Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-13, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. juni 2006síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 111 - 13. juni 2006 13 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Lindi Gardar, Klaks­ vík, andaðist mánadagin 12. juni í Sambýlinum á Heygnum, 69 ára gamal. Jarðarferðin verður lýst seinni. Jensina Magnussen úr Streymnesi andaðist á Landssjúkrahúsinum leygar­dagin, 95 ára gomul. Kistan fer úr kapellinum týskvøldið kl. 18 norð í Hvalvíkar kirkju. Jarðarferðin verður mikudagin kl. 14. Sungið verður úr sálmabókini. Tey, ið ynskja at minnast Jens­ inu, kunnu lata eini gávu til Hvalvíkar Missi­ óns­hús; konta í pen­inga­ stovnunum. Jonhard Vang Jac­ ob­sen úr Syðru­gøtu and­aðist á Rík­is­sjúkra­ húsinum leygar­dagin, 70 ára gamal. Jóhanna Olsen, ættað úr Oyndafirði búsitandi í Havnsø Danmark, and­ að­ist leygardagin, 68 ára gomul. Jarðarferðin verður úr Stig Bjergby kirkju hósdagin klokkan 13.00. Andlát og jarðarferðir Jarðarferð Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at kæri maður mín, pápi, verpápi og abbi okkara Thorvald M. Poulsen vanliga nevndur Thorvald í Øravík, Tvøroyri andaðist á Ríkissjúkrahúsinum 11. juni, 84 ára gamal. Jarðarferðin verður úr Tvøroyrar kirkju, hósdagin kl. 13.00. Familjunnar vegna Selma, Paulina, Katrin, Heðin og Tórður Tey, ið vilja minnast Thorvald, kunnu lata eina gávu til Hjartafelagið, konto í peningastovnunum. Tøkk Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu og alt hjálpsemi, tá góða mamma, vermamma, omma, langomma og fastir okkara Josefina Højsted Funningi doyði og varð jarðað. Tøkk til prestarnar Martin Restorff og Emil Olsen fyri troystarrík orð. Tøkk til tykkum øll, sum hjálptu til við jarðarferðini. Tøkk fyri blómur, kransar og fyri peningagávur til Funnings kirkju, og til tykkum mongu, sum fylgdu henni um seinasta sýn. Familjunnar vegna Børnini Týsmorgunin 6. juni andaðist Gunnar Guttesen í Havn, 68 ára gamal. Jarðarferðin var úr Ebenezer, har Gunnar hevði sína dagligu gongd, seinasta leygardag. Gunnar var havnarmaður. Sum ungur arbeiddi hann á Mejerínum, á Bacalao, á heilsøluni hjá Poul Hansen og á margarinverksmiðjuni Marga, áðrenn hann í apríl 1962 fekk starv hjá Tórshavnar Býráð. Fyrstu tíðina koyrdi hann gravmaskinu í grótbrotinum undir Varða. Síðan 1964 hevði hann fast starv sum bilførari og koyrdi lastbil hjá býráðnum. Hetta starv røkti hann í yvir 40 ár. Í sínum arbeiði var Gunnar ein býarmynd í Havn. Allastaðni har eitt arbeiði varð gjørt í býnum, sást Gunnar við lastbilinum. Hann var altíð í góðum lagi og bríkslaði okkurt lag. Gunnar var yngstur av teimum ellivu børnunum hjá Jóhonnu og Jens Christian Guttesen. Hon var úr Skálavík, og hann var havnarmaður. Tey ellivu systkini vóru: Jens, Maja, Óli Jógvan, Gunhild, Kirstin, Petur, Leivur, Brynhild, Erling, Ingrid og Gunnar. Tey vuksu øll upp í einum lítlum húsum við Tinghúsvegin, har tey eisini ofta høvdu gestir á vitjan. Av teimum ellivu systkjunum eru nú fimm farin: Jens, Óli Jógvan, Gunhild, Leivur og Gunnar. Gunnar var giftur Ragnfríð, f. Samuelsen, úr Klaksvík, tey fingu sjey børn: Krista, Maria, Sólvá, Gunn­fríð, Ragnar, Regin og Gunnar. Fleiri av børnunum hava útmerkað seg innan sang og tónleik, og hava tey arvað hesar gávurnar frá báðum for­eldrunum, sum eru av sera musik­ alsk­um familjum. Gunnar var B36-ari. Hann vaks upp í niðara parti av Tinghúsvegnum, sum var eitt B36-kvarter burturav, og var hann í mong ár ein av leikarnum á besta liðnum hjá felagnum. Hann var m.a. við á liðnum, sum vann føroya­ meistaraheitið í 1962. Hann búsettist í Gundadali, og var hann eitt av trúgvu