týsdagur 13. juni 2006síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 111 - 13. juni 2006
7
Í gjáramorgunin datt
ein stýrimaður hjá
Fiskiveiðieftirlitinum
í fríum falli niður
á ein arbeiðsbát
hjá Tjaldrinum,
tí loðsleytarin á
Vesturtúgvu, sum
maðurin kleiv
uppeftir, slitnaði av
rotinskapi
Lív Højsted Horsdal
horsdal@sosialurin.fo
Arbeiðsbáturin hjá Fiski
veiðieftirlitinum
fór
í
gjáramorgunin at kanna
ísfiskatrolaran,
Vestur
túgvu,
úr
Sandavági.
Manningin
umborð
á
arbeiðsbátinum sigldi móti
Vesturtúgvu, og fyrstur at
klíva upp á trolaran var ein
stýrimaður hjá Tjaldrinum.
Hann kleiv upp gjøgnum
leytaran, men tá hann kom
tríggjar metrar upp, slitnaði
kavrotni leytarin. Maðurin
datt flatur niður aftur í
arbeiðsbátin, fekk allan
leytaran oman yvir seg og
var ikki førur fyri at reisa
seg aftur.
Hinir menninir umborð
á arbeiðsbátinum gjørdu
skjótt av og sigldu alt
fyri eitt aftur til Tjaldrið,
ið við skundi setti kósina
móti Landssjúkrahúsinum.
Á
sjúkrahúsinum
tóku
portørar og læknar ímóti
manninum, ið var illa fyri:
– Tað kundi havt endað
heilt galið, men maðurin
er sera heppin og er tíbetur
sloppin
nøkulunda
frá
hendingini. Hann hevur
brotið ein ryggjargeisla
og liggur enn á Lands
sjúkrahúsinum, men hevur
tað gott eftir umstøðunum,
sigur
Jóannes
Heimu
stovu, sum starvast á
Fiskiveiðieftirlitinum.
– Slíkt eigur ikki at
henda. Menninir hjá okkum
arbeiða við málinum, og
somuleiðis hevur Skipa
eftirlitið fingið boðini,
leggur Jóannes Heimustovu
afturat.
Óli Hans Hammer Olsen,
stjóri á Skipaeftirlitinum,
sigur, at sjálvandi fer
Skipaeftirlitið at kanna
málið, men enn er endalig
støða ikki tikin, hvussu
kanningin fer fram:
– Men vit taka støðu
fyrsta dagin. Vesturtúgva
hevur
í
øllum
førum
ábyrgdina. Tað stendur
í lógunum, at leytarin og
annar útbúnaður á báti skal
verða í lagi.
– Hetta er ein ræðulig
hending, ið ikki eigur at
koma fyri. Útbúnaðurin
umborð
á
fiskiskipum
í Føroyum er rættiliga
ójavnur. Tað eru heilt vist
fleiri skip, ið ikki hava
leytarin í ordan. Hetta skal
fáast í rætt lag, og vit fara at
arbeiða víðari við málinum,
sigur Óli Hans Hammer
Olsen.
Vesturtúgva harmast
Háldan
Gudmundsen,
útgerðarmaður á Vestur
túgvu, er sera harmur um
álvarsomu hendingina:
– Vit keyptu leytaran í
2001, og vanliga heldur ein
slíkur leytari í 12 til15 ár.
Vit hildu væl stóð til, vistu
av ongum og sóu einki
uttan á leytaranum, men
noyðast tíverri at ásanna, at
leytarin var kavrotin innan.
Høvdu vit vitað tað, høvdu
vit alt fyri eitt bílagt ein
nýggjan, tí leytarin og annar
útbúnaður umborð á einum
fiskiskipi skal vera í lagi,
sigur ein harmur Háldan
Gudmundsen.
Stýrimaður hjá Fiskiveiðieftirlitinum:
Datt fleiri metrar niður av
kavrotnum loðsleytara
Kavrotni leytarin hekk á Vesturtúgvu úr Sandavági. – Men tað eru heilt vist fleiri skip, ið ikki hava leytarin í lagi, sigur Óli Hans
Hammer Olsen, stjóri á Skipaeftirlitinum.
Mynd: Skipalistin 2005
Miðjan
mars
keypti
Jákup á Dul 49 handlar í
Bretlandi. Talan er um fínar
møblahandlar, ið kallast
Pier.
– Teir vóru sera bíliga
til sølu, tí fíggjarliga gekk
ikki væl hjá handlunum.
Men handlarnir hava stórt
virði, og eg ætli mær at
broyta teir og gera teir enn
betri. Í løtuni eru bert 49
av hesum møblahandlunum
til í Bretlandi, men tað ber
til at lata heili 120 handlar
upp. Tískil ætli eg fyrst at
broyta handlarnar og síðan
at lata fleiri handlar upp.
Higartil hevur tað gingið
væl, sigur Jákup á Dul í
stuttari viðmerking.
Til ber at lesa meira um
handlarnar á heimasíðuni
www.pier.co.uk.
- horsdal
Jákup á Dul
økt um sítt
virksemi