týsdagur 13. juni 2006síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 111 - 13. juni 2006
Nógv verður tosað
um nýhugsan, vitanar
vinnur, íverksetan
o.s.fr. Londini kring
okkum hava gjørt
vart við hesi evnir,
eins og hetta hevur
verið havt frammi í
sambandi við visjón
2015
Bogi Eliasen
Cand.scient.pol
Ymiskt er hvussu hugt verður
eftir hesum evnum. Men eitt
er at ein partur er útbúgving,
og at privati geirin í størri
mun leggur seg eftir at brúka
fólk við hægri útbúgving.
Brúk er fyri nýhugsan, bæði
fyri at loysa smærri dagligar
trupulleikar, men eisini fyri
at fáa verulig frambrot.
Vit síggja nakrar fyritøkur
brúka akademikarar, men
spurningurin er, um tað ikki er
størri tørvur á akademikarum
í privata vinnulívinum.
Størri vøkstur
Eitt nú í Danmark bleiv
ein sonevnd akademikara
kampagna gjøgnumførd
í 2004 og 2005. Serligur
dentur varð lagdur á at fáa
akademikarar í smærri- og
miðalstór virkir. Hetta er
áhugavert í føroyskum høpi,
tí sjálvt okkara stóru virkir
eru í mesta lagi miðalstór í
donskum høpi. Ein kanning
(Højtuddannedes værdi for
små og mellemstore virk
somheder) frá 2004 vísti,
at vøksturin í virkjum sum
settu akademikarar í starv,
var nógv størri, enn hjá
teimum sum ikki gjørdu.
M.a. kom fram, at virkir,
sum settu akademikarar í
starv frá 1995 - 2001 høvdu
ein vøkstur uppá 133%,
meðan vøksturin annars var
30%. Ein onnur kanning
frá Ålborg Universiteti vís
ir, at sannlíkindini fyri at
menna nýggjar vørur og/ella
tænanstur er 2 til 3 ferðir
størri, tá fyrsti akademikarin
er settur í starv.
Útflutningur
Ein onnur størri kanning
gjørd fyri danska Erhvervs-
og Boligstyrelsen, har
útflutningsvirkir serliga hava
stóran tørv á akademiskari
vitan, m.a. tí at málsligi før
leikin ikki er nøktandi, og
at vitanin um mentanina í
londum sum arbeitt verður
við er ikki nóg góð o.s.fr..
Føroyar
Hesar royndirnar í Danmark
eru áhugaverdar, tí tær vísa
at smærri og miðalstór virkir
fáa nógv burturúr um tey seta
fólk við hægri útbúgving.
Spurningurin varð havdur
uppi fyri kortum, tá m.a. Pisa
kanningin elvdi til sjálvs
ransakan. Hjá okkum merkir
tað at vinnulívið sjálvt má
vilja fáa sær arbeiðsmegi við
hægri útbúgving, tí tað er ein
týðandi parturin í nýhugsan.
Kleking og íverksetan er eitt,
men vit skulu eisini leggja
stóran dent á, at virkini vit
hava eisini menna seg. Í Dan
mark hevur talan verið um
meira og minni miðvísan
politikk fyri at fáa smærri
og miðalstóru virkini at seta
akademikarar í starv, m.a. tí
at talið í Danmark er lægri
enn bæði í Svøríki og Noregi,
og tí at ov lítið fekst burturúr
teim akademikarum, sum
landið brúkti orku uppá at
útbúgva.
