Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-13, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. juni 2006síða 3

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 111 - 13. juni 2006  Hóast tað fara at ganga nøkur ár enn til koyrandi verður av Skálafjørðinum til Havnar, merkja kommunurnar við fjørðin longu til øktan áhuga fyri búseting. - Vit fáa í heilum umsóknir frá fólki sum ynskja at seta búgv her á Strondum, sigur Malena Thomsen, borgarstjóri í Sjóvar kommunu Tunnil Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Myndir: Jens Kr. Vang Skálafjørðurin: Tær tríggjar kommunurnar sum verða knýttar at ætlanini um Skála­ fjarðartunnilin eru longu nú farnar undir fyrireikingar sínar til hesa kollveltandi broytingina í samferðsluni. Hesar fyrireikingar snúgva seg í fyrsta umfari um, hvussu vegføringarnar skulu liggja í økinum og hvussu ferðslan so snikkaleys sum gjørligt kann leiðast til økið og út úr økjunum á Strondum, Runavík og Havn. Ein onnur fyrireiking eru umstøðurnar hjá fólki at seta búgv í økinum. Eftir bert fáum minuttum kann ein borgari í Havn í 2012 flyta seg til arbeiðsstað sítt á Skálafjørðinum – og øvugt. Og eftir góðum hálv­um tíma kann ein havn­armaður í framtíðini røkka arbeiðsplássi sínum í Klaksvík. Skálafjarðartunnilin fer snøgt sagt at binda teir tríggj­ar miðdeplarnar í Føroyum saman. Hann fer eisini at skapa møguleika fyri samstarvi á mongum økjum millum Skálafjørðin, Klaksvík og Havn. – Vit duga at síggja ótald­­­ar møguleikar fyri sam­­­starvi í framtíðini. Og tí er tað at vit siga, at Skála­fjarðartunnilin er ein farleið fyri allar føroyingar, sigur Dávur Reinert Han­ sen, tekniskur stjóri í p/f Skálafjarðartunnilin. Í løtuni hava Føroya Lívs­ trygging og Kaupthing sett 6 mió. kr. í ætlanina, men í heyst er ætlanin at vaksa um partapeningin millum áhugaðar íleggjarar. Koyrandi um seks ár Í løtuni verður arbeitt við at gera forkanningarnar til tað, sum í 2012 skal gera tað møguligt at koyra av Skálafjørðinum til høv­uðsstaðin eftir fáum minuttum. Gongst sum ætlað verða hesar forkanningarnar lidn­ar í summar, soleiðis at ein umsókn um loyvi at gera henda langa og neyðuga tunnil kann latast myndugleikunum í heyst. Sambært tíðarætlanini væntar nevndin at eitt enda­ ligt loyvi til ætlanina kann fyriliggja á heysti komandi ár, soleiðis at sjálvt boriarbeiðið kann fara í gongd stutt eftir at 2008 er byrjað. – Arbeiðið fer at taka mill­ um 4 og 5 ár, og tí vænta vit, at koyrandi verður gjøgnum tunnilin í 2012, upp­lýsti tekniski stjórin í p/f Skálafjarðartunnilin, Dávur Reinert Hansen á tíðindafundi í morgun. Kostnaðurin fyri ætlanina fer at liggja millum 715 og 800 mió. kr., alt eftir hvar tunnilin kemur at liggja. Tann dýrasta loysnin, sum ljóðar uppá 805 mió. kr., hevur eina rundkoyring við sær, hagani tveir tunlar skulu koma út á Strondum og í Runavík. Tvinna áhugamál saman Í arbeiðinum við hesum fyrstu kanningunum verður eisini hugt eftir, hvar linju­føringin av tunlinum skal liggja og hvar tunnilin kemur út. Ein møguleiki í hesum er at gera eina rundkoyring inni í tunlinum, hagar tunnilin síðani greinar seg til at koma út bæði á Strondum og norðarlaga við Toftavatn í Runavík. Hetta er eisini í samsvar við endamálið fyri tunlinum, sum í fyrstu syftu er at fáa eitt beinleiðis samband mill­um báðar armarnar á Skálafjørðinum. Júst hetta var eisini orsøkin til at henda ætlanin í síni tíð varð fostrað í kommununum í økinum. Í øðrum lagi er ætlanin sjálvandi eisini at binda Skálafjørðin saman við Havn­ini, soleiðis at tað verður eitt samsvar millum tey samfelagsligu og tey handilsligu áhugamálini. Í fyrireikingini hava teir arbeitt við ymiskum linju­ føringum, soleiðis at ein ikki hevur læst seg fastan í nakra loysn. Her skulu fyri­­lit takast bæði fyri jarð­ frøðiligum viðurskiftum, um­­hvørvisviðurskiftum og fíggingini. Í síðsta enda verð­ ur tað ein politisk avgerð sum endaliga skal staðfesta hvar hann verður lagdur og hvussu. Ferðslan økjast Royndirnar við Vága­tunl­ inum hava longu víst, at fólk einki hava ímóti at búseta seg í Vágum, hóast arbeiðsstað teirra er av oynni. Ilt er at siga, hvørja ávirkan Skálafjarðartunnilin fer at hava á økið við Skálafjørðin. Sjóvar kommuna merkir longu nú áhugan hjá t.d. havnarfólki at búseta seg har, og henda sama gongdin sæst eisini aftur í umsóknum um byggiloyvi í Runavíkar kommunu. Ein meting av talinum av bilum, sum fara at koyra gjøgnum henda tunnilin sigur at eitt rættiliga stórt tal av bilum fer at velja hesa farleiðina, um tað verður ókeypis at koyra. Tað verður tað kortini neyv­an, men hóast ein ávís­ an kostnað, verður væntað at talið av bilum fer at tvífaldast tey fyrstu 20 árini – helst úr eini 3.500 bilum til 6.700 bilum um samdøgrið. Ein spurningur er, hvørt lastbilar fara at gera brúk av hesi farleiðini. Prísurin fyri at koyra verður avgerandi fyri, um teir velja hesa loysnina ella fara at koyra allan vegin til og av Skálafjørðinum. Ein farleið fyri alt fólkið – Skálafjarðartunnilin skal vera ein farleið fyri allar føroyingar, sigur Dávur Reinert Hansen. Enn er Tórshavnar kommuna ikki við í ætlanini, men sum skilst kemur hon við seinni Í heyst er ætlanin at umsóknin um loyvi at gera Skálafjarðartunnilin skal latast. Tríggir av monnunum í nevndini – stjórin Kristian Petersen, nevndarformaðurin Ingi Højgaard og tekniski stjórin Dávur Reinert Hansen – vænta at arbeiðið kann byrja við ársbyrjan 2008