týsdagur 13. juni 2006síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 111 - 13. juni 2006
15
Uppgávan
Postverk Føroya stendur á gáttini til eina nýggja, spennandi og avbjóðandi framtíð, nú tað er vorðið partafelag.
Í hesum sambandi søkja vit ein framskygdan og eldhugaðan stjóra, ið hevur úrslit fyri eyga. Høvuðsuppgávan
verður at leggja eina langtíðarætlan fyri Postverk Føroya, soleiðis at Postverk Føroya gerst eitt nútímans, kappingar-
ført felag. Tú fært, saman við einum dugnaligum leiðslubólki, høvuðsábyrgdina av strategiskari ráðlegging og
framtíðarmenning av fyritøkuni.
Førleiki
Sterkir persónligir eginleikar so sum arbeiðssemi, ágrýtni, skapanarlyndi og slagdygd eru av alstórum týðningi.
Postverk Føroya er eitt tænastufelag burturav, sum røkkur út til alt Føroya fólk, og tí er alneyðugt, at tú dugir væl við
fólki, samskiftir skilliga og skynsamt, og skapar ein stimbrandi liðanda fyri alt felagið.
Tú hevur í minsta lagi 5 ára viðkomandi starvsroyndir. Tað er fyrimunur at hava starvsroyndir úr útheiminum, og at kunna
vísa á úrslit. Tú hevur strategiska, búskaparliga útbúgving á kandidatstøði, sum t.d. Cand. Merc., Cand. Polit. ella
Cand. Oecon.
Tú ert framskygd/ur, dugir væl at arbeiða strategiskt og málrættað, og megnar at skapa úrslit. Harumframt ert tú
vanur/von at tosa og samskifta flótandi á føroyskum, donskum og enskum. Tosar tú eisini eitt fjórða mál, er hetta
bert ein fyrimunur.
Postverk Føroyar bjóðar tær
Eitt avbjóðandi, fjølbroytt og spennandi starv. Starvið er eisini sera krevjandi, tí tú sum stjóri verður undangongu-
maður/kvinna, og fært høvuðsábyrgdina av allari framtíðarmenning av Pf. Postverk Føroya. Vit bjóða tær tí góða
løn samsvarandi førleikum og royndum.
Sóknast verður eftir
til Pf. Postverk Føroya
STJÓRA
Send okkum eina umsókn við viðkomandi
prógvum og viðmælum áðrenn 1. juli 2006.
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
Umsóknin skal sendast til :
umsókn
Pf. Postverk Føroya
att. Jan Danielsen
Óðinshædd 2
100 Tórshavn
Postverk Føroya · Óðinshædd 2 · FO-100 Tórshavn · Tlf: 34 60 00 · Fax: 34 60 01 · postur@postur.fo · www.postur.fo
Postverk Føroya
Áhugað eru vælkomin at ringja til:
Jan Danielsen, nevndarform. á tlf. 21 72 00 ella
Brynhild Setberg, næstformann á tlf. 22 22 71,
fyri at hoyra nærri um starvið.
-
- Privatfólk hava selt
burturav fólksins
ognum. Tey, sum
selja, kunnu stinga
vinningin, 100-300
milliónir skattafrítt
í lumman, at síggja
til púra lógliga. Men
hvar er eftirlitið við
ognunum hjá land
inum? spyr Hjalti í
Jákupsstovu, stjóri
á Fiskirannsóknar
stovuni
Í lógini um vinnuligan fisk
iskap stendur m. a. § 2. 2)
3)Livandi tilfeingið á før
oysku landleiðunum og tey
rættindi, føroyska heima
stýrið við samráðingum
hevur rokkið ella eftir
altjóða rætti eigur uttan fyri
føroysku landleiðirnar, eru
ogn Føroya fólks.
