Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-12, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. juni 2006síða 5

‹ fyrra síða allar 41 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 110 - 12. juni 2006 5 Stutt sagt Fríggjadagin á middegi lak olja úr einum bili á vegnum millum Sandavág og Leynatunnilin. Tað var sera hált at koyra – so hált, at løgreglan ávaraði bilførarar um at koyra var­ liga eftir vegnum. Lands­ verkfrøðingurin fór bein­ an­vegin at reinsa vegin, og seinna­partin var aftur trygt at koyra á veg­num. Vakt­ havandi á løgreglustøðini í Havn sigur, at tíbetur kom eingin til skaða. - horsdal Løgreglan nógv um at vera í vikuskiftinum Støkkknívur og bardagi á sundalagsstevnu – Nógv full fólk hava gjørt um seg á sundalagsstevnu, sigur vakthavandi á løg­ reglustøðini í Havn. Leyg­ armorgunin var eitt nú bar­­dagi á skránni uttan fyri nýggju ítróttahøllina í Kollafirði. Løgreglan kom á staðið og koyrdi ein ungan mann til hús. Eftir hetta var friður. Klokkan fýra sunnu­ morg­­unin fekk løgreglan hend­ur á ein støkkknív. Drong­urin, ið átti knívin, hevði ikki brúkt hann, men kom av sínum eintingum til løgregluna og segði, at hann varð provokeraður í heilum. Um tað helt fram, fór hann at nýta knívin. Løgreglan tók sjálvandi knív­in frá dreinginum beinan­vegin, tí tað er ikki loyvi at hava støkknívar uppi á sær í Føroyum. - horsdal Vegur hálur av olju Fríggjadagin varð løg­ reglan í Havn fráboðað, tí innbrot hevði verið í einum hjalli í Havn. Tjóv­ arnir vóru óbodnir farnir inn í hjallin og tóku tveir bøgir og eina rúgvu av brennivínsfløskum við sær. Gerningsmenninir eru ikki funnir, og enn hevur løgreglan ikki feril­ in av, hvørjir teir eru. - horsdal Innbrot í hjalli Klokkan trý fríggjadagin vóru tvey børn horvin frá barnaheiminum í Havn. Børnini vórðu eftirlýst í Útvarpinum, og bert átta minuttir seinni vórðu tey funnin. 10 ára gamli drongurin og 6 ára gamla gentan høvdu tað gott. - horsdal Burturblivin børn Seinnapartin fríggjadagin koyrdi ein motorsúkkla inn í ein bil í Øravík. Boð vóru í stundini send eftir sjúkrabilinum, tí maðurin á motorsúkkluni var illa fyri. Hann var koyrdur á sjúkrahúsið og innlagdur til eftirlit. - horsdal Ferðsluóhapp í Suðuroy Klokkan fýra leygarnáttina var bardagi uttan fyri Manhattan í miðbýnum í Havn. Bardagin var ógvus­ ligur – so ógvus­ligur, at ein maður at enda noyddist at fara á sjúkrahúsið við sjúkrabili, tí hann var illa sligin og sparkaður. Mað­ urin varð innlagdur til eftir­ lit. Klokkan hálvgum seks leygarnáttina varð løgreglan í Havn aftur boðsend, tí nakrir ungdómar spældu ov harðan tónleik. Grannarnir fingu ikki sovið og góvu sína misnøgd til kennar. Løgreglan kom á staðið, og eftir eina løtu var friður í grannalagnum. - horsdal Ófriður í Havn Bilur stolin Leygardagin stjól ein drongur í Kollafirði ein bil frá einum vinmanni. Nakrir vinmenn stóðu og prátaðu, men brádliga fór eini drongurin av­ stað við bilinum hjá vin­manninum. Bileig­ arin ringdi alt fyri eitt eftir løgregluni. Men drongurin, ið fór avstað við bilinum, koyrdi eitt fitt strekki, steðgaði síð­an og flýddi niðan í hagan. Løgreglan fekk ikki fatur á honum, men hann verður tó skuld­ settur fyri stuldur. - horsdal Hetta vikuskiftið hava fleiri koyrt motorakfar ávirkaði av rúsdrekka. Eitt nú varð ein maður tilvildarliga steðg­aður leygarkvøldið av løgregluni, ið skjótt stað­festi, at maðurin var ávirk­aður av rúsdrekka. Somu­leiðis varð ein mað­ur tikin at koyra við kenn­ing sunnumorgunin í Kolla­ firði. Leygarmorgunin var eitt ferðsluóhapp við Kaggan í Havn. Ein maður, ið var ávirkaður av rúsdrekka, hevði koyrt á stabbarnar, ið standa á vegnum uttan fyri Kaggan. Bilurin fór illa, men førarin, ið slapp uttan mein, varð alt fyri eitt tikin fyri at koyra ávirkaður av rúsdrekka. - horsdal Fleiri koyra rúsdrekkakoyring Lesið -so eru tit við!