mánadagur 12. juni 2006síða 6
‹ fyrra síða allar 41 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 110 - 12. juni 2006
Hósdagin opnaði
ein NSR miðstøð á
Glyvrum. Miðstøðin
skal veita ráðgeving
til skúlar, stovnar og
foreldur í sunnaru
helvtini av Eysturoy
SERNÁMSFRØÐI
Heini S. Kristiansen
heinik@sosialurin.fo
Gamli skúlin á Glyvrum
verður karmur um NSR
miðstøðina, sum opnaði
hósdagin. NSR stendur fyri
Náms- og Sálarfrøðilig Ráð
geving. Á miðstøðini fara
fimm starvsfólk at starvast
dagliga. Uppgávan verður
at veita ráðgeving til lærarar
og foreldur og at geva ser
undirvísing og serhjálp til
næmingar við serligum
tørvi.
Hósdagin var samkoma í
hølunum hjá NSR. Jógvan
á Lakjuni og Rodmundur
Nielsen hildu røðu. Marita
og Jonni sungu vakran
tvíraddaðan sang.
Hans Jón Thomsen,
samskipari á miðstøðini á
Glyvrum, bjóðaði vælkomin
og las skránna.
Jógvan á Lakjuni, lands
stýrismaður í mentamálum,
helt røðu fyri áhoyrarunum.
Hann ynskti øllum til lukku
við hesum framstigi innan
sernámsfrøðiliga økið.
– Eg eri ógvuliga fegin
um, at hetta er komið í lag,
tí tað er øllum greitt, at tað
sernámsfrøðiliga økið má
og skal raðfestast hægri.
Eg havi eisini sett mær fyri,
at hetta skal gerast. Eg veit
væl, at hetta verður ikki
gjørt við bert at seta eina
slíka skrivstovu sum hesa
á stovn, her er langt eftir á
mál, men hetta er í hvussu so
er eitt sera týdningarmikið
stig á leiðini, segði Jógvan
á Lakjuni.
Ætlanin er at skipa
5-6 slíkar eindir kring
landið. Afturat eindini í
Eysturoynni, verða eindir í
Tórshavnar kommunu, Suð
uroy, Norðuroyggjum og
Vágum/Norðstreymi, og er
ætlanin at skipa hinar, tá ið
pengarnir eru tøkir.
Oggi Lamhauge hevur
gjørt búmerkið hjá NSR.
Hann avdúkaði búmerkið
uttanfyri.
– Búmerkið hjá stovnin
um lýsir teir tríggjar náms
frøðiligu samstarvs partar
nar, sum hvør á sínum øki
arbeiða fyri somu søk. Hvør
einstaki teirra hevur ein boga
í sínum liti, sum vera tengdir
saman og mynda eina heild,
sum minnir um eina blómu
ella ein varða, greiddi Oggi
millum annað frá.
Góðar umstøður
Hans Jón Thomsen setti tíð
av til at greiða Sosialinum
frá um nýggja stovnin.
Hann fegnast um tær góðu
umstøðurnar.
– Vit hava fingið alt, sum
tørvur er á. Hølini eru flott
og rúmlig, og útgerðin er
góð, sigur Hans Jón.
– Hesin møguleikin verður
til stóra gleði fyri føroysk børn.
Undirvísingin kann gerast
meira effektiv, tá ið vit kunnu
veita hjálp til næmingarnar
við serligum tørvi. Eg vil
fegin vísa á, at tú nýtist ikki
at vera sera veikur næmingur
fyri at móttaka okkara hjálp.
Tað eru sera nógv børn, sum
hava brúk fyri serundirvísing
ella hava ein serligan tørv,
sigur hann.
Miðstøðin er fíggjað
av landinum, men tað
eru kommunurnar, sum
skulu
fíggjað
dagliga
raksturin av miðstøðini.
Allar kommunurnar í sunn
ara partinum eru við í
verkætlanini, og fara tær tí at
móttaka tænastuna frá NSR.
Richard Johansen, skúla
stjóri á Stranda Skúla, var
millum tey, sum vóru møtt
til móttøkuna. Hann fegnast
um nýggja møguleikan, sum
næmingar og lærarar hava
fingið.
– Hetta fer at gera umstøð
urnar nógv betri hjá næming
unum. Foreldrini fara eisini
at kenna ágóðan av hesum.
Foreldur at børnum við ser
ligum tørvi vita nú, at tað
eru fólk við serkunnleika
innan økið, sum koma at
ráðgeva og undirvísa teirra
børnum. Hetta fer at gera
undirvísingina betri, sigur
hann.
NSR fer at virka miðsavn
andi og samskipandi fyri
undirvísing og verkætlanum
miðað ímóti børnum við ser
ligum tørvi.
Vinnudagurin
í Runavík var
fríggjadagin, har ið
umboð fyri vinnuna
luttóku. Runavíkar
Kommuna tók stig til
tiltakið, sum var væl
móttikið
VINNULÍV
Heini S. Kristiansen
heinik@sosialurin.fo
Fríggjadagin var vinnudagur
hildin í Runavík. Tað var
Runavíkar kommuna, sum
tók stig til tiltakið. Umboð
fyri vinnuna í Runavíkar
Kommunu vóru bjóðað við.
Á skránni vóru framløgur
frá ymiskum fólki við hvør
sínum tilknýti til vinnuna.
Jóhanna á Bergi hug
leiddi um Runavík sæð frá
síðulinjuni. Símun Hammer
gav eina greining av vinnuni
í Runavíkar kommunu. Hann
metti um, hvussu økið kann
mennast. Dávur R. Hansen
greiddi frá gongdini við
Skálafjarðartunnilinum,
sum kann koma at hava
sera stóran týdning fyri
vinnuna í Eysturoynni.
Wilhelm Petersen greiddi frá
um ætlanirnar hjá Atlantic
Petroleum í Føroyaøkinum
og á tí globala marknaðinum,
sum teir fyri stuttum hava
gjørt seg galdandi í.
Abraham Løkin luttók á
vinnudegnum fyri Fofish.
Hann fegnast um tiltakið.
– Hetta var eitt gott
hugskot. Tiltakið var sera
væl fyriskipað og væl
gjøgnumført. Hetta var
ein góður møguleiki hjá
umboðum fyri vinnuna at
møtast meira óformelt og
fáa eitt prát, sigur hann.
– Tað er eingin ivi um, at
nógv hava fingið íblástur
av framløgunum. Tá ið
umboð fyri sera ymiskar
vinnugreinar hittast, so er
eisini góður møguleiki at
fáa íblástur frá hvørjum
øðrum.
NSR-tænasta
á Glyvrum
Vinnudagur í Runavík
Hans Jón Thomsen stendur
longst til høgru. Hann er
settur sum samskipari á NSR
miðstøðini. Jógvan á Lakjuni
og Rodmundur Nielsen hildu
røðu á móttøkuni hósdagin
Oggi Lamhauge avdúkar búmerkið fyri NSR, meðan fólk hyggja spent at
Abraham Løkin og Rodmundur Nielsen tosa saman, meðan teir
fáa sær uppí tallerkin. Nógv gott ábit var at fáa, og gav hetta
umboðunum fyri vinnuna møguleika at tosa saman meira
óformelt
Rodmundur Nielsen, borgarstjóri í Runavíkar Kommunu, bjóðar vælkomin. Runavíkar
Kommuna tók stig til vinnudagin