Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-13, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. juni 2006síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 111 - 13. juni 2006 Við jøvnum millumbili verður tosað og skrivað um nýggjar og alternativar vinnugreinar í Føroyum. Her verða ferðavinna og KT-vinna oftani nevndar sum vinnur, ið kunnu hava týdning fyri framtíðar føroyska búskapin. Men eisini ein annar vinnumøguleiki verður tikin fram av og á, nevniliga tónleikavinna. Tað er einki yvir at dylja, at føroyskur tónleikur hevur ment seg nógv seinastu mongu árini. Útgávan av føroyskum fløgum er økt ár undan ári, og í dag er tað ikki sjáldsamt at hoyra føroyskar tónleikarar fáa rúmd og vera positivt umrøddar í útlandinum. Eivør og Teitur eru flaggskipini í hesum sambandi, men vit hava eisin i mong onnur nøvn sum eitt nú Lena og Týr, Yggdragsil og Sunnleif Rasmussen standa ikki langt aftanfyri. Vit kundu so eisini nevnt mong onnur fræg nøvn frá heimliga pallinum. Ber ikki til at skapa eina nýggja vinnugrein burtur úr hesum gávaðu fólkum og øðrum við verður spurt. Fleiri frágreiðingar og álit eru gjørd um eina føroyska tónleikavinnu, men meira er tað ikki vorðið til. Tað tykist ikki sum okkara hægstu myndugleikar leggja stórvegis í hetta málið, møguliga tí at her skulu nógvar pengar til og tí at her skal nakað byggjast upp frá botni av. Kanska er kortini ein glotti. Nú Visjónstorg hava verið hildin er tónleikavinnan eisini komin á breddan. Eitt av umboðunum í hesum torgi, sum í sinum dagliga arbeiði hevur til uppgávu at marknaðarføra eitt okkara besta boð uppá føroyskan tónleik uttan fyri landoddarnar, Eivør Pállsdóttir, eftirlýsir eina føroyska tónleikavinnu, har bæði tað almenna men eisini samfelagið sum heild stuðla uppundir – eru við til at kveikja og menna og ikki minst vilja gera íløgur í hesa nýggju vinnuna. Vit kunnu bara taka fult undir við hugskotinum og ynskinum um at skapa eina føroyska tónleikavinnu, sum er før fyri at gera vart við seg í útlandinum. Til tess er eisini neyðugt at skapa neyðugu karmarnar. Her hómast so ein glotti, nú landsins størsta kommuna hevur sett sær fyri at skapa eitt mentanarligt og harvið eisini tónlistarligt umhvørvi í Tórsgøtu og var tiltakið Asfalt ein góð byrjan. Nú er at fara víðari og víðka karmarnar eitt nú við at fáa býnum og harvið landinum eina tónlistahøll, har verandi og komandi tónleikarar sleppa at venja, skapa nýggjan tónleik og løg og sleppa at framføra hann fyri almenninginum. Nettupp hetta er eitt av góðu endamálunum við Asfalt. Ikki kann sigast annað enn, at føroysku miðlarnir hava stuðlað nógv uppundir hesa jaligu gongd, har tónleikurin og tónleikarar fáa størri rúmd og ans. Nú er so at vóna, at okkara fólkavaldu síggja álvaran í hesi tilgongd og gera sítt til at betra um karmarnar og í tí sambandi eisini tora at seta sær nøkur mál og mið – eitt nú hvat krevst av peningi til tess at fremja tey tilmæli teir sjálvir hava biðið nevndir og Visjónsbólkar gera. Øll eru vit tó partur av hesi felags søk so ella so, og her vil Miðlahúsið eisini framhaldandi bjóða seg fram at geva sítt íkast. DAGSINS MEINING Sosialurin Tónleikavinna VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Redaktiónssekreterur: Inna Törnroos inna@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Lív Højsted Horsdal horsdal@sosialurin.fo Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Heini Kristiansen heinik@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00-13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Føroyaprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað­leiðsl­‑an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Talgild heilsuskipan eitt amboð at geva sjúklingum eina betri tænastu. Undirritaði hevur, sum starvsfólk í Almanna- og heilsumálaráðnum arbeitt við verkætlanini Talgild heilsuskipan frá byrjan av í 2003. Eg vil hervið koma við nøkrum viðmerkingum til kjakið, sum í seinastuni, eftir mínum tykki, hevur verið nakað einsíðugt um trúnaðarspurningin og komm­unulæknaskipan. Ikki tí hetta eru eisini týdn­ ingar­mikil viðurskifti, men her skal eg nema við tað, sum eg meti hava stórst týdning tá tosað verður um talgildia heilsuskipan. Almanna- og heilsu­mála­ ráðið hevur valt at keypa eina integreraða skipan til alt føroyska heilsuverkið. Hví er ein integrerað loysn betur enn at sjúkrahúsini hava hvør sína skipan og kommunulæknarnir hava hvør sína skipan? Svarið er einfalt, tí at vit seta trygd og kvalitet í viðgerðini av sjúklinginum í sentrum. Vit sum hava arbeitt við verkætlanini (bæði kommunulæknar, sjúkra­húslæknar, onnur heilsu­starvs­fólk, umsiting og politik­ar­ar) eru komin til tað