Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-13, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. juni 2006síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 111 - 13. juni 2006 Í 2015 skal Føroyar teljast millum heimsins fremstu lond. Ein liður í tí ætlanini, eru visjóntorgini, og í gjár, mánadagin, var triðja visjóntorgið hildið uppi á Hotel Føroyum. Fyrst á skránni var umhvørvið VISJÓNSTORG Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Umhvørvið stóð fyrst á breddanum, og skrivarin hjá strategibólkinum legði fram tað, tey høvdu viðgjørt á fundunum teirra. Bólkurin hevur orðað eina fyribils visjón, sum sigur, at umhvørvið skal verða frítt fyri mannaelvdari dálking og náttúruinntrivum, sum kunnu hótta heilsu menn­ iskjanna, fjølbroytni og vakurleika í náttúruni. Men bólkurin hevur ikki viðgjørt, hvussu tey ein skal røkka uppskotunum málum, ella við øðrum orðum, hvørja strategi ein skal fylgja. Strategibólkurin hevði býtt umhvørvið í níggju ymisk økir, har tey víðari hava orðað deilmál, sum merkir, at tey hava skotið upp, hvat tað er, sum skal røkkast á teimum ymsu økjunum. Og tað stutta av tí langa er, at tað er nógv at gera. 2,015% av fíggjar­ lógini brúkast til umhvørvið Vit síggja aðrastaðni á síð­uni, akkurát hvussu strategi­bólkurin hevur býtt umhvørvið upp, men vit kunnu í stuttum siga, at tað umfatar millum annað góðskukrøv, vinnu, útlát, veðurlagsbroytingar, lendis­ skipan, tilfeingi og Agenda 21. Nógv sjónarmið vóru frammi, men eitt tað mest ítøkiliga var, at 2,015% av fíggjarlógini skal setast av til umhvørvið. Onkur helt speiskliga fyri, at tað neyvan mundi vera av tilvild, at strategi­ bólkurin var komin fram til júst 2,015%, nú teir nú eru partur av Visjón 2015 arbeiðinum. Men her varð víst á, at orsøkin til, at talið var júst 2,015% ikki var skemt, men tí at í Danmark og Íslandi, er prosenttalið sum verður sett av fíggjar­ lógini til umhvørvið nakað hægri og nakað lægri, og tey mettu tað vera rímiligt, at eitt tal mitt í millum, skuldi brúkast til umhvørvið burturav, og tað talið var so 2,015%. Mugu byrja við tí ítøkiliga Aftaná framløguna var kjak á skránni, har nógv ymisk og áhugaverd sjónarmið vórðu førd fram. Millum annað vísti løgmaður, Jó­annes Eidesgaard, á, at vit mugu ansa eftir at kjakið ikki verður ov høgt flúgvandi og óítøkiligt: – Tað er týdningarmikið at fáa fólkið við, og tá nyttar lítið at tosa um vandamikil kemikaliir, sum skulu fáast av vegnum, tá vanligi føroy­ ingurin næstan dettur um ruski í túninum. Vit mugu ikki gloyma tað ítøkiliga ruski, sum vit øll fáa gjørt okkurt við, og tað er nokk har vit skulu byrja, fyri at fáa fólkið við segði løgmaður millum annað, samstundis sum hann legði eina við, at arbeiði ímóti tí sjónligaruskinum og tí ósjónligu dálkingini eigur at fylgjast hond í hond. Rusk og ikki burturkast Millum alt tosið um hvussu tingini skulu skip­ ast, og hvat skal gerast, helt Kári P. Højgaard, Sjálv­­stýrisflokkurin, at nógv hevði brotst til tað betra, um vit fingu eina hug­burðsbroyting millum mannað. Í orðaskiftinum var eis­ini nomið við hugtakið burt­ urkast og hugtakið rusk. – Her var tað, at Kári Thom­sen, formaður í Før­ oya Náttúruverndarfelag, vísti á, at vit eiga at venja okkum við at siga rusk, og ikki burturkast. – Staðið ”burtur” er ikki til, og tann tíðin, tá vit tveittu rusk fyri bakka, er langt síðani farin. Í dag tveita vit onki fyri bakka, og tí er burturkastið avloyst av ruskinum. Havnið Kyotoprotokollini Strategibólkurin segði í fram­løgu sínari, at støða má takast um, hvørt vit skulu taka undir við Kyoto­ protokollini ella ikki. Tey mettu greitt, at Føroyar ikki eru klárar at taka undir við Kyotoprotokollini, og mæltu til at havna uppskotinum. Hesum er Kári Thomsen, formaður í FNU, sera ósamd­ ur í, at tað gjørdi hann eisini vart við í orðaskiftinum. – Tað er greitt, at Føroyar ikki megna liva upp til krøvini í Kyotoprotokollini, men tað eru tað næstan ongi lond sum megna. Tað sum er týdningarmikið, at vit vísa fyri umheiminum, at vit taka undir við Kyotoprotokollini. Annars kann tað fáa stór­ar avleiðingar fyri fiski­vinn­ una, um útlendski keyparin sær, at Føroyar er eitt av teimum heilt fáu londunum í heiminum, sum ikki taka undir við protokollini, vísti Kári Thomsen á. Í tí sambandi kom