týsdagur 13. juni 2006síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 111 - 13. juni 2006
UTTAN ÚR HEIMI
Stutt sagt
Í morgin hevur indonesiski
yvirgangsmaðurin Abu
Bakar Bashir sitið í fongsli
teir 26 mánaðarnar, sum hann
bleiv dømdur í sambandi við
bumbuatsóknina á frítíðar
oynni Bali á heysti í 2002.
Sambært tíðindastovun
um vænta myndugleikarnir,
at fleiri hundrað viðhalds
menn hjá Bashir fara at
taka ímóti honum, tá hann
sleppur út um fongsuls
múrin.
Tey flestu halda, at
Abu Bakar Bashir er
leiðari í indonesiska yvir
gangsfelagsskapinum
Jemaah Islamiyah, men
serfrøðingar í Djakarta
vænta ikki, at felagsskap
urin fer at taka atsóknirnar
uppaftur, sjálvt um leiðarin
sleppur leysur nú.
Yvirgangsmaður
sleppur leysur
Altjóða Gjaldoyragrunn
urin IMF heldur, at norð
menn eiga at rinda meiri
rentu, men minni skatt av
arbeiðslønini.
Robert Ford, sum er deild
arleiðari í IMF, hevur júst
verið í Noregi. Har hitti
hann Kristin Halvorsen,
fíggjarmálaráðharra, og aft
an á fundin greiddi hann frá,
at hann hevði givið henni
tey ráð at hækka rentuna, at
lækka skattin á arbeiðslønum
og at tryggja, at norðmenn
fáa nakað burtur úr teimum
nógvu oljupengunum.
– Skatturin á arbeiðs
inntøkum er sera høgur í
Noregi. Ein lætti hevði verið
tað rætta, og tað hevði eisini
bøtt um kappingarførið hjá
vinnulívinum, segði deildar
leiðarin í IMF.
Men stjórnin í Oslo fer
neyvan at lurta eftir til
mæli hansara. Talsmenn
hjá stjórnini søgdu beinan
vegin, at stjórnin heldur
seg til tann politikk, sum
hon hevur stungið út í kort
ið, og har er eingin skatta
lætti uppií.
Hevði forsetaval verið í
Fraklandi nú, hevði land
ið ivaleyst fyri fyrstu ferð
fingið eina kvinnu í em
bætið. Í hvussu er bendir
alt á, at tann 52 ára gamla
Ségoléne Royal er tann
best umtókti politikarin í
Fraklandi í løtuni, og hendir
einki óvæntað, hevur hon
góðar møguleikar at vinna
forsetavalið, sum verður
næsta ár.
Hóast eitt ár er eftir til
valið, er valstríðið langt
síðani byrjað, og Ségoléne
Royal hevur tikið dystin
upp við Nicolas Sarkozy,
innanríkisráðharra, ið helst
verður hennara harðasti
kappingarneyti. Nógvir
fransmenn samanbera hana
við amerikonsku Hillary
Clinton, ið tykist hava
møguleikar at gerast fyrsta
kvinnan í forsetaembætinum
har, og tað eru tey, sum longu
nú ímynda sær tær báðar
við fundarborðið á einum
G8-toppfundi í framtíðini.
Eygleiðarar siga, at tær
báðar minna ikki sørt um
hvør aðra, og seinni í hesum
mánaðinum hittast tær at
tosa um felags áhugamál.
Ségoléne Royal er út
búgvin búskaparfrøðingur.
Hon hevur sitið í franska
tjóðartinginum síðani 1988
og hevur verið ráðharri tvey
tíðarskeið. Hon er ógift, men
livir saman við formanninum
í
sosialistaflokkinum,
Francois Hollande, og tey
eiga fýra børn.
Í Italia ger stjórnin hjá
Romano Prodi, forsætis
ráðharra alt fyri at greiða
fólki frá., hvussu nógv hon
hevur at gera við at rudda
eftir fyrrverandi stjórnina
og serliga fyrrverandi for
sætisráðharran Silvio Berl
usconi.
Í samrøðu við blaðið La
Republica sigur Prodi, at
stjórnin noyðist at draga
syndirnar hjá undanfarna for
sætisráðharranum fram, so
fólk kunnu skilja tey inntriv,
sum nýggja stjórnin noyðist
at fremja. Sambært Prodi
er verður hallið á ársins
fíggjarlóg nógv størri, enn
hann hevði væntað, áðrenn
hann tók við.
–Vit noyðast tí at spara,
men fólk skulu vita, at tað
er ikki okkara skyld, sigur
Prodi við La Republica.
