Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-12, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. juni 2006síða 7

‹ fyrra síða allar 41 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 110 - 12. juni 2006 7 Almanna og Heilsu­ málaráðið hevur ikki brotið persónsupp­ lýsingar­lógina, sig­ur Turið Debes Hentze, forkvinna í Dáturáðnum, og hon tekur skuld­ setingarnar frá leiðaranum í Dátu­ eftirlitinum aftur. Dátutrygd Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Sambært Hans Paula Strøm, landsstýrismann í almanna- og heilsumálum, varð hann vónbrotin og skakaður, tá hann í útvarpinum í síðstu viku varð lagdur undir lógar­brot, í sambandi við verk­ætlanina um talgildu jounalskipanina, sum í løtuni verður royndarkoyrd í pørtum av heilsuverkinum. Tað var Herborg Slo­an, dagligur leiðari á Dátu­ eftirlitinum, sum legði Almanna- og Heilsu­mála­ ráð­ið, Lands­sjúkrahúsið og komm­unulæknarnir, sum hava royndarkoyrt tal­gildu journalskipanina, und­ir at hava brotið persóns­upp­ lýsingarlógina. – Vit hava sent Dátu­ eftirlitinum eitt skriv, har vit krevja at Dátueftirlitið antin prógvar skuldsetingina ella tekur orðini í seg aft­ur, sigur Hans Pauli Strøm, sum sigur seg vera sannførdan um, at Almanna- og Heilsumálaráðið og Landssjúkrahúsið hava handfarið málið á fullgóðan hátt. Og hann sigur seg kunna prógva, at neyðugu loyvini fyriliggja og at tað er púra burturvið at ill­ teinkja eitt heilt ráð og ein landsstýrismann, tá einki hald er í ákærunum. Einki lógarbrot er framt Og Turið Debes Hentze, for­ kvinnu í Dáturáðnum, sigur við Sosialin, at tey mugu staðfesta, at einki lógarbrot er framt, og at nógv samskifti og samstarv er millum Dátueftirlitið og Almanna- og Heilsumálaráðið, og at onkur formlig viðurskifti skulu fáast uppá pláss. – Uppgávan hjá okkum er ikki at koma við skuld­ setingum um eina verkætlan, áðrenn hon er farin at virka. Harafturímóti er tað okkara uppgáva at ráðgeva og vegleiða stovnum og øðrum, sum fáast við per­ sónupplýsingar, so tey ikki koma at fremja lógarbrot, sigur Turið Debes Hentze. Og hon vísir á, at tey hava møguleika at fara inn í eitt mál, sum er farið at virka, um tey meta, at eitthvørt illgrunasamt fer fram. – Í roynd og veru skal Almanna- og Heilsu­mála­ ráðið bara senda okkum eina fráboðan, tá tey fara undir at fáast við viðbreknar persónupplýsingar, og so kunnu vit eftirkanna mál­ið aftaná, um vit ivast í per­ sónstrygdini, sigur Turið Debes Hentze. Spurd um tað fær av­leiðingar fyri dagliga leið­ arin í Dátueftirlitinum, at hon skuldsetti landsstýrismannin og ráðið fyri lógarbrot, sigur Turið Debes Hentze, at tað ongar avleiðingar fær, og at leiðarin eisini sjálv dró í land seinni, tá hon broytti ákærurnar til at snúgva seg um, at neyðugt var at fáa formligu viðurskiftini uppá pláss. Men er tað í lagi, at fara út í fjølmiðlarnar við slíkum, spyrja vit forkvinnuna í Dáturáðnum, Turið Debes Hentze. Og hon endurtekur, at staðfest má, at einki lógarbrot er framt og at fólk kunnu koma til at úttala seg óheppið. Dáturáðið tekur ákærur aftur Uppgávan hjá okkum er ikki at koma við skuldsetingum um eina verkætlan, áðrenn hon er farin at virka. Vit skulu ráðgeva og vegleiða stovnum og øðrum, sigur Turið Debes Hentze Men Hans Pauli Strøm vil framvegis hava eina almenna afturvísing av ákærunum frá Dáturáðnum Dátutrygd Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Hans Pauli Strøm, lands­ stýris­maður í Almanna- og Heilsumálum frøist um, at forkvinnan í Dáturáðnum, Turið Debes Hentze, vísir skuldsetingunum aftur. Kortini sigur hann seg fram­vegis vilja hava eina al­menna fráboðan, har skuld­setingarnar verða tiknar aftur. – Tað hevði verið ómeta­ liga harmiligt fyri alla tal­ gildu journalskipanina, um ivi varð sáddur um trygd­ina, longu áðrenn hon er farin at virka, sigur landsstýrismaðurin. Og hann greiðir frá, at fyri hann hevur tað stóran týdning, at álit er um skipanina. – Ikki minst fyri øll starvs­fólkini, sum koma at arbeiða við henni, og fyri sjúk­lingarnar, sum skulu vera hundrað prosent vísir í, at ongir upplýsingar koma í skeivar hendur, sigur Hans Pauli Strøm. Krevur kortini almenna umbering Tað hevði verið harmiligt fyri talgildu journalskipanina, um ivi varð sáddur um trygdina, longu áðrenn hon er farin at virka, sigur Hans Pauli Strøm.