Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-13, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. juni 2006síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 111 - 13. juni 2006 11 Vegleiðing til D.P. Højgaard, kommunu­ lækna Í mánakvøldsbløðunum hevur tú viðmerking við­ víkj­andi talgyldu heilsu­ skipanini, sum vit øll gleða okkum til kemur at virka, sjúklingum og starvsfólki til fyrimunar. Men av tí at grundarlagið undir viðmerking tíni tíverri byggir á skeiva vitan, loyvi eg mær hesa vegleiðing: 1. Tú skrivar beint fram: »Jenis nevnir, at trygdin er betri í eini skipan, har hvør komm­ unulækni hevur sín serv­ ara«. Hvaðani hevur tú hesa útsøgn, sum við­merk­ ing tín byggir á? Eg kenn­ist ikki við hana, og havi heldur ikki hoyrt hana frá hinum komm­unulæknunum í Havn­ar kommunu, sum eg sam­starvi við. Tvørt­ur­ímóti hava vit á mongum fundum okara millum, og á fundi við Býráðið, víst á, at vit ynskja ein felags servara fyri kommunulæknanar, ikki bert í Havnini, men vónandi fyri allar Før­ oyar. 2. Kveiktur av við­ merk­ing fra landsstýris­ manninum spyr tú: »Hvør bjóðar til fundar?« Veruliga støðan er, at fundir longu hava ver­ ið. Fyri góðum ½ ári síðani, í novembur 05, bóðu kommunulæknanir í Havn um fund um tal­ gyldu heilsuskipanina. Tveir fundir vóru mill­ um býráðið, umboð fyri skipanina og komm­unu­ læknanar í Havn. Síð­ ani hava tveir av komm­ unu­lækn­un­um lut­tikið í pilot­pro­jekti. Men hesir fundir, og roynd­ir­nar hesir báðir komm­unu­ lækn­ar vunnu okk­um, gjørdu, at allir komm­unu­ lækn­­ar­nir í Havn­ar komm­ unu mettu, at rættast var at kommunulæknanir høvdu sína egnu skipan. Eina skipan, ið er ser­ gjørd til primera heilsu­ økið, teir sjúklingar, ið har eru og tey starvsfólk, ið har virka. VIÐMERKINGAR Jenis av Rana Fyri viku síðani var Tórshavn karmur um tað størsta tón­ leikatiltakið í Føroyum nak­rantíð. Eina tøkk til fyri­skipararnir fyri eitt fram­úrskarandi væleydnað og vælfyriskipað tiltak. Eg hevði leitað mær ein túr oman í býin í góðveðrinum fríggjakvøldið og sigast má, at miðbýurin við tón­ leik­inum í hásæti, angaði av atmosferu og lívi. Eg vil ikki taka dagar ímill­ um mongu góðu tónleika­ bólkarnar, men eg má tó siga, at eg bleiv tikin á bóli, tá ið eg hoyrdi bólkin Side Effect á pallinum í Tórsgøtu fríggjakvøldið. Hesir 3 ungu tónleikararnir brutu heilt upp úr nýggjum innan føroyskan tónleik. Ein merkti, at teir livdu seg inn í tónleikin og sýndu heilt ótrúligt energi, sum eisini fekk meg til at síggja heilt øðrvísi uppá techno punk, sum annars ikki er tað, sum eg lúrti mest eftir. Vit mugu bara enn eina ferð staðfesta, at Føroyar eiga eitt stórt tilfeingi av góðum tónleikarum, sum avgjørt kunnu føra Føroyar fram á altjóða tónleikapallin. Her kann eg leggja aftrat, at tað er sera harmuligt, at tónleikurin ikki er raðfestur hægri í visión 2015, tí eftir mínum tykki er tað millum annað innan tónleikin, at Føroyar kunnu vera millum fremstu tjóðir í heiminum. Miðbýur og mentan Meðan eg stóð og lurtaði eftir tónleiki í Tórsgøtu fríggjakvøldið, rann mær til hugs tann ætlanin, sum býráðssamgongan hevði sett út í kortið viðvíkjandi økinum millum Hotel Tórs­havn/Sjómansheimið og gl