mánadagur 12. juni 2006síða 29
‹ fyrra síða allar 41 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
[ Nr. 110 - 12. juni 2006 ]
Enska fótbólts-
sambandið biður
nú FIFA geva
spælarunum
møguleika at dreka
vatn undir dystunum.
Sviiar vóru so illur
um javnleikin ímóti
Trinidad og Tobago,
at teir fóru til hendurs
í skiftingarrúminum
HM BÓLKUR B
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Ongland vann fyrsta dystin
í sínum bólki leygardagin.
Paraguay var mótstøðuliðið,
og einasta málið í dystinum
koma tíðiliga, tá ið David
Beckham sendi eitt fríspark
innfyri málið, og ein spælari
hjá Paraguay beindi bóltin í
egið mál.
Ongland hevði gott tak á
dystinum í fyrra hálvleiki,
men í seinna hálvleiki høvdu
teir ávísar trupulleikar við
at spæla og stýra dystinum.
Eftir dystin fekk tann nógv
hitin í Týsklandi skyldina
fyri, at Ongland ikki fekk
spælt soleiðis, sum tað
kundi og vildi, og nú biður
enska fótbóltssambandið
FIFA geva spælarunum
møguleikan at drekka vatn
undir dystunum.
– Vanliga brúka vit 20 litrar
av vatni til ein landsdyst,
men leygardagin brúktu vit
70 litrar. Hetta sigur nakað
um umstøðurnar í Týsklandi.
Tí er tað umráðandi, at
dómararnir geva spæla-
runum
møguleikan
at
fáa sær vatn, tá ið onkur
steðgur er í dystinum, sigur
ein talsmaður fyri enska
fótbóltssambandið.
Sviar fóru til hendurs
Sviar spældu leygarkvøldið
ímóti Trinidad & Tobago,
og hóast sviar spældu ein
góðan dyst og skaptu eina
ørgrynnu av kjansum,
megnaðu teir ikki at skora.
Málmaðurin hjá Trinidad &
Tobago, Shaka Hislop, var
dagsins maður, og sviar,
sum spældu meginpartin av
seinna hálvleiki við einum
manni meira, vóru sera
vónbrotnir eftir dystin.
Sambært svenskum fjøl-
miðlum var lagið so ringt, at
verjuspælarin Olof Mellberg
og
miðvallarspælarin
Fredrick Ljungberg fóru til
hendurs í skiftingarrúminum.
Teir báðir profilarnir á
liðnum sita ikki væl um
sátt, og fyri tveimum árum
síðani bardust teir undir
einari venjing.
Ein
talsmaður
fyri
svenska fótbóltssambandið
váttar, at tað var ófriður í
svenska skiftingarrúminum
eftir dystin, men at eingin
veruligur bardagi var.
Powel endurtók heimsmet
Annar av heimsins skjótastu monnum, Asafa Powell, rann
sunnudagin kapping á 100 metrum í Onglandi, og Powell
var skjótur í vendingini hendan dag. Hann rann teinin í
tíðini 9,77 sekund, og tað er sama tíð, sum heimsmetið
er. Heimsmetið eigur Powell sjálvur, men hann má deila
heitið sum heimsins skjótasti maður við Justin Gatlin úr
USA, sum eisini hevur runnið 100 metrar í tíðini 9,77
sekund. Tann 28. juli eru Powell og Gatlin við í somu
kapping í London.
Mavericks góða byrjan
Í hesum døgum verður spælt um amerikanska meistaraheitið í
kurvabólti. Liðini í finaluni eru Dallas Mavericks og Maimi Heat.
Tveir dystir eru spældir higartil, og liðið úr Dallas hevur vunnið
báðar dystirnar. Í gjár var næsti dysturin spældur í Dallas, og
heimaliðið vann 99-85. Finalan verður avgjørd við, at annað liðið
er best av sjey dystum. Næstu tríggir dystirnir í røðini verða spældir
í Maimi, og nú skal liðið úr Florida taka seg um reiggj, skal tað
hava ein møguleika at vinna meistaraheitið.
Týsku vertirnir
fingu góða byrjan í
HM-endaspælinum.
Teir skoraðu fýra
mál ímóti Costa
Rica, men avdúkaðu
stórar trupulleikar
í verjupartinum.