Tað er tó ikki hald í øllum
atfinningunum hjá nýggju
stjórnini. Fyri nøkrum døg
um síðani skrivaði týska
blaðið Die Zeit frá italskum
stjórnarkeldum, at sambært
einari frágreiðing er Italia
tað ES-landið, sum ger minst
fyri at verja umhvørvið, men
hesum hevur ES víst aftur.
Hægri rentu og minni skatt
Tann franska Hillary
Berlusconi spiltur út
Al-Qaeda hevur longu
útnevnt eftirmannin
hjá Abu Musab al-
Zarqawi
Yvirgangur
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Maðurin, sum skal taka við
eftir yvirgangsleiðaran í
Irak, eitur Abu Hamza al-
Muhajir. Tað bleiv kunngjørt
á einari heimasíðu í gjár,
og har varð lagt afturat,
at hann varð valdur uttan
atkvøðugreiðslu.
Tað
er
ikki
nógv,
serfrøðingar vita um tann
nýggja mannin, men BBC
veit frá álítandi keldum at
siga, at al-Muhajir hevur
drúgvar royndir í tí heilaga
bardaganum hjá al-Qaeda
ímóti
Vesturheiminum.
Eygleiðarar í Miðeystri vita
harafturímóti at kalla einki
um hann, og tað er tí ikki
óhugsandi, at Abu Hamsa al-
Muhajir er eitt dulnevni, siga
teir. Í øllum førum var hetta
navnið ikki ímillum teirra,
sum sambært eygleiðarunum
kundu væntast at taka við
eftir al-Zarqawi.
Amerikanski
herurin
segði seg í gjár hava fingið
endaliga vissu fyri, at tað
var al-Zarqawi, sum doyði
í einum bumbuálopi norðan
fyri Bagdad í síðstu viku.
Tað vístu DNA-royndir.
21 amerikanskir
senatorar ætla sær at
fáa bann fyri allari
vinnuligari hvalaveiði
Hvalaveiði
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Fríggjadagin møtast tey 70
limalondini í altjóða hvala
veiðinevndini IWC á ásfund
á karibisku oynni St. Kitst, og
har fer Japan at royna at fáa
undirtøku fyri, at landið kann
økja sína hvalaveiði. Sum
er veiðir Japan bara hval til
vísindaligar rannsóknir, eins
og íslendingar eisini gera.
Noreg er tað einasta IWC-
landið, sum hevur beinleiðis
vinnuliga hvalaveiði.
Í fyrsta umfari ætla teir
21 senatorarnir at forða
fyri, at Japan sleppur at
økja sína hvalaveiði, men
teir ætla sær eisini at steðga
rannsóknarveiðini hjá ís
lendingum og japanum.
Senatorarnir eru sannførdir
um, at íslendingar og japan
ar brúka vísindaligu kann
ingarnar sum umbering, og
at talan í verileikanum er um
vinnuliga hvalaveiði, skrivar
AP.
– Tað er skeivt, at lond
brúka vísindina sum jarnbrot
fyri at sleppa at veiða hval.
Altjóða samfelagið eigur at
tryggja, at lond gevast at
veiða djór, sum eru í vanda
fyri at verða oydd, sigur
demokratiski senatorurin
Maria Cantwell við AP.
Myndugleikarnir
hava flutt fleiri tús
und fólk burtur frá
strondini, nú tann
fyrsta tropiska ódnin
í summar nærkast
landi
Ódn
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Jebb Bush, guvernørur,
ætlar ikki at lata seg taka
á bóli, nú ársins fyrsta
tropiska ódn ber við land í
Florida í kvøld. Hann hevur
tí givið fólki boð um at fara
burtur frá strondini og av
nøkrum smáum oyggjum,
og sambært løgregluni hava
umleið 21.000 fólk fingið
boð um at flyta.
Í gjár herjaði Alberto vest
ara part av Kuba. Vindferðin
var upp í góðar 70 kilometrar
um tíman, og tað regnaði av
grimd, so stór øki standa
undir í vatni. Amerikonsku
veðurmanninir høvdu vænt
að, at vindurin fer at veksa,
áðrenn Alberto ber við land
í Florida, men í dag var líkt
til, at vindurin var minkandi.
Veðurmenninir stúra kortini
meiri fyri tí óvanliga nógva
regninum, sum Alberto
hevur við sær.
Tað árliga tíðarskeiðið
við tropiskum stormum og
ódnum er frá juni til 30.
november, og amerikanska
veðurstovan segði herfyri, at
hon væntar minst 13 ódnir í
ár. Í fjør vóru ikki færri enn
28 ódnir skrásettar, og tað
var met.
Florida bíðar eftir Alberto
Alberto
kemur inn
yvir Florida í
kvøld
Tekur við eftir al-Zarqawi
Amerikanskir senatorar
í hernað ímóti hvalaveiði