posthúsbygningin ella har sum pallurin á Asfalt festivalinum stóð. Ætl­anin hjá songonguni var at byggja ein stóran skrivustovubygning og bý­ráðssal á hesum øki. Um hetta bleiv viðtikið á býráðsfundi hósdagin 27.04.06 hevði tað ikki verið minni enn ein kata­ strofa fyri miðbýin og ment­anarlívið í býnum. Eg var ein teirra, ið mótmælti harðliga ímóti hesari ætlan og tá ið avtornaði var uppskotið hjá samgonguni, ið vildi oyðilagt hjarta í Havnini, felt. Tað er ikki rætt at byggja ein stóran skrivu­ stovu­bygning fyri fleiri 10 talsmilliónir, í hjartanum í Tórshavn, ein bygningur, sum vil standa sløktur eftir kl 16.00. Heldur eigur miðbýurin at vera karmur um okkara ríka mentanarlív. Tað hava verið nógv hugskot frammi um hvussu økið millum Hotel Tórshavn og gl. posthúsbygningin skal skipast í framtíðini. Ein møguleiki er at gera eina passagu, sum kann knýta Tórsgøtu saman við Niels Finsensgøtu, og í hesari passagu kundi verið gjørdur eitt nú ein pallur og trappur á la tær sponsku í Rom, sum kundi verið karmur um nógvar góðar Asfalt- festivalar í framtíðini. Blaðmaðurin á Dimma­ lætting, sum mánadagin skrivaði teigin ”Hinvegin” við undirheitinum ”Flog­ vøllurin hevur skund”, hevði ov nógvan skund. Tað, hann bar fram, var ikki meira enn hálvsatt. Í Vágum var veðrið av tí fagrasta um vikuskiftið. Hvussu tað var Í VIKU­ SKIFTINUM – har bað­ maðurin var (hvar tað so er) – veit eg ikki at siga, tí har var eg ikki. Eg var í Vágum og ikki í VÁGUNUM, sum blaðmaðurin eisini ber skeivt fram. Maðurin letur okkum før­oyingar vita, at ”super­ individ” úr altjóða jetsett­ inum og onkur navngivin føroyingur hava ikki tíð at búgva ella virka í Føroyum, tí bara ein flogvøllur er í landinum. Og so verða ferðafólk, sum ætla sær til Føroya, eisini drigin uppí. Tað er rætt, at orsakað av veðri var ólag á flúgvingini seinasta hósdag. Í okkara verð vesturi í Vágum, er hósdagur á leið mitt í viku. Fríggjadagin var alt komið í rættlag aftur. So var tað yvirstaðið. Nú er tað einki eindømi í heiminum, at flogferðsla er seinkað viðhvørt. Og ymsar orsøkir kunnu vera til tess. Kann upplýsa fyri hesum góða blaðmanni, at um somu tí, sum hetta ófatiliga drama, hann veit at siga frá, fór fram í Vágum, sótu hundraðtals fólk í Kastrup og bíðaðu eftir, at radarin í Arlanda fekst at virka aftur, so flúgvandi varð til svenska høvuðsstaðin. (Arlanda flogvøllurin er uttan fyri Stockholm, sum er svenskur høvuðsstaður). Og tá vita vit ikki, hvussu nógv fólk sótu aðrastaðni í heiminum og bíðaðu eftir sama radara. Neyvan var tað heldur tí, at bara ein flogvøllur er í Føroyum, at sjóverjutyrlan fríggjakvøldið mátti lenda á flogvøllinum í Vágum við einum sjúklingi, sum síðan við sjúkrabili varð fluttur á Landssjúkrahúsið, hóast tyrlupallur er beint uttan fyri sjúkrahúsið. Sambært heimasíðuni hjá MRCC var talan um ein mann, sum fluttur varð av einum føroyskum skipi undir fiskiskapis umleið 100 fjórðingar eystan fyri Føroyar. Havi enn einki krav hoyrt um, at nýtt sjúkrahús verður bygt í Vágum av hesi orsøk. (Soleiðis ”just in case”). Blaðmaðurin blandar tingini saman. Tað er rætt, at ein dag í seinastu viku vóru ring floglíkindi í Vág­ um. Men um vikuskiftið – tað eitur ongantíð í