mánadagur 12. juni 2006síða 33
‹ fyrra síða allar 41 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
34
Nr. 110 - 12. juni 2006
Leiðari til Dagstovnin í Løkjatúni
Tórshavnar kommuna søkir eftir leiðara 40 tímar um vikuna til dagstovnin í Løkjatúni at byrja 1. juli
2006 ella eftir avtalu.
Vit bjóða
• eitt áhugavert starv í einum nærumhvørvi, har náttúran hevur stóran leiklut í
gerandisdegnum og har spælið fyllir nógv
• møguleika at seta dám á stovnin
• møguleika fyri ráðgeving
Vit vænta at tú
• er útbúgvin pedagogur
• hevur leiðsluroyndir
• kanst arbeiða sjálvstøðugt og taka avgerðir
• hevur hugsjónir um virksemi í einum dagstovni
• hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan og tryggan gerandisdag, við virðing
og umsorgan fyri tí einstaka barninum, foreldrinum og starvsfeløgunum
• kanst virka í góðum samstarvið við starvsfelagar og foreldur
• dugir væl at samskifta, bæði innan- og uttanhýsis
• er opin fyri møguligum bygnaðarbroytingum
• hevur teldukunnleika á brúkarastøðið
Setanarviðurskifti
Starvið verður sett sambært sáttmála við Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.
Umsókn
saman við viðmælum, royndum og upplýsingum um útbúgving skal vera Tórshavnar kommunu,
Postboks 32, 110 Tórshavn í hendi seinast mánadagin 26. juni 2006.
Meiri fæst at vita
um starvið við at venda sær til Frígerð Sundsskarð, deildarleiðara, tlf. 302010.
Tórshavnar kommuna
Leyst starv
Les meira um onnur størv á www.torshavn.fo/leysstorv
Leiðari til Frítíðarskúlan Stoffalág 60
Tórshavnar kommuna søkir eftir leiðara at arbeiða 40 tímar um vikuna til Frítíðarskúlan Stoffalág 60 at
byrja 1.juli 2006 ella eftir nærri avtalu.
Vit bjóða
• eitt áhugavert starv, har tú fært møguleika at seta dám á stovnin
• møguleika fyri ráðgeving
Vit vænta at tú
• ert útbúgvin pedagogur
• hevur leiðsluroyndir
• kanst arbeiða sjálvstøðugt og taka avgerðir
• hevur hugsjónir um virksemi í einum frítíðarskúla
• hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan og tryggan gerandisdag, við virðing og umsorgan fyri tí
einstaka barninum, foreldrinum og starvsfeløgunum
• kanst virka í góðum samstarvið við starvsfelagar og foreldur
• dugir væl at samskifta, bæði innan- og uttanhýsis
• hevur teldukunnleika á brúkarastøðið
Setanarviðurskifti
Starvið verður sett sambært sáttmála við Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.
Umsókn
saman við viðmælum, royndum og upplýsingum um útbúgving skal vera Tórshavnar kommunu,
Postboks 32, 110 Tórshavn í hendi seinast mánadagin 26. juni 2006.
Meiri fæst at vita
um starvið við at venda sær til Frígerð Sundsskarð, deildarleiðara, tlf. 302010.
Tórshavnar kommuna
Leyst starv
Les meira um onnur størv á www.torshavn.fo/leysstorv
Kunngerð um
ognartøku
Við hesum verður kunngjørt sambært reglurnar
í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954, at Klaksvíkar
Býráð á fundi 24. mai 2005 hevur samtykt at
ognartaka neyðugt lendi til útstykkingarætlan
»Undir Fossum« í Klaksvík.
Ognartøkan umfatar part av hesum matriklum:
632a, 650a, 650d, 697a, 715a, 718a, 719a, 738a,
739a, 740, 751a, 752a, 788a, 795a, 797, 805, 827a,
829a, 830a, 836, 841 og 845 í Klaksvík.
Ognartøkan liggur frammi til alment eftirlit á
býráðsskrivstovuni inntil 5. juli 2006 og skulu
møguligar kærur verða býráðnum í hendi í
seinasta lagi 11. september 2006.
Klaksvík 9. juni 2006
Klaksvíkar Býráð