týsdagur 13. juni 2006síða 5
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 111 - 13. juni 2006
5
– Eg eri rættiliga
vónbrotin av, at
Dagmar S. Joensen
nú skuldsetir meg
fyri at leggja trýst á
Framtaksgrunn in
og at seta stór virði
hjá grunn inum í
vanda, sigur Niels
Winther Poulsen,
sum eisini hevur
verið formaður í
Framtaksgrunn inum
Framtaks
grunnurin og
Bjarni Djurholm
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Eg eri rættiliga vón
brotin!
Niels Winther Poulsen,
løgfrøðingur, var formaður
í Framtaksgrunninum í eitt
ár frá apríl 2002 til apríl
2003.
Men síðani hann fór frá
sum formaður, hevur hann
tvær ferðir umboðað bólkar
av vinnulívsfólki, sum hava
bjóðað upp á Fiskavirking.
Og nú er eisini hann
drigin upp í ósemjuna
ímillum Dagmar S. Joen
sen, sum nýliga er farin
frá sum forkvinna í Fram
taksgrunninum og Bjarna
Djurholm, landsstýrismann
í vinnumálum.
Og tað kemur rættiliga
óvart á Niels Winther Poul
sen.
Tá ið Dagmar S. Joensen
í brævi til Løgmann, lýs
ir málið um Rúsuna og
Framtaksgrunnin við sín
um
brillum,
skuldsetir
hon eisini Niels Winther
Poulsen fyri at leggja trýst á
Framtaksgrunnin og at seta
stór virði hjá grunninum í
vanda.
– Eg má viðganga, at
eg eri rættiliga vónbrotin
av hesum, staðfestir Niels
Winther Poulsen.
Hann øtast og heldur, at
hetta eru álvarsligar ákærur,
sum Dagmar Joensen setir
fram ímóti honum.
– Tað er rættiliga burtur
við, at halda, at eg skal
hava nakra sum helst ávirk
an á tær avgerðir, sum
Bjarni Djurholm, tekur,
sigur hann
Høvdu sera gott
samstarv
Tað undrar eisini Niels
Winther Poulsen, at eftir
maður hansara í formanssess
inum í Framtaksgrunninum
setir ákærir sum hesar fram
ímóti honum.
– Tá ið eg gjørdust for
maður í 2002, varð Dagmar
S. Joensen næstformaður.
Vit høvdu eitt gott sam
starv tað árið, vit sótu í
Framtaksgrunninum saman
og eg minnist ikki nakra
ósemju okkara millum,
staðfestir Niels Winther
Poulsen.
Tað
ørkymlar
hann
eisini, at hann – eftir at
hann fór úr grunninum –
verður skuldsettur fyri at
mótarbeiða at Fiskavirking
og Fiskasølan vórðu saman
løgd.
– Eg havi tvær ferðir
bjóðað upp á Fiskavirking
vegna ein bólk av reiðarum.
Longri er tann søga ikki.
Tilboðið, sum kom upp á
Fiskasøluna, hevði eg heilt
avgjørt onki við at gera.
Annars staðfestir Niels
Winther Poulsen, at tá ið
hann kom í Framtaksgrunn
in, var tað ein einmælt
nevnd, sum tók undir við,
at Fiskavirking og Fram
taksgrunnurin skuldu ikki
leggast saman.
– Vit vóru fullsamd
um, at Fiskasølan skuldi
ikki leggjast saman við
Fiskavirking, men at hon
skuldi fáa møguleikan at
prógva sín tilverurætt.
Hann sigur, at tað árið
hann sat, var gongdin
í Fiskasøluni soleiðis, at
nevndin føldi onga orsøk
til at broyta meining um tað
avgerðina.
– Vit vóru á onkrum
fundi við Fiskasøluna, har
øll vóru rættiliga positiv
um gongdina.
Hann kann so bara stað
festa, at síðani hann fór
úr Framtaksgrunninum í
2003, hevur nevndin broytt
meining og hevur eftir
øllum at dømum mett, at
tað var rættast at leggja
báðar fyritøkurnar saman.
– Men tað havi eg als
onki havt við at gera, leggur
hann afturat.
Kendi onki
politiskt trýst
Í brævinum har Dagmar S.
Joensen greiðir løgmanni
frá málinum, ger hon nógv
burturúr, at Bjarni Djurholm,
landssýrismaður, skal hava
lagt seg út í arbeiðið hjá
Framtaksgrunninum og at
hann skal hava lagt trýst
á nevndina fyri fáa hana
at taka ávísar avgerðir. Var
hetta eisini eitt, ið tú merkti,
tað árið, tú vart formaður?
– Nei, tað var tað ikki.
