týsdagur 13. juni 2006síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
[ Nr. 111 - 13. juni 2006 ]
Beckham er tann lekrasti
Ein atkvøðugreiðsla á heimasíðuni hjá BT letur ongan iva
vera um, at David Beckham hevur lekrastu fóbóltsbeinini
í HM-kappingini. Í morgun høvdu stívliga 10.000 lesarar
greitt atkvøðu, og av hesum átti enski landsliðsskiparin
25%. Cristiano Ranoldo úr Portugal hevði fingið 17% av
atkvøðunum, meðan svenski Fredrik Ljunberg átti 15%.
-mørk
Togo-venjarin kúvendi
Satt rok hevur verið um týska Otto Pfister, sum er landsliðsvenjari
hjá Togo. Togo er fyri fyrstu ferð partur av HM-endaspælinum,
og í