Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-13, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. juni 2006síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 [ Nr. 111 - 13. juni 2006 ] Hóast Kekkia vann tryggan sigur á USA, so dalaði lagið nakað nógv, tá tað stóð greitt, at Jan Koller hevur fingið álvarsligan skaða HM-Bólkur E Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað gekk annars ikki long tíð, áðrenn Koller gjørdi um seg. David Rozenthal kom at baklinjuni í høgru, og neyva innleggið drønstútaði stóri Koller í kassan. Stutt fyri steðgin mátti Koller tó fara av vøllinum. Talan var um vøddaskaða í lærinum, og tað stóð greitt fyri sjónvarpshyggjarunum, at talan var um nógva pínu. Hvussu álvarsligur skaðin er, er enn ikki staðfest av kekkisku landsliðsleguni, men verður Koller ikki skjótt tøkur, fer av álvara at fækkast við møguleikum í álopspartinum. Vanligi makkarin hjá Koller, Milan Baros, dregis við skaða í fótinum, og hann verður neyvan tøkur, tá Kekkia leyg­ardagin skal spæla móti Ghana. Móti USA bilti hetta tó einki. Báðu megin steðgin skoraði Tomas Rosicky til ávíkavist 2- og 3-0. Ser­ stakliga fyrra málið var ein perla, har Rosicky úr 20 metrum sendi bóltin í málhornið. Eftir steðgin var hann um reppið at endurtaka listarverkið, men ta ferðina brast bólturin á tvørtræið. So hóast Rosicky eftir dyst­ in mest sum umberandi segði, at hann ikki er nakar skotsterkur spælari, so munnu flestu liðini nú vera ávarað. Tryggir italiumenn Hin dysturin í bólki E var millum Italia og Ghana. Her vann Italia ein hampuliga tryggan 2-0 sigur, men eina løtu var hesin tó í vanda. Fyri steðgin var talan annars um fullkomna yvir­ vág til Italia, og tað var púrasta í tráð við spælbýtið, tá Pirlo sendi bóltin í kassan eftir eitt av teimum 11 italsku hornaspørkunum. Eftir steðgin dalaði ferð­ in tó nakað. Italia tók seg longur aftur á vøllin, og tá Totti so fór út við lítlum skaða, tóktist allur broddur at fara úr spælinum. Ghanes­ ar vórðu eisini snýttir fyri brots­spark, tá Asamoah varð rendur um koll í brots­ teiginum. Italia fekk tó punkterað dystin, tá Kuffour heil­kiks­ aði afturlegging, soleiðis at innskifti Iaquinta hevði lætt við at skora. Kanska ein hóskandi hevnd hjá Iaquinta, sum stutt fyri hetta varð jarðlagdur av Kuffour, sum – hóast dómarin hevði bríkslað fyri rangstøðu – bart sagt slaktaði italska áleyparan. Cafu ákærdur fyri svik Italsku myndugleikarnir hava reist ákæru móti brasilska lands­ liðsskiparanum, Cafu. Cafu hevur í fleiri ár spælt í italskum fótbólti, og fyri trimum árum síðani fekk hann dupultan statsborgaraskap. Nú halda myndugleikarnir seg vita, at hetta varð gjørt undir skeivum fortreytum, og saman við argentinska Gustavo Bartelt er Cafu tí ákærdur fyri dokumentsvik. Revsiramman fyri lógarbrotið er upp til níggju mánaða fongsul. -mørk Bólkur E USA-Kekkia 0-2 (0-2) 0-1: Jan Koller, 5. 0-2: Tomas Rosicky, 36. 0-3: Tomas Rosicky, 76. Italia-Ghana 2-0 (1-0) 1-0: Andrea Pirlo, 40. 2-0: Vincenzo Iaquinta, 83. Australia-Japan 3-1 (0-1) 0-1: Shunsuke Nakamura, 26. 1-1: Tim Cahill, 84. 2-1: Tim Cahill, 89. 3-1: John Aloisi, 90. Komandi dystir Bólkur F Dagur Kl. Dystur 13.06 20.00 Brasil-Kroatia Bólkur G 13.06 14.00 Suður Korea-Togo 13.06 17.00 Frakland-Sveis Bólkur H 14.06 14.00 Spania-Ukraina 14.06 17.00 Tunis-Saudi Arabia Bólkur A 14.06 20.00 Týskland-Póland Vilja sleppa undan brasil Hóast bert ein dystur er spældur í bólki E, so líkist tað longu nú eini finalu millum Italia og Kekkia um oddasessin í bólkinum. Og tað er ikki líkamikið, hvør teirra vinnu bólkin. Tvey’arin í bólkinum skal nevnliga hitta vinnaran í bólki F, og tað verður eftir øllum at døma Brasil, og teirri uppgávuni vilja bæði Italia og Kekkia helst bíða nakað við enn. -mørk Seinastu fimm minuttirnar vendi Australia hóttandi tapi til tryggan sigur HM Bólkur F Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Alt bendi annars á sigur til Japan, eftir at eitt innlegg frá Nakamura slapp at ferðast beina leið í málið. Ivaleyst átti australski málverjin fríspark á vegnum, men hóast mótmæli, so læt dóm­ arin ikki við seg koma. Japan royndi av øllum alvi at halda fast, og fram til seinastu seks minuttirnar tóktist hetta at skula eydn­ ast. Innskifti Tim Cahill gjørdist tó stóra hetjan hjá Australia. Fyrst kundi hann gera sær dælt av risa-villu hjá japanska málverjanum, og síðani sendi hann sera vakurt skot av brotsteigarmarkinum á stólpan og inn. Seinasta seymin setti John Aloisi í, tá Japan royndi at flyta nógv fólk fram í roynd­ unum at javna. Kekkiski risin skaddur Talan var um álvarsligan miss hjá Kekkia, tá Jan Koller noyddist av vølli. At síggja til hevði áleyparin ógvusliga pínu, og enn er ikki víst, nær hann verður tøkur aftur Mynd: Scanpix Japan fór down-under Máltindurin HM-endaspælið Omar Bravo Mexico 2 Paulo Wanchope Costa Rica 2 Miroslav Klose Týskland 2 Tim Cahill Australia 2 Tomas Rosicky Kekkia 2