týsdagur 13. juni 2006síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 111 - 13. juni 2006
9
Høgravongurin
ræður í samgonguni
Fyri at einskilja FB/AA, býtt eftir aldri
0,0
10,0
20,0
30,0
40,0
50,0
60,0
70,0
18-24
25-34
25-44
45-54
55-64
+65
Føroya Banka
Atlantic Airways
AA/FB eigur at verða privatiserað
0,0
10,0
20,0
30,0
40,0
50,0
60,0
Samd
Ósamd
Veit ikki
Ikki svarað
Føroya Banka
Atlantic Airways
Flokkarnir til høgru
í samgonguni kunnu
fegnast um at hava
veljararnar við
sær, tá umræður
privatiseringar.
Javnaðarveljarin og
eldri ættarliðið eru
meira skeptisk. Hetta
vísir kanning sum
Fynd og Sosialurin
hava gjørt
Privatiseringar
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Í veljarakanningini, sum
Fynd hevur gjørt saman
við Sosialinum, varð spurt
um ymisk aktuell mál, eitt
nú, hvat fólk halda um
privatisering av Atlantsflog
og Føroya Banka.
Áhugavert er at síggja,
at umleið helvtin av teim
um spurdu taka undir
við, at stovnarnir verða
privatiseraðir. Kortini eru
tað fleiri, eini 7 prosentstig,
sum ynskja at privatisera
Atlantsflog (54,4), enn
Føroya Banka (47,4). So
her má vera upp til politiska
handalagið hjá samgonguni
at sannføra tey ivasomu, sum
teljast upp í 14,2 prosent,
um, at privatiseringar eru
skilagóðar ella neyðugar.
Høgravongurin stýrir
Eitt tal, sum tú varnast bein
anvegin er, at niðanfyri 40
prosent av teimum, sum
atkvøddu fyri Javnaðar
flokkinum seinast, ynskja
at
privatisera
Føroya
Banka. Og at niðanfyri 50
prosent av hesum somu
ynskja, at Atlantsflog skal
verða privatiserað. Hetta
kann
tykjast
rættiliga
løgið, nú flokkurin situr
við leiðslu landsins, og
ger seg til forsprákara
fyri privatiseringum av
almennum stovnum. Okkurt
kundi í øllum førum bent
uppá, at flokkurin, sum sigur
seg liggja longst til vinstri,
hevur ikki samband við
veljaran á hesum økinum.
Eisini kundi hetta týtt
uppá, at atfinningarsomu
røddirnar, sum hava verið
frammi um, at tað eru høgra
vendu flokkarnir, sum stýra
í Tinganesi, kanska hava
hald í sínum málið. Undir
øllum umstøðum má sigast,
at Fólkaflokkurin hevur
góðan byrð, tá umræður
privatiseringar, tá út ímóti
trimum
fjórðingum
av
teimum, sum atkvøddu
fyri flokkinum seinast,
eru fyri privatiseringum.
Samstundis sæst, at nær
um 60 prosent av sam
bandsveljarunum
ynskja
at privatisera Atlantsflog,
meðan bert helvtin av sam
bandsveljarunum ynskja at
privatisera Føroya Banka.
Eldra ættarliðið
skeptiskt
Annað áhugavert er, at
tað fyri størsta partin eru
tey yngru, sum eru fyri
privatiseringum,
með
an tey eldru eru meira
skeptisk. At tey eru mest
varin, tá tey verða spurd
um
privatiseringar
er
ikki
minst
áhugavert,
tá hugsað verður um, at
tey elstu kenna seg mest
høgrasinnað í kanningini.
Omanfyri 60 prosent av
teimum 18-44 ára gomlu
ynskja at Atlantsflog skal
privatiserast, meðan umleið
40 prosent av teimum eldru
ynskja privatiseringar av
stovnunum.
Fyri at einskilja FB/AA, býtt eftir hvønn flokk viðkomandi valdi seinast
0
10
20
30
40
50
60
70
Fólkafl.
Samb.
Javn.
Sjálvst.
Tjóðv.
Miðfl.
Onnur
Føroya Banka
Atlantic Airways
Felagsskapurin FYND gjørdi kanningina saman
við Sosialinum. Fynd fevnir um eitt netverk av
samfelagsfrøðingum á miðnámsskúlum og
Fróðskaparsetrinum og hevur fleiri ferðir áður gjørt
umfatandi kanningar saman við føroysku miðlunum.
Kanningin varð gjørd í døgunum 24. og 25. apríl og
1001 fólk svaraðu, so grundarlagið undir kanningini er
umfatandi og sigandi.
Kanningin var í fyrsta umfari ein veljarakanning, sum
vit almannakunngjørdu úrslitið av fyri nøkrum døgum
síðani. Harumframt varð spurt um ymiskt annað, so
sum hvat fólk halda um ymisk aktuell mál, so sum
einskiljing, fría fosturtøku, vernd av samkyndum, um
skatt og inntøkumun. Í dag hava vit sett fokus uppá
spurningin, um Føroya Banki og Atlantsflog eiga at verða
privatiserað. Spurningurin ljóðaði soleiðis: FB/AA eigur
at verða privatiseraður (einskiltur). Samdur, ósamdur, veit
ikki.
FAKTA