Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-13, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. juni 2006síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 111 - 13. juni 2006 – Tað er órógvandi fyri ferðafólk, sum ikki roykja, at tað er so nógvur roykur á flogvøllinum í Vágum. Flogvøllurin átti at verið púra roykfríur, sigur eitt av ferðafólkunum, sum hóskvøldið bíðaði eftir seinkaðum flogfari í Vágum ROYKING Eyðun Klakkstein eydun@sosialurin.fo Strangt roykiforboð verður vanliga knýtt at flogferðslu – í øllum førum tá ið flogførini eru á flogi – men á flogvøllinum í Vágum ber til at fáa sær ein guv í cafeteria-økinum. Í einum parti á kaffistovuni ber til at festa sær í og blása tubbaksroykin út í luftina. – Tað skuldi verið full­ komiligt bann fyri royking á flogvøllinum. Nógv fólk sita vanliga og bíða eftir flogfarinum, og tað kann ikki verða rætt, at tey skulu sita í royki og bíða. At royking bert er loyvd í einum parti av kaffistovuni hjálpir lítið, tí roykurin fer allastaðni, sigur Erik Biskopstø, sum hóskvøldið bíðaði fleiri tímar eftir flog­ fari, ið ikki fekk sett seg í Vágum orsaka av mjørka. – Alt fleiri fólk ferðast, og bíðitíð er vanlig á einum hvørjum flogvølli. Tí eiga fólk ikki at útsetast fyri royki á einum slíkum staði. Vit hava ein almennan royki­­politikk í Føroyum, og flogvøllurin átti eisini at tikið stigið og blivið royk­ fríur, sigur Erik Biskopstø. – Tað er kanska væl skilj­ andi, at fólk, sum sita leingi og bíða, vilja hava eina sigarett, og tí kundi verið hóskandi við serstøkum royki­rúmi á flogvøllinum, sigur hann. Flogvøllurin eigur at verða roykfríur Teitur tykist at hava bitið seg fastan í ovastu rók á 15 teimum bestu, hvørki finsk trøll ella rokk gudar úr Kalifornia megna at taka Louis Louis aftur Tónleikur Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Hóast hann er undir hørðum trýsti frá Lordi og lagnum Hard Rock Halleluja, so er Teitur eisini hesa vikuna ovast á 15 teimum bestu. Fimtu viku á rað liggur fyrsta stakfløgan hjá Teiti Louis Louis ovast á før­ oyska hitlistanum hjá Út­varpi Føroya. Lagið, ið hevur fingið Tom Petty at leggja sak móti Red Hot Chili Peppers “Dani California” liggur á triðja plássi framman fyri Just Dig hjá Høgna Lisberg, ið 12. viku á rað liggur ovarliga á listanum. Eitt greitt tekin um, at Høgni Lisberg er vorðin eitt tað best umtókta navnið á før­ oyska tónleikapallinum. Høgni hevur næstan alt árið havt okkurt lag í ovara enda á 15 teimum bestu. M.a. nógvar vikur á ovastu rók við fyrst Learn To Ride On Waves og síðan Just Dig. Á fimta plássi liggur Summar Festival aktuelli The Rasmus við lagnum Sail Away. Umframt Teit og Høgna eru tvey onnur føroysk løg á listanum. Dancing Around Honolulu hjá The Story Ends livir eina skiftandi tilveru á listanum. Eina viku lá lagið ovast, síðan hevur tað flutt seg aftur og fram, inntil tað í seinastu viku sá út til at vera á veg av listanum á 13. plássi. Hetta aftan á einans 6 vikur inni í hitanum. Hesa vikuna er lagið fari eitt vet upp, og liggur á 10. plássi. Síðsta føroyska lagið á listanum er dance útgávan av Páll Finnur Páll lagnum Rasputin. Tað er High Hat saman við Heiðriki á Heygum, ið hevur staðið fyri endurgerðini av lag­ num, Rasputin krýpur upp av 15. til 14. pláss. Eitt føroyskt eykalag royn­ ir seg eisini hesa vikuna. Tað er endurgerðin hjá Side Effect av gamla MC-Hár lagnum Murder #1, ið nú sleppir at royna seg. Lagið var eisini inni á 15 teimum bestu í upprunaútgávuni í 1999. Tað er áhugavert, at endur­ gerðir av føroyskum løgum tykjast at gerast alsamt betur umtóktar. Í fjør var tað Nalja lagið Sjeikurin, ið gjørdi um seg. Nú eru tað Rasputin og Murder #1 og um eina góða viku, gevur The Dreams eina heila fløgu út við endurinnspældum føroyskum hittum. Teitur heldur fast í ovastu rók Eingin megnar at skumpa Teit av ovastu rók á 15 teimum bestu Flogvøllurin átti at verið púra roykfríur, heldur Erik Biskopstø