mánadagur 12. juni 2006síða 40
‹ fyrra síða allar 41 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 110 - 12. juni 2006
43
Sign á G!
Lovorðini og gleðin hjá G! Festivalinum eru stór nú G! Festival kunnger at
ein av fremstu og mest lovandi bólkunum í Íslandi, Sign verður á G!-skránni í
summar!
Sambært t.d. størsta rokkblaðnum í Onglandi, Kerrang, so er skilagott at halda
eyguni við Sign, sum eru væl á veg at gerast limir í eksklusiva klubbanum, av
íslendskum tónleikabólkum, sum sláa ígjøgnum á altjóða tónleikapallinum.
Kerrang hevði fyri eini tveimum vikum síðani eina heila síðu við grein um bólkin,
ið heitti á lesaran at fylgja væl við Sign.
Fløgan “Thank God for silence” við staklagnum “A little bit”, sum New York
framleiðarin Mark Plati hevur framleitt, og sum gittarhetjan, Earl Slick, gestar
á, er júst givin út í Onglandi og á alnetinum. Hon fór beinleiðis inn á toppin á
íslendska sølulistanum. Men eisini umheimurin byrjar at fáa eyga á íslendska
undrið. Tónleikurin kann lýsast sum stórur, orkumikil og melodiøsur. Hann hevur
sterkar røtur í arena rokkinum í 80’unum. Men hóast eitt ávíst mát av nostalgi,
er Sign bæði nútímans og viðkomandi. Og fram um alt er bólkurin ótrúligur á
konsertum. Sign gevur seg 110% og blæsur bæði fólk og fæ um koll. Jantelógin
finst ikki á sama hátt í Íslandi, sum vit kenna hana her, og hetta er kanska grundin
til, at íslendarar ferð eftir ferð taka heimin av bóli, ikki minst innan tónleikin,
skrivar G! festivalurin millum annað.