viku­ skiftinum – var fínasta summarveður í Vágum. Men ikki onkra aðrastaðni, har summi tosa um at gera flogvøll. Viðlagda mynd varð tik­in í 572 metra hædd á Held­ arstindi í Vágum í fagrasta sólskini seinnapartin leyg­ ardagin. (Tá nærkast viku­ skiftið). Vágar og Dalarnir fyri Vestan á Streymoy liggja í bjørtum sólskini. Men fyri eystan Streymoyarfjøllini er kavtroðið í mjørka. Viðhvørt líkist hendan løgna skrivingin um alterna­ tivan flogvøll eini hetz. Eg haldi kortini ikki, at tað er ætlanin hjá teimum skrivandi. Meira man tað vera manglandi vitan um veruligu viðurskiftini. www.vagar.fo Tann árligi blokkurin úr ríkiskassanum er p.t. oyramerktur soleiðis: Almennar pensiónir 213.3 mió. Heilsuverkið 283.6 ” Serforsorg 117.0 ” Havrannsóknarstovan 1.6 ” Síðan 1988 hevur blokkurin ár um ár verið dagførdur samsvarandi lógum og av­ talum, men í 2002 steðg­aði landsstýrið allari dagføring av blokkinum, eisini tey øki, har ríkiskassin er einsa­mallur um at rinda, eitt nú Ríkissjúkrahúsið (undir heilsuverkinum) og serforsorg. Flest øllum kunnugt, nemur blokkurin í stóran mun við pensionistar, sjúk, avlamin, serforsorgina og onnur øki í almanna- og heilsumálum. Tankin, at onnur mál, sum verða rik­ in við fígging úr ríkis­kass­ anum, eitt nú peningamál, dóms- og løgreglumál, uttan­ ríkismál, fólkakirkjan v.m., kundu verið í blokkinum, er ræðandi. Sambært avtalu verða tingingar í ár millum lands­ stýrið og ríkisstjórnina um dagføringar av blokkinum. Tað er tí ynskiligt at vita, um landsstýrismaðurin við fíggjarmálum fer at taka neyðug stig til at fáa blokkin aftur í dag­før­ ingsskipanina, sum var galdandi áðrenn 2002. Vit eiga ikki at gloyma, at t.d. í tíðarskeiðnum 1998-2001 varð blokkurin dagførdur (øktur) við 73.6 mió. Av tí at blokkurin sum sagt nemur við pensionistar, sjúk og avlamin, fólk undir serforsorg, stutt sagt stórt tal av Føroya fólki, er tað ikki meira enn rímiligt, at øll hesi fáa at vita, um landsstýrismaðurin við fíggjarmálum fer at taka neyðug stig til dagføring av blokkinum. Alternativið til dagføring kann sømiliga ikki verða annað enn at siga blokkin upp, og harvið bumba heilsu- og almannaverkið niður á u-landastøði, og við tí gera vælferðina til en saga blott. Tó uggandi og sissandi – sjálvandi: Um nøkur fá ár (2015) fara visiónfrøðingar við frøi at sannføra løgtingið um, hvussu pensionistar, sjúk, avlamin, minnis- og evnaveik o.o. kunnu fáa tað gott í Føroyum, eins gott og í framkomnum lond­ um – og í hvussu so er betri enn í Danmark, hóast lóggevingin um vælferð har man teljast millum tær bestu í heiminum. Í meira enn hálva øld hava samd løgting viðtikið vælferðarlógir – tær flestu við donskum sniði – við neyðugum fíggjarkørmum; fíggjarkarmar, sum sama løgting fyri 5 árum síðani tók støðið undan, uttan at seta aðrar skorðar und­ir borgaranna sosiala trygg­ leika. Betri er bøtandi hond …. kunningarleiðari í Vágum Edvard Joensen Dagføring av blokkinum Heri Mohr Blaðmaðurin hevði ov nógvan skund Miðbýurin og Asfalt-festivalurin Býráðslimur fyri Fólkaflokkin Annika Olsen Skeiv mynd Av misgávum settu vit skeiva mynd til greinina hjá Páll Poulsen í blaðnum í gjár. Vit biðja avvarðandi halda okkum til góðar. blaðstj.