mánadagur 12. juni 2006síða 41
Tekstur á síðuni
44
Nr. 110 - 12. juni 2006
Malaysia er best
Anja Kass Olsen av Nesi er farin ein gongutúr í miðbýnum í Havn.
Anja hevur sonin Dánjal við sær. Tey eru farin at hugna sær í Havn
í góðveðrinum.
Anja ætlar sær ikki at fara at ferðast uttanlanda í ár. Hon hevur fyri
stuttum verið í Malaysia við familjuni, og tað var ein góður túrur.
– Eg ætli mær at ferðast í landinum. Vit fara á summarfestival, og
tá ætla vit at sova á Viðareiði. Tað gleði eg meg til, sigur Anja.
Vit fingu Anju at velja fimm tey bestu ferðamálini í heiminum, og
hennara meting var soleiðis:
1. New Zealand/Avstralia – Anja var au-pair í New Zealandi
sum tannáringur
2. Malaysia – Tað var ein dreymatúrur. Har var so lekkurt, sigur
Anja!
3. Kosta Rika – Har hevur Anja eisini verið við familjuni
4. Grikkaland – Søga og mentan...og gott veður
5. Bornholm Vit høvdu eina fína feriu á Bornholm, har foreldrini
hjá mær og syskini hjá mær við børnum vóru við, sigur Anja
18950
Insektfangari
og insektbúgv
pr. stk.
Smyrilsvegur 7 · Tórshavn · Tel 319707 & 319929