Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-12, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. juni 2006síða 31

‹ fyrra síða allar 41 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

32 Nr. 110 - 12. juni 2006 Alv skúlin við Áir byrjar nýtt skúlaár mánadagin 14. august 2006. Alv skúlin er fyri vaksin við skerdum vinnuevnum t.d. aftaná vanlukku, viðføddum breki ella av sosi­ alum orsøkum. Næmingar kunnu taka prógv til fráfaringarroynd fólkaskúlans og FHS prógv. Skúlin er kostskúli og møguleiki er at búgva á kostdeildini. Skúlin strembar eftir at menna næmingarnar og sjálvsálit teirra, so at teir kunnu koma aftur í tær avbjóðingar, sum samfelagið býður, og at teir har kunnu kenna seg væl. Alt virksemi skúlans viðvíkjandi teim ymsu næm­ ingunum er vent móti føroyska samfelagnum við tí stavnhaldi, at næmingarnir koma at eiga eitt vinnustað har. ALV­skúlin hevur mangar og drúgvar royndir við endurútbúgving, og tað er út frá hesum fyritreyt­ um, tað verður farið til verka. Áhugað kunnu venda sær til skúlan (sí omanfyri nevndu adressu) og fáa tilmeldingarblað. Næmingar, ið Almannastovan ávísir, koma í fyrsta lagi inn á skúlan. Nærri fæst at vita hesum viðvíkj­ andi við at venda sær til marjuna Berg, deildarleið­ ara, tlf. 353570. Tilmeldingarfreistin er mánadagin 30. juni 2006. Alv-skúlin við Áir Mai­Britt Holm Andersen skúlaleiðari Epileptikarafelag Føroya Aðalfundurin verður hildin í MBF-húsinum, Íslandsvegur 10c, Tórshavn mikukvøldið 14. juni 2006 kl. 19.00. Skrá sambært lógum felagsins. Elisabeth Akursmørk, life coach, kemur at tosa um at hava ábyrgd av egnum lívi og síggja møguleikar fram um forðingar og at vera avvarðandi til ein við epilepsi. Nevndin Skeið á Føroya Blindastovni Er sjónin viknað? – ongin forðing Ert tú sjónveikur/blindur og pensiónist? So hevur tú nú møguleika at koma á skeið á Føroya Blindastovni til ymiskt handaligt arbeiði, sam­ stundis sum tú fær møguleika at møta øðrum við líknandi trupul­ leikum. Innihald: Tøving, horn, stein, leður, ymiskt træarbeiði, ymiskt handarbeiði og veving. Fimleik, upplestur og útferð. Tíðarskeið: 3. juli­7. juli og 10. juli­ 14. juli. Møguleiki er at vera í eina ella tvær vikur. Skeiðið er frá kl. 9.00 til 16.00 hvønn dag. Stað: Føroya Blindastovnur, Íslandsvegur 10A, Tórshavn. Kostnaður: 500,00 kr. fyri eina viku. Í prísinum er íroknað allar máltíðir. Tilfar til tað handaliga arbeiðið er ikki íroknað. Tilmelding: Ring á tlf. 318222 áðrenn 20. juni 2006. Sethús til sølu Sethús í Toftum í Vági til sølu, til støddar ca. 8,5x7 m. Matr. nr. 219, grundøkið til víddar 710 m2. Húsini eru í 2 hæddum + kjallara. Tlf. 373081, 373062 ella 223462 eftir kl. 17.00