mánadagur 12. juni 2006síða 30
‹ fyrra síða allar 41 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
[ Nr. 110 - 12. juni 2006 ]
aadlfkj
alæksdfj a kasd ælka
dælk assd fælk jaæslld
jfæll lasd fælkaj sdlkff
asdf ads fælakjm asd
asdf asdf ass fass assdf
ælkajs sdffl a d s asd f
asd fkjasdfæl
Arjen Robben var
stóri spælarin
á hollendska
landsliðnum, sum
vann ímóti Serbia
& Montenegro, men
liðfelagið er í øðini,
tí hann heldur, at
Robben er alt ov
sjálvsøkin á vøllinum
HM BÓLKUR c
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Chelsea-spælarin Arjen
Robben var heiðraður sum
besti maður, tá ið Holland
í gjár vann fyrsta dystin í
HM-endaspælinum. Robben
skoraði einasta málið ímóti
Serbia & Montenegro, men
hann vísti fleiri ferðir, at
hann er ein framúr góður
spælari.
Tað eru tó ikki øll, sum
eru so fegin um spælið hjá
Robben. Arsenal-spælarin
Robin van Persie, sum spælir
høgri vongur hjá Hollandi,
er í øðini um spælistílin hjá
Robben, sum hann kallar alt
ov sjálvsøknan.
– Hann má taka fyrilit fyri
sínum liðfeløgunum. Við
hvørt spælir hann meira fyri
seg sjálvan enn fyri liðið,
sigur Robin van Persie.
Landsliðsvenjarin Marco
van Basten er greiðir yvir, at
tað er ikki javnvág á hansara
liði.
– Okkara spæl gekk mest
fyri seg í vinstru síðu, tí
Robben er so væl fyri,
og tað gjørdi tað trupult
hjá Persie í hinari síðuni,
sigur landsliðsvenjarin.
Robben sjálvur tvíheldur
um, at hann spælir fyri liðið
og ikki seg sjálvan.
Argentina knógvaði
Fílabeinsstrondini
Argentina verður roknað sum
eitt av sterkastu londunum
í HM-endaspælinum, men
suðuramerikanska liðið
hevði stórar trupulleikar
av sterka liðnum hjá
Fílabeinsstrondini í dystinum
leygarkvøldið.
Fílabeinsstrondin
er
kanska sterkasta liðið úr
Afrika, og tað góvu teir
eisini eina ábending um
leygarkvøldið. Argentina
fekk tvey mál og vann dystin,
men Fílabeinsstrondini trýsti
nógv og skoraðu eitt mál.
Harvið komu Holland
og Argentina best frá
byrjan í bólki C, sum av
mongum verður roknaður
sum sterkasti bólkurin í
endaspælinum.
Munkar fáa ordrar um fótbólt
Teir 40.000 buddistisku munkarnir í Kambodia hava nú
fingið greið boð um, hvussu teir skulu bera seg at í hesum
døgum, tá ið áhugin fyri HM-fótbólti er so stórur. Andaligi
leiðarin hjá teimum, Non Nget, hevur sagt, at teir kunnu
hyggja eftir fótbólti, men teir mugu ikki heppa á liðini.
Munkarnir skulu ikki hyggja eftir fótbólti alment, og teir
mugu fyri alt í verðini ikki tippa dystirnar í HM-kappingini.
Um munkarnir rópa undir dystunum, verða teir útihýstir frá
munkaordanum.
Brøndby gjørdist meistari
– hjá kvinnum
Í gjár var seinasta leikumfar í donsku kvinnukappingini í fótbólti.
Brøndby lá best fyri undan seinastu dystunum, og tað eydnaðist
eisini liðnum at vinna meistaraheitið. Brøndby spældi ímóti OB
og vann heili 7-1. Harvið kundi Fortuna Hjørring einki gera
við Brøndby á fremsta plássinum, og kvinnuliðið úr danska
høvuðsstaðnum fekk gullmerkini hongd um hálsin. Hetta er
fjórða árið á rað, at Brøndby vinnur donsku kvinnukappingina.
Skovlunde endaði sum nummar trý og fekk bronsumerkini.
Robben er ov sjálvsøkin
HM – endaspælið
HM-dystir
Bólkur A
Týskland-Costa Rica
4-2 (2-1)
1-0: Philip Lahm, 6.
1-1: Paulo Wanchope,
12.
2-1: Miroslav Klose,
17.
3-1: Miroslav Klose,
61.
3-2: Paulo Wanchope,
73.
4-2: Thomas
Hitzisperger, 87.
Póland-Ecuador 0-2
(0-1)
0-1: Carlos Tenorio,
24.
0-2: Agostin Delgado,
80.
Bólkur B
Ongland-Paraguay
1-0 (1-0)
1-0: sjálvmál, 3.
Trinidad & Tobago-
Svøríki 0-0
Bólkur C
Argentina-
Fílabeinsstrondin 2-1
(2-0)
1-0: Hernan Crespo.
24.
2-0: Javier Saviola, 38.
2-1: :Didier Drogba,
82.
Serbia &
Montenegro-Holland
0-1 (0-1)
0-1: Arjen Robben, 18
Bólkur D
Mexico-Iran 3-1 (1-1)
1-0: Omar Bravo, 28.
1-1: Yahya
Golmohammadi, 36.
2-1: Omar Bravo
3-1: Antonio Zinha
Angola-Portugal 0-1
(0-1)
0-1: Pedro Pauleta, 4.
Málskjúttin hjá
Portugal í sigrinum á
Angola heldur, at liðið
má betra sítt spæl, um
tað skal koma langt í
HM-endaspælinum.
Mexico vann
pliktsigur á Iran
HM BÓLKUR D
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Portugal gjørdi einasta
málið, um kom í dystinum
ímóti Angola sunnukvøldið.
Portugal var favorittur til at
vinna dystin, men tað var
eingin sannførandi sigur,
hóast Portugal var betra liðið
á vøllinum.
Hetta ásannaði málskjúttin
Pauleta eisini eftir dystin.
– Fyrsti dysturin er altíð
trupul, men vit fingu trý stig,
og tað hevur størstan týdning.
Vit skulu betra spælið hjá
okkum, um vit skulu koma
langt í hesi kappingini. Vit
mugu veruliga spæla betur
enn í kvøld, segði Pauleta
eftir dystin.
Luis
Figo,
sum
er
liðformaður hjá Portugal,
var kosin til besta spælaran
í dystinum, meðan Cristiano
Ronaldo,
sum
veðrur
roknaður sum størsta vónin
hjá Portugal, varð skiftur út
eftir eitt misjavnt avrik.
Hin dysturin í bólki D
var ímillum Mexico og
Iran, og her vann Mexico
3-1. Roknað varð eisini við
frammanundan, at Mexico
skuldi vinna dystin, og
hóast Iran fór til hálvleik við
javnleiki, so gjørdi Mexico
sína skyldu í seinna hálvleiki
og skoraði tvey mál.
Venjarin hjá Mexico
var ikki nøgdur við sínar
spælarar eftir fyrra hálvleik,
og í hálvleikssteðginum
skifti hann tríggjar spælarar
út.
Stóri spælarin í dystinum
var Omar Bravo, sum
skoraði tvey av málunum
hjá Mexico.
Portugal má spæla betur