týsdagur 13. juni 2006síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 111 - 13. juni 2006
Festival
summarið
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Sum Planet.fo avdúkaði
longu sunnudagin, so
spælir Kaizers Orchestra
á G! Festivalinum. Hetta
váttar festivalurin í dag í
tíðindaskrivi
G! Festivalurin skrivar
m.a.: Okk um nýtist hvørki
at pella, gera ov nógv av
ella finna uppá nakað nýtt.
Vit kunna bara róliga og
sannførandi endurgeva tað
sum fleiri og fleiri eru samd
um: Kaizers Orchestra eru
millum heimsins bestu liv
ebólkar. Og tað er ikk i vit
sum hava funnið uppá at
kalla teir tað. Omanfyri
síggjast nøkur fá brot av
umrøðu, sum onnur siga
um bólkin.
Tónleikurin hjá Kaizers
Orchestra er eitt ósannlíkt,
men fantastiskt bland av
AC/DC og metal-rokk i
við
sigoynaratónleiki
av balkan, Tom Waits,
kv øðuljómatónum
og
eini rúgvu av øðrum.
Skapt
við
serligum
Kaizer uppfinngar- og
skemtingarsemi. Kaizers
Orchestra hava harafturat
eitt einastandandi tev fyri
góðum melodistrofum og
framúr evni at fáa tingini
at svinga.
Sum tú kanska skilir á
lagnum, so er ilt at seta
orð á fyribrigdið Kaiz
ers Orchestra, sum helst
er mest kultaði norður
lendski bólkurin yvirhøv
ur. Teir eru gallsvakir
og bróta gleðiliga allar
reglur og konventiónir
innan tónleik, men halda
tó altíð í trúskapi móti tí
viktigastu lógini av øll
um: Tað skal verða feitt
at lurta eftir.
Og live er tað, at tað
veruliga blívur gandur.
Tí Kaizers eru ein veitsl
umaskina av eini aðrari
verð - Við gassmaskum,
olju tunnum, kúbeinum,
bilfelgum og pumpuorgli,
eru framførslurnar ein tot
aluppliving, eitt absurd
teatur og freak show
við garanti at fáa teg at
vagga, ompa og bresta
út í harðan látur upp til
fleiri ferð.
Tað eru ikk i vit, sum
hava funnið uppá at kalla
Kaizers Orchestra fyri
heimsins besta livebólk.
Men vit hava funnið uppá
at hála teir til Føroya á G!
Festival, so føroya fólk
fær høvið til at meta um
frá fyrstu parkett, hvat
hetta er fyri nakað og hvat
hetta alt snýr seg um, hós
kv øldið á G! Festival. Tú
mást fara!
G! váttar Kaizers Orchestra
Tá ið pisurnar verða
klaktar, er summarið
komið. Í gjár fingu
fyrstu studentarnir
húgvuna á høvdið,
men hesa næstu vik
una verður hetta van
lig sjón um alt landið
Pisur
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Eru smálombini eitt ósvit
aligt tekin um, at várið er
komið, eru studentar undir
hvítari húgvu eitt líka víst
tekin um, at nú er summarið
komið.
Og
í
gjáramorgunin
vórðu tær fyrstu pisurnar í
ár klaktar og tað var á mið
námsskúlanum í Suðuroy.
Tær fyrstu at fáa húgvuna
á høvdið, vóru tveir porkenn
ingar, Heidi Bech, sum var
ársins fyrsta pisa og Dania
Sørensen, sum báðar her
eru avmyndaðar á trappuni
til miðnámsskúlan í Vági.
Tær eru báðar málsligir
studentar og eru tær fyrstu
av gott 20 pisum, ið verða
klaktar í Suðuroy í ár.
Hvørgin teirra hevur
gjørt av, hvat prógvið skal
brúkast til og sostatt hava
tær heldur ikk i søkt á skúla
eftir
summarfrítíðina.
Tær ætla sær av hava eitt
sabbat ár frá skúlanum og
royna at fáa arbeiði fyri at
vinna eitt sindur av peng
um, samstundis sum fram
tíðarætlanir skulu leggjast.
Seinni í vikuni og fyrst í
næstu viku verða allir hinir
studentarnir lidnir í Suðuroy
og hesar næstu dagarnir
koma so studentarnir og
HF næmingarnir raplandi
úr teimum fýra studenta- og
HF skúlunum kring landið.
Tann 22. juni fáa student
arnir úr Suðuroy prógvini
handað og dagin, eftir, 23,
juni, verður pisufundur í
Vági.
Gestarøðari verðru Sjúrð
ur Skaale og fyri næmingar
nar fer Jens Hákun Leo úr
Hvalba at røða.
Ársins fyrstu pisur klaktar
Heidi Bech, hørgrumegin, var fyrsta pisan í ár og henni á baki kom Dania Sørensen. Hvørgin
teirra hava gjørt av, hvbat prógvið skal brúkast til