mánadagur 12. juni 2006síða 34
‹ fyrra síða allar 41 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 110 - 12. juni 2006
35
Stuðulsskipanin fyri vaksin søkir eftir
einum stuðli til 3 brúkarar í vestara parti
av Norðstreymoy
Arbeiðsuppgávurnar eru at stuðla og stimbra
brúkararnar í gerandisdegnum og hava samband/
samskifti við teir um hvønndagslig viðurskifti.
Arbeiðstíðin er 12½ til 15 tímar um vikuna til allar
tríggjar. Møguleiki er at hækka normeringina.
Førleikakrøv:
Umsøkjarar, ið hava útbúgving sum pedagogar,
heilsuhjálparar og starvsfólk við líknandi útbúgving
hava fyrimun til starvið.
Hvat viðvíkur øðrum útbúgvingum, sum primært
ikki eru ætlaðar til arbeiði innan almanna- og
heilsuøkið, verður víst til hjálparfólkasáttmálan hjá
pedagogfelagnum.
Lønar- og setanartreytir:
Talan er um størv innan Heimarøktina og Ser-
forsorgina og roknast má við, at arbeiðstíðirnar av
og á eru skiftandi dag-, kvøld, og vikuskiftisarbeiði.
Løn sambært sáttmála millum avvarðandi yrkisfelag
og Fíggjarmálaráðið.
Nærri fæst at vita um starvið frá sosialráðgeva Finni
Joensen tlf. 354020.
Umsókn saman við útbúgving, royndum og
møguligum viðmælum, skulu innan 26.juni 2006
sendast til:
Stuðulsskipanina fyri vaksin
Løkjatún 1,
F0–160 Argir · Tlf. 354020
Stuðul til Stuðuls-
skipanina fyri
vaksin
Heimarøktin
og Serforsorgin
Sjúkrarøktar
frøðingur til B8
Eitt avloysarastarv fulla tíð, í skiftandi vaktum, er
leyst at søkja til setan frá 1. august 2006 ella eftir
avtalu, til og við 31. januar 2007. Møguleiki er fyri
lægri brøki.
Arbeiðsøki er í høvuðsheitum
• røkt og viðgerð til kardiologiskar sjúklingar
Krøv til umsøkjaran
• prógv sum sjúkrarøktarfrøðingur
• fakligan áhuga í røkt og viðgerð av cardiologisk
um sjúklingum
• góð samstarvsevni
Vit kunnu bjóða
• eitt
dynamiskt,
avbjóðandi
og
fjølbroytt
umhvørvi
• fakliga kompotentar og virknar starvsfelagar
• innleiðslu og upplæring
Fyrimun hava umsøkjarar, sum hava
• cardiologiskar royndir
• cardiologiska eftirútbúgving
Vegna umvælingar á B6, B7 og B8 í ár, er B8 flutt á
B7 frá 1. maj 2006. Nýumvælda og spennandi B8 er
væntandi klárt at taka í nýtslu 1. august 2006. B7
letur aftur vegna umvælingar 1.september 2006. Tá
verða eisini aðrir enn cardiologiskir sjúklingar á B8.
Løn og setanartreytir smb. sáttmálan millum
Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjar
málaráðið.
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til
Astu Joensen, deildarleiðara, telefon 304500, lokal
6068 ella til Ásu Poulsen, leiðandi sjúkrarøktarfrøð
ing, lokal 6102, epost asap@lsh.fo
Umsóknarfreistin er 28. juni 2006 kl. 12.00.
Tað er umsøkjarans ábyrgd, at umsóknin er á Lønar
og starvsfólkadeildini áðrenn freistin er úti.
Skivlig umsókn merkt ”umsókn til starv” við CV,
avrit av prógvum, autorisatión, skjølum o.l. skulu
sendast til
Landssjúkrahúsið
Lønar og Starvsfólkadeildin
FO100 Tórshavn
Á heimasíðuni hjá Landssjúkrahúsinum www.lsh.fo sæst meira um
størv við at klikka á leinkjuna ”starvsfólk”
Landssjúkrahúsið
Fo 100 Tórshavn
Skrivstovufólk
Ferðaskrivstovan My Faroe í Keypmannahavn søkir
eftir skrivstovufólki til byrjan 1. august 2006.
Ert tú ábyrgdarfull/ur, kann arbeiða sjálvstøðugt,
røkin, »servicemindaður« og fúsur til at starvast
í einum arbeiðsumhvørvi har nógv ferð er
á, so hava vit eitt áhugavert starv við góðum
arbeiðsumstøðum.
Fyrimunur er at tú hevur royndir innan ferðavinnu:
• kunnleika til bókingarskipanir innan ferðavinn
una (Amadeus)
• kunnleika til at fyrireika og selja »pakkaferðir«
• kunnleika til føroyskt viðurskifti innan ferða
vinnu
• kunnleika til »MS Officepakkan«.
Løn eftir avtalu.
Skrivlig umsókn við avriti av prógvum og CV skal
vera My Faroe í hendi seinast 20. juni. Umsóknin
skal sendast sum teldupostur til therese@myfaroe.
dk
Um tú ynskir at vita meira um starvið kanst tú
venda tær til Theresu Turidardóttir Kreutzmann,
stjóra, tlf. 33 31 36 00 ella senda teldupost til
therese@myfaroe.dk
Á Verkstaðnum Vón er eitt starv sum reingerðarfólk
20 tímar um vikuna leyst til setan 14. august 2006.
Verkstaðið Vón er ein vardur verkstaður og er
dagliga karmur um arbeiðslívið hjá uml. 43
vaksnum arbeiðsfólkum við menningartarni og 13
starvsfólkum.
Á staðnum er dagliga stórt og fjølbroytt virksemi
millum kl. 8.00 og 16.00, og í vetrarhálvuni eisini
týskvøld.
Arbeiðstíðin hjá reingerðarfólkinum verður sostatt
uttanfyri hesi tíðarbil.
Umsøkjarin skal vera fleksibul og skal hava áhuga
í at arbeiða á einum arbeiðsplássi í støðugari
menning, og skal somuleiðis vera røkin og lættur
at samstarva við.
Starvið verður lønt sambært sáttmála millum
Havnar Arbeiðskvinnufelag og Fíggjarmálaráðið.
Skriftlig umsókn skal sendast til:
Verkstaðið Vón
Att: Maud Wang Hansen, leiðari
Postsmoga 2003
165 Argir
Umsóknarfreistin er 14. juli 2006.
Heimarøktin og Serforsorgin
Serstovnadeildin
Reingerðarfólk
til Verkstaðið Vón
Avloysarar
Søkt verður eftir tveimum avloysarum fyri starvsfólk
í svimjihøllini í Vágs kommunu at byrja 3. juli 2006.
Ynskiligt er at umsøkjarar hava hóskandi royndir.
Starvið er lønt samsvarandi sáttmála millum
Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya og Starvs
mannafelagið.
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til
Petry Joensen, tlf. 373024.
Umsóknin saman við upplýsingum um útbúgving
og royndir skal vera Vágs kommunu í hendi í
seinasta lagi 21. juni 2006 kl. 12.00.
Umsóknin skal sendast til:
Vágs Kommunu
FO-900 Vágur
Viðm. avloysari
Lesið
-so eru tit við!