Á fleiri tíggjutals fund
um hava føroyskar sendi
nevndir seinastu 10-12
árini í samráðingum við
onnur strandalond vart
áhugamálini hjá Føroyum í
pelagisku stovnunum norð
havsild, svartkjafti og makr
elí. Hetta í teirri trúgv, at
tað var ogn Føroya Fólks,
sum tær varaðu av. Nógvar
kostnaðarmiklar rannsóknir
hava eisini verið, at byggja
undir føroysku krøvini.
Komið er næstan á mál, og
sigast kann við hampuliga
góðum úrsliti. Harðastu
mótpartarnir
í
hesum
samráðingunum hava verið
Noreg, Ísland og EU.
Men nú vísir tað seg, at
tað var ikki ogn Føroya
fólks samráðingarnar snúu
seg um. Privatfólk hava
síðan selt burturav hesum
ognum til onnur feløg í
Føroyum. Feløg, sum heilt
ella í heilt stóran mun,
eru íslendsk og norsk ogn.
Fólkini, sum selja, kunnu
stinga
vinningin,
100-
300 milliónir skattafrítt
í lumman, at síggja til
púra lógliga. Men hvar er
eftirlitið við ognunum hjá
landinum? Hvar eru Løg
tingsgranskoðararnir? Og
hvar er Landsgrannskoðar
in, varðar hann ikki av ogn
Føroya Fólks?
Á fundi á Hotel Føroyum
í vár um tilfeingisgjald
var vinnan, bæði eigara
og manningarfeløg í móti
slíkum akademiskum fjasi.
Men í mínari verð kundi
tilfeingisgjald í hesum før
um verið latið, um ikki ann
að, so um skattin.
Alt gott um visjónir, men
tað sum landið við hesum
sølum, fleiri ferðir hevur
latið gingið um seg, hevur
einki við visjónir at gera.
Alt annað.
Ogn Førøya fólks verður latin privatfólki
upp í hendurnar at selja fyri egnan vinning
VIÐMERKINGAR
Í dag kemur út eitt
nýtt Føroyakort til
teirra sum ætla at
ferðast í Føroyum
– bæði føroyingar
og útlendsku gestir
okkara. Á kortinum
eru nevniliga tey
mest vitjaðu støðini
í Føroyum víst við
tekningum
FERÐAVINNA
Tann sum hyggur í kortið
sær tað sum verður kallað
ferðamál ella attraktiónir -
støð sum eru nógv vitjaði
av ferðafólki. Á baksíðuni
er so møguligt at lesa
nærri um flestu støðini
og hvørji tilboðini eru.
Støðini kunnu verða
søvn, útferðir við báti, á
hestbaki ella til gongu og
onnur tilboð til ferðafólk.
Eisini nøkur støð við ser
stakari náttúru ella útsýni
og støð við nógvum
fugli.
Kortið er ætlað at
sjónliggera ferðamálini
og møguleikarnar og
samstundis at geva eitt
yvirlit yvir alt landið.
Kortið kemur afturat
tí tilfari sum longu er
tøkt: økisfaldarar fyri tey
ymisku økini í landinum
og aðrar ferðabóklingar
og ferðakort.
Tað er ein áhugabólkur
við Sjúrða Poulsen og
Ólavi Poulsen, sum hev
ur tikið stig til hetta átakið
í samstarvi við almennu
ferðavinnuna, t. v. s.
Ferðaráðið og Kunningar
stovurnar kring landið.
Kortið verður borið
ókeypis í hvørt hús í Før
oyum og er avgjørt vert
at goyma og hava við, tá
farið verður at ferðast í
egnum landi ella at taka
fram og vísa øðrum hvat
vit hava at bjóða. Kortið
er eisini at fáa á øllum
Kunningarstovunum og
gistingarhúsum kring
landið.
Virkir, fyritøkur, stovn
ar og onnur kunnu keypa
kortið frá Kunningarstov
unum kring landið ella frá
forlagnum Føroya Met,
um tey ynskja at geva
viðskiftafólki, vinum og
kenningum eitt kveikjandi
minni.
Hjalti í
Jákupsstovu
Nýtt Føroyakort við
denti á ferðamál