldrinum. Hetta er ikki
rætt. Tað var hinvegin
William Smith, ið málaði
sluppina á glasplátuna.
Moréll gjørdi og málaði
hinvegin vøkur skjøldur, sum
vóru nýtt við kongavitjanina
í fimmtiárunum.
-do-
Rættleiðing: Ikki Moréll men Smith
Troling oyðileggur havbotnin
Úlvadagur í Vági. Her eru skótaleiðarar og úlvar avmyndaðir
uttanfyri skótahúsini í Vági
Mynd: D.Olsen
Hittust til úlvadag