viðhaldsfólkunum hjá felagnum. Gunnar var familjukærur og trúgv­ ur, hann hevði eitt lætt og ungt sinni og var sera hjálpsamur. Gunnar Guttesen farin Tíðindaskriv Tað er nú skjótt eitt ár síðani kristiliga motorsúkklufelagið “Holy Riders MC Føroyar” varð sett á stovn. Felagið hevur verið sera virkið, við m.a. kunnandi møtum, útdeiling av Biker-Bíblium við ymisk høvi, har MC-fólk hittast, egnari MC-gudstænastu í Vesturkirkjuni, eins og luttøku á Flaggdagshaldinum, og nú stendur so komandi “Atlantic Bike Meet” fyri durðum. Stevnan verður hildin inni í Kelduni, Skálafjørður, og verður hon karmur um øll tiltøkini, fríggjadagin 31. juni og leygardagin 1. juli. Tað er á fyrsta sinni í Føroyum, at eitt tílíkt kristiligt motorsúkklutreff verður hildið. Tað gleðir okkum í Holy Riders MC Føroyar at fáa vitjan av limum úr kristiligum MC-klubbum úr Norðanlondum og tveimum týskarum, umframt at vónandi mangir limir í virkandi MC- feløgum í Føroyum verða við. Tann eini týskarin er tann vælkendi Kornelius Novak, ella „Mondo“, sum hann vanliga verður nevndur. Mondo er forseti fyri týsku deildina hjá Holy Riders og er ein spennandi persónur at uppliva. Sera eyðmjúkur í orði og talu, men hevur sera nógv at greiða frá um seg og sítt lív. Úlendingarnir koma higar við Norrønu úr Bergen tann 28. juni kl. 15.00, har síðani móttøka verður kl. 16.30 í Gamla Kommunuskúlagarði, har borgmeistarin Heðin Mort­ ensen kemur at bjóða gest­ unum vælkomnum, umframt heilsur, sang o.a. ið eisini verður á skránni. Verður veðrið til vildar, verður eisini bjóðað kaffi, kakao og annað gott til góman. Eftir vælkomuna uml. kl. 17.30, verður vitjað niðri í Miðlahúsinum í Vágsbotni. Kl. 19.00 verður steðgað við Shell-støðina við Ringevgin, áðrenn gestirnar fara norður til Skálafirðar, har teir skulu gista. Hósdagurin er settur av sum frídagur til “sight-see­ ing” og vitjanum ymsa­staðni í landinum. Hóskvøldið kl. 20.00 talar Mondo í „Oasuni“ í Hoyvík, har eisini onnur luttøka verður. Fríggjadagin kl. 13.00 verður ”Atlantic Bike Meet”-stevnan sett inni í Keld­uni. Talan verður um eitt treff, har MC-fólk hittast og hugna sær saman, men eisini tað andliga verður sera høgt raðfest. Eitt, sum hoyrir til eitt MC-treff, er grilling, bæði á stevnuøkinum, og niðri á sandinum í Skálafirði, har eisini sangur, togtogan, onnur spøl og koyring verður, sum nú MC-fólk kunnu finna uppá. Leygardagin verður skipað fyri felags súkklutúri norður til Viðareiðis via Shell- støðirnar í Gøtudali, og á heimferðini á Shell-støðini í Klaksvík. Norðuri á Viðareiði kemur Hans Eiler Hammer prest­ur at greiða frá um kristin­lívið og aðra mentan í Norðoyggjum. Stór gospelkonsert í kelduni: Leygarkvøldið endar stevn­ an við stórari gospelkonsert í Kelduni, har Eyðun Jacobsen Band, Magni Christiansen, Sofus Hansen og systrarnar Vanja, Laila og Barbara koma at luttaka. Kostnaðurin fyri hesa konsertina er sett­ur at verða 150,- kr. og at­­gongu­ merkir verða at fáa á Shell- støðunum við Ringvegin í Havn, við Streymin, í Gøtu­ dali og í Klaksvík. Eisini verða atgongumerkir seld við dyrnar. Sunnudagin talar Mondo á morgunmøtinum í Kelduni kl. 11.00, og sunnukvøldið kl. 18.00 talar hann í Evangeliihúsinum í Havn. Kl. 20.00 endar stevnan við stórari skrúðkoyring í gjøgnum Havnargøtur, har heitt verður á øll MC- áhugað um at vera við í tiltakinum, sum kann verða ein virðiligur endi á einum tiltaki, sum vónandi hevur verið til gleði fyri øll. Útlendingarnir fara avstað aftur við Norrønu mánamorgunin kl. 09.00. Holy Riders MC Føroyar: »Atlantic Bike Meet« í Kelduni Tann vælkendi Kornelius Novak, ella „Mondo“, sum hann vanliga verður nevndur, er forseti fyri týsku deildina hjá Holy Riders