Men tað árið, eg sat í
Framtaksgrunninum
og
helst aftaná eisini, var for
mansstarvið í Framtaks
grunninum ein tann heitasti
sessurin í landinum.
Grunnurin hevði størstu
fyritøkur í landinum undir
hond. Hetta vóru samstundis
fyritøkur, sum høvdu sera
stóran týdning út í nógvar
krókar í samfelagnum.
– Tí er tað tað ikki annað
enn natúrligt at tað var sera
stórur áhugi fyri, hvar vit
høvdust at, sigur Niels
Winther Poulsen.
– Og sum formaður í
Framtaksgrunninum, má ein
tola eitt sindur av hvørjum,
leggur hann afturat.
Hann sigur, at tað vóru
nógvir
politikarar
og
vinnulívsfólk, sum høvdu
eina greiða meining um
Framtaksgrunnin – og sum
eisini søgdu tað hart við
hann.
– Men hetta upplivdi eg
ongantíð, sum eitt trýst,
hvørki frá Bjarna Djurholm,
ella nøkrum øðrum. Eg
upplivdi tað sum um at fólk
søgdu sína meining og tað
er ikki annað enn natúrligt.
– Sjálvandi skulu politik
arar hava áhuga fyri tí, sum
Framtaksgrunnurin gjørdi
og sjálvandi skulu teir siga
sína meining við nevndina
í
Framtaksgrunninum,
skoytir hann upp í.
– Men so gjørdi nevndin
í Framtaksgrunninum sjálv
av, um hon lurtaði eftir
politiska viljanum, tí tað
skerst heldur ikki burtur, at
Framtaksgrunnurin er ein
sjálvsognarstovnur og at
nevndin tískil er púra óheft
av politiska viljanum.
– Men Bjarni Djurholm er
tann politikari, sum stendur
Framtaksgrunninum næst
ur og eg haldi ikki at tað er
nakað løgið í, at hann sigur
sína meining við nevndina,
sigur Niels Winther Poul
sen.
Hann leggur afturat, at
Landskassin átti 93 millión
ir hjá Framtaksgrunninum
og eisini tí er tað nátúrligt,
at landsstýrið hevur áhugað
fyri virkseminum hjá grunn
inum.
Legði upp til samskifti
við landsstýrið
Niels Winther
Poulsen
sigur enntá, at tá ið hann
var formaður í Framtaks
grunninum, legði hann
beinleiðis upp til eitt sam
skifti ímillum nevndina í
Framtaksgrunnin og polit
iska myndugleikan.
– Sum ein liður í hes
um samskift ímillum Fram
taksgrunnin og Landsstýrið,
høvdu vit minst ein, kanska
tveir, fundir við Bjarna
Djurholm, landsstýrismann,
har vit tosaðu um ymisk
viðurskifti.
– Vit stóðu fyri at ein
skilja eina av landsins
størstu fyritøkum. Eitt er
teori og eitt er veruleikin og
eg haldi, at tað var óhugs
andi at einskiljingin kundi
fremjast í verki, uttan at
hava undirtøku fyri tí hjá
politiska myndugleikanum.
– Gjørdu vit nakað,
sum gekk ímóti politiska
viljanum, eri eg sannførd
ur um politiski myndug
leikin hevði lagt uppí, og
so høvdu virði hjá Fram
taksgrunninum sanniliga
verið sett í vanda og tað
kundi verið til stóran skaða
hjá Fiskavirking.
– Tí haldi eg ikki annað
enn at tað er heilt natúrligt,
at politiski myndugleikin
letur nevndina í Framtaks
grunninum vita, hvør tann
politiski viljin er, sigur
Niels Winther Poulsen.
Niels rættiliga vónbrotin av
skuldsetingum frá Dagmar
Her eru persónar inni í myndini sum, í samband við
samanleggingina í 2004 av gamla Faroe Seafood og
United Seafood gjøgnum Bjarna Djurholm........ høvdu
roynt at trýst grunnin til at taka avgerðir til teirra frama.
Avgerðir ið høvdu verðið orsøk til, at stór virðir hjá grunn
inum vóru sett í vanda. Hesir persónar eru Árni Arge,
Hákun Steingrimsson og Niels Winther Poulsen.
Dagmar S. Joensen í frágreiðing til Løgmann
FAKTA
– Politikarar søgdu ofta sína meining við nevndina í
Framtaksgrunnin, men tað upplivdi eg ongantíð sum
nakað trýst. Sjálvandi skulu politikarar hava áhuga
fyri virkseminum hjá Framtaksgrunninum og sjálvandi
skulu teir siga sína meining við nevndina, heldur
Niels Winther Poulsen, sum var formaður í nevndini í
Framtaksgrunninum