niðurstøðu at ein skipan, sum umfatar allar partar av heilsuverkinum er besta trygd fyri, at sjúkling­ urin fær eina optimala heilsu­tænastu. Nøkur dømi: Nakrir av fyrimununum við eini integreraðari loysn eru: Tann integreraða loysnin kann geva einum lækna ávaringar, um hann roynir at ordinera heilivág, sum sjúklingurin ikki tolir. Or­­ søk­in kann vera, at sjúk­ ling­urin fær annan heilivág frá øðrum lækna, sum ikki eigur at verða tikin saman við tí heilivági, sum læknin ætlar at ordinera. Ein lækni kann fáa at­­ gongd til upplýsing um sjúk­lingin, sum møguliga hava týdning fyri tað við­ ger læknin umhugsar, hóast hesir upplýsingar eru skrásettir av øðrum lækna ella kommunulækna. Gjørligt veðrur at fáa at­gongd til upplýsingar um eitt nú blóðroyndir, sum áður eru tiknar. Sjúklingurin verður tá spardur fyri óneyð­ ug intriv. Svar kunnu skjótt fáast uppá spurningar, tí ein slepp­ur frá fyrst at prenta út, senda við posti ella fax, og síðani tøppa upplýsingar inn av nýggjum í aðra skip­ an. Omanfyristandandi eru bert nøkur einstøk dømi fyri at skapa lesarin kann skilja, at alternativa valið til Talgildu heilsuskipanina hevur stórar vansar við sær, serliga sæð frá sjúk­ linginum. Tað, at Almanna- og heilsu­málaráðið hevur valt eina integreraða loysn, ger sjálv­sagt tað, at all­ir starvs­ bólk­ar ikki fáa skrædd­ araseymaðar loysnir, men loysnin vit hava valt verður í skrivandi stund brúkt av 30.000 heilsustarvsfólkum í Svøríki, harav hjá 1.000 -2.000 kommunulæknar. Skipanin hevur tí í verki víst, at hon kann brúkast. Nú veit eg, at komm­ unu­læknarnir í Svøríki ikki eru løntir á sama hátt sum teir føroysku og at faktureringsamboðið tí ikki er ment, í mun til føroyska tørvin. Men higartil er loysnin bert royndarkoyd, hon er ikki góðkend og arbeiði er eisini sett í gongd við at broyta og menna hana. Spurningurin er: Skal fak­ tureringsamboðið, sum ikki virkar nøktandi í løtuni, men verður ment og kemur at virka, gera tað, at før­ oyski sjúklingurin ikki kann fáa stóru fyrimunirnar, sum liggja í integreraðu skip­ anini, sum dømi er víst á omanfyri? Eg spyrji bara? Sjálvandi skal alt gerast fyri, at skipanin verður so brúkaravinarlig sum gjør­ ligt og at trygdin, eisini tá um trúnaðin ræður, er í lagi. Hetta er alt nakað ið kann gerast í skipanini, sum keypt er. So kann kjakast um, hvussu hetta skal ger­ ast. Eftir mínum tykki er tað tó ikki ein spurningur um tvørorganisatoriska/ inte­greraða skipan ella ei, eg meini at tað almenna skyldar sjúklinginum eina optimala loysn. Ført hevur verið fram, at eitt nú kommunulæknarnir í Tórshavnar kommunu kunnu keypa sær eina skip­ an í felag og síðani inte­ grera hesa við skipanina sum Almanna- og heilsu­ mála­ráðið hevur keypt. Henda loysn varð eisini kann­að frá byrjan, men kom­ið varð fram til, at hetta á ongan hátt kann gerast ein nøktandi loysn. Hetta er eisini m.a. staðfest í Danmark, har teir hava nýtt hundraðtals milliónir uppá slíkar integratiónir, uttan nøktandi úrslit. Hví gera somu feilir sum onnur hava staðfest tá vit hava møguleikan, at sleppa und­ an tí? Harafturat er hetta bæði ein dýrari loysn og ein størri avbjóðing, hvat viðvíkur trygd. Fyri at tala í myndum, so er lættari at hava eftirlit við hvat fer inn og út gjøgnum eina hurð, enn at hava eftirlit hvat fer út og inn gjøgnum fleiri hurðar. Mín áheitan er, at mynd­ ugleikarnir á økinum – komm­unur, landstýri og heilsustarvsfólk – í felag arbeiða fyri, at fáa tað besta burturúr tí skipan, sum longu er keypt og framhaldandi menna hesa, okkum øllum at frama. Tórshavn 12. juni 2006 Viðmerkingar um Talgildu heilsuskipanina Sum føroysklærari hjá ensk­talandi útlendingum harm­ist eg um og átali ta mann­minkandi viðferð, summ­ir útlendingar hava fing­ið í sambandi við uppi­ haldsloyvi í Føroyum! Hesi fyrimyndarligu fólk eru við til at gera okk­­ara lítla samfelag rík­ari og fjøl­ broyttari og hava uppiborið eina betri viðferð. Væl veit eg, at danir hava avgerandi orðið at siga, tá vit tosa um uppihaldsloyvi, men vit í Føroyum hava heldur ikki altíð dugað so væl at handfarið hesi út­lendingamál. Sjálvandi skulu vit hava greiðar reglugerðir í hesum málum, men vit tosa ikki um garvillar, víð­ gongdar útlendingar, ein­ans hampafólk, bæði ítróttar­ fólk og onnur, sum t.d. hava fingið føroyskan maka. Til dømis var tað sera harmiligt og óskiljandi, tá italski Gianfranco mátti stinga í sekkin og fara av landinum, beint eftir at hann hevði gjørt eina orðabók millum italskt og føroyskt mál!? E.S.! Chiaki! Góða eydnu við ætlanum tínum um orða­ bók millum japanskt og før­ oyskt mál! Við vón um ábøtur! á Borg á Argjum 12/06-06 Eyðun á Borg Jóanis Erik Køtlum »Útlendsku føroyingarnir«