eisini fram, at um Føroyar ikki megna at halda krøvini, sum er tað mest sannlíka, so ber til at keypa eina CO2 kvotu. Hægri avgjøld Eitt tað seinasta, sum kom fram í framløguni um um­hvørvið var, at avgjøld skulu tillagast, soleiðis at tær vørur, sum dálka minst skulu kosta minst, og at tær vørur, sum dálka mest skulu kosta mest. Avgjøldini á tær dálkandi vørurnar og amboðini, skulu verða við at fíggja útreiðslur, sum almennu Føroyar hava av eitt nú at skráseta útlát og øðrum. Strategibólkurin um tilfeingi orðaði málið um tilfeingi í Føroyum soleiðis, at í 2015 geva til­ feingisvinnurnar best møguliga avkastið – sam­felags­búskapar­ ligam, varandi VISJÓNSTORG Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Tað var tað fyrsta, sum stóð í framløguni frá Til­ feingisbólkinum. Talan var um eina greiða framløgu, við nøkrum heilt ítøkiigum dømum um, hvussu vinnan skal verða skipað í 2015. Fýra setningar eru orðaðir, og eru teir at síggja aðra­ staðni á síðuni. Tilfeingið er landsins ogn og Føroya landsstýri umsitur tilfeingið. So greiðir vóru teir í strategibólkinum fyri tilfeingið. Mugu klippa snórin Stóri trupulleikin í før­oysk­ um politikki í mun til onnur lond, er, at alt ov nógv tíð og orka fer við nationalistiska spurninginum, og til­feingis­ vinnan ikki er stýrd av marknaðartreytum burturav, men eisini av almennum politiskum áhugamálum. Tað segði Herman Oskars­ son, og hann helt, at vit mugu klippa strongin mill­ um tilfeingisvinnuna og politisk áhugamál. Keyparar er tað sum umræður Í framløguni hjá strategi­ bólkinum varð millum annað sagt, at í Føroyum verður alt ov nógv hugsað um, hvussu nógv arbeiðspláss eitt virki hevur. – Endamálið hjá fiskavirkjunum hevur verið, at skapa so nógv arbeiðspláss sum gjørligt. Í so máta er tað eydnast fantast­iska væl. Men tað, sum er avgerandi fyri at eitt virki kann bera seg, er, hvussu høgt kundatalið er. Og tað verður tað als ikki hugsað um í nóg stóran mun í Føroyum. Í hesum sambandi fall tosið inn á produktivitet, og um maskinan fór at av­loysa arbeiðaran. – Her vísti Karla Einarsson á, at tað veruliga vóru fólk, sum ikki høvdu kundu læra ella høvdu hug at læra, og hon spurdi hvat fór at verða at teimum. Løgmaður, Jó­annes Eidesgaard, var rungandi ósamdur við henni í hesum, og hann segði, at øll kunnu læra okkurt. Sjónarmiðið hjá bólkin­ um var, at fá luttaka í tilfeingisvinnuni, men at framleidni fyri hvørja eind er sera høgt. Hetta kann ganga út yvir fjølbroytni í føroyska flotanum, varð víst á, og um so var, at so fá sum gjørligt skulu arbeiða í tilfeingisvinnuni, so merkir tað eisini, at vanligir útróðrarbátar ikki eru at síggja um nøkur ár, og hetta var ikki vællýtt av øllum. Ikki størri játtan Eitt, sum hevur aftur­ vend­andi á at kalla øllum hinum torgunum hevur verið, at meiri peningur má játtast. Hetta var tó ikki galdandi á visjónstorginum fyri tilfeingi, tí vinnan skal verða stýrd av mark­ naðartreytunum burturav, og skal hon verða leys av politiskum áhugamálum. Endamálið er, at í 2015 er vinnuraksturin í tilfeingisvinnunum eyð­ kendur av fríari kapp­ing, leysur av almennum forð­ ingum fyri handli, íløgum og rakstrarhátti, uttan tá tað ræður um umhvørvisatlit. Rakstraravgerðirnar hjá teimum vinnurekandi vera avgerandi fyri úrslitinum, og øll tann dagliga umsitingin av tilfeinginum er ”ikki- politisk”. Og í 2015 er komið á mál við reguleringini av tilfeingisvinnunum, so at til ber hjá vinnurekandi at leggja varandi ætlanir. Umhvørvið frítt fyri mannaelvdari dálking Visjóntorgið: Tilfeingisvinnurnar best møguligt avkast Strategibólkurin hevur orðað deilmál innan hesi øki: 1. Góðskukrøv til jørð, hav, luft og vatn 2. Vinna og útlát 3. (Orka og) Veðurlagsbroytingar 4. Lendisskipan og -nýstla 5. Fjølbroytt náttúra og frítíð 6. Tilfeingi og nýstla 7. Agenda 21, upplýsing og hugburður 8. Umhvørvið og umheimurin 9. Fyrisiting og gjøld Vinnan, og skipanin av henni, er bygd á fylgjandi setningar: 1. Fá luttaka í tilfeingisvinnunum, men framleidni fyri hvørja eind er sera høgt. 2. Vinna og umsiting hava eitt felagsmál: so høg tilfeingisrenta sum til ber. 3. Tryggjað verður landinum best møguliga inntøku av tilfeinginum. 4. Tilfeingið verður umsitið við atlitið at varðveistlu av endurnýggjandi tilfeingi og minst møguligum skaðaárini á umhvørvið