Meirvirði
Tí er tað eisini ein spurn
ingurin, um tað skal gerast
partur í komandi vinnupol
ikkinum at fáa fleiri við
hægri útbúgving í vinnu
lívið. Í hvussu so er, er tað
ein spurningur, har bæði
vinnan og politiska skipan
in hava ábyrgdina at sam
starva um. Men hetta nertir
eisini við spurningin um
lønir, sum var nógv á lofti
herfyri, tí Dávid Reinert
Hansen fær løn fyri starv í
fleiri tunlum. Eg royndi tá í
grein at vísa á, at hugt skal
verða eftir um viðkomandi
førir meira virði til virkið,
enn hann kostar. Tað er
tann vegin vit mugu hugsa,
um vit vilja leggja okkum
eftir nýhugsan. Omanfyri
nevnda kanningin vísir, at
ein akademikari í smærri
ella miðalstórum virki veitir
nógv meira í virði, enn hann
kostar, og tí er tað ein góður
leistur, sum kann menna
fyritøkuna. So jú, vit skulu
hava íverksetan, men vit
skulu eisini minnast til, at vit
skulu betra um viðurskiftini
hjá teimum fyritøkunum vit
hava, og her er hugskotið at
brúka akademikara r meira
kreatitv avgjørt ein leistur
hugsast skal um.
Vika 24 2006
Marknaðarrák
Hósdagin í farnu viku hevði
evropiski miðbankin, ECB,
rentufund. Tey hækkaðu
stuttu rentuna 0,25% í
2,75%. Hetta var júst sum
íleggjarar væntaðu. Tískil
ávirkaði hetta ikki longru
lánsbrævarenturnar nakað
serligt. Eftir rentufundin var
tíðindafundur. Tá sást hvussu
stóran týdning til dømis ein
miðbankastjóri kann hava
fyri fíggjarmarknaðirnar.
Vit hava fyrr nevnt, hvussu
marknaðirnir sótu undir
hvørjum orði hjá fyrrver
andi amerikanska tjóðbanka
stjóranum, Greenspan. Hesu
ferð var tað Trichet sum
átti tørn. Sjálvt um ECB
hækkaði stuttu rentuna, var
úrslitið eftir tíðindafundin, at
lánsbrævarenturnar lækkaðu
um 0,05%. Hetta hendi, tí
íleggjarar mettu, at Trichet
á tíðindafundinum ljóðaði
eitt sindur minni ágrýtin at
halda áfram við fleiri rentu
hækkingum júst nú. Hetta
styrkti eisini dollaran úr 1,28
í 1,265 í mun til evruna.
Lánsbrævarentur
lækka
Seinastu tíðina hava vit vænt
að at rentan fór at lækka eitt
sindur. Hesa farnu vikuna
er danska 10-ára rentan
lækkað 0,10% til 3,93%.
Útlit eru fyri, at hon lækkar
nakað aftrat hesa komandi
vikuna.
Partabrøv lækka enn
Partabrøv um allan heim
eru lækkað hesa farnu vik
una. Marknaðirnir hava tó
verið rættiliga skiftandi, við
bæði stórum lækkingum
og hækkingum einstakar
dagar. Enn eru eingi greið
tekin um, at marknaðirnir
av álvara fara at hækka aftur
júst nú. Roknskapirnir hjá
virkjunum vísa tó, at tey
vinna væl av peningi. Tað er
eisini munur á marknaðum.
Til dømis hevur íslendski
marknaðurin klárað seg
sera væl í mun til restina av
heiminum hendan seinasta
mánaðin.
Hesa vikuna
Hendan komandi vikan
verður sera týdningarmikil
á fíggjarmarknaðunum.
Orsøkin er, at tað koma
prísvakstrartøl úr bæði
Evropa og USA. Sum nevnt
omanfyri leggja markn
aðirnir sera stóran dent á
miðbankarnar í løtuni, og
um prísvakstrartølini ikki
gerast sum væntað, fer tað
at ávirka bæði láns- og parta
brøv.§§
ECB hækkaði rentuna
Broytingar eru útroknaðar í mun til fyri viku síðan. Myndirnar vísa gongdina seinastu 3 mánaðirnar.
Nýhugsan og útbúgvin arbeiðsmegi
Útbúgving er vegurin, men vinnan skal eisini hugsa meira um at brúka fólk við hægri útbúgving