Póland var tikið á bóli
HM BÓLKUR A
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Setanardysturin í HM-
endaspælinum
gjørdist
meira undirhaldandi, enn
hesir dystirnir plaga at vera.
Heili seks mál vórður skotin
í dystinum, sum vertstjóðin
Týskland vann 4-2.
Týskararnir hava havt
misjøvn
úrslit
undan
endaspælinum, men teir
fingu góða byrjan við
sigrinum á Costa Rica, sum
verður mett millum veikaru
liðini í kappingini.
Týskarar kunnu fegnast
um, at teir skaptu nógvar
kjansir og skoraðu fýra mál,
men teir kunnu ikki verða
serliga fegnir um verjupartin,
har teir avdúkaðu stórar
trupulleikar.
Barnafeilirnir í verju-
partinum vóru av slíkum
slag, at tað er undranarvert, at
teir kunnu henda á so høgum
stigi. Costa Rica fekk eisini
tvey mál burtur úr, tá ið týsku
verjuspælararnir ikki dugdu
at verja, og verjuparturin
kann gerast hælsinan hjá
Týsklandi í dystum ímóti
sterkari tjóðum enn Costa
Rica.
Hin dysturin í bólki A
endaði ikki soleiðis, sum
tey flestu høvdu roknað við
frammanundan. Pólland
spældi ímóti Ecuador, og
tað var Ecuador sum vann
dystin 2-0.
Fjalla-
renning á
Sundalags-
stevnuni
Fyri aðru ferð var
fjallarenning á
skránni á Sunda-
lagsstevnuni. 15
luttakarir møttu
upp og tuskaðu
niðan á – og oman
– frá Lippuhjalla
Renning
Orð & mynd:Inna
Tørnroos
inna@sosialurin.fo
Í 2003 var á fyrsta sinni
skipað fyri fjallarenning
niðan á Sátuna í Kolla-
firði. Vegna mjørka bar
ikki til at renna niðan
á Sátuna, so í staðin
varð runnið niðan á
Skælingstjørn.
Í ár var ætlanin
aftur at royna túrin
niðan á Sátuna, men
vegna mjørka so var
hetta eisini broytt í ár.
Runnið varð so langt
sum mjørkin loyvdi
– niðan á Lippuhjalla
– ið er á vegnum niðan
á Sátuna.
Rennarirnir vóru úr
øllum aldursbólkum,
12 mannfólk og trý
konufólk. Eisini var
onkur
útlendingur
millum rennarirnir.
24,26 minuttir tók tað
hjá Jóan Karl Joensen at
renna teir umleið 450
metrarnar, og knappar
fýra minuttir seinni
komu Fredrik Tørnroos
og Brian Bernhardson.
Luttakarar og tíðir
Jóan Karl Joensen
24.26
Fredrik Tørnroos 28.10
Brian Bernhardson
28.39
Hentza Johansen 29.13
Kristian
Tørnroos
29.41
Djóni Joensen 30.02
Hans Dánial Joensen
30.40
Harry Hansen 33.29
Regin Jóanesarson
34.17
Sølvi Ragnarsson
36.09
Bergur Holm 01.02
Dávið Steffensen 01.02
Paula Eikhólm 31.08
Marna Rubeksen 31.26
Marjun av Steinum
52.04
Runnið varð niðan á
Lippuhjalla í Kollafirði.
Ongland vil drekka meira vatn
Komandi dystir
Bólkur E
Dagur
Kl.
Dystur
12.06
17.00
USA-Kekkia
12.06
20.00
Italia Ghana
Bólkur F
12.06
14.00
Australia-Japan
13.06
20.00
Brasil-Kroatia
Bólkur G
13.06
14.00
Suður Korea-Togo
13.06
17.00
Frakland-Sveis
HM-Toppskjúttar
Omar Bravo
Mexico 2
Paulo Wanchope Costa Rica
2
Miroslav Klose Týskland
2
David Beckham og liðfelagarnir fáa ikki nóg nógv av vatni undir dysti, siga teir. Kanska áttu teir
at drukkið vatnið, heldur enn at spæla sær
Mynd: Scanpix
Týskland spældi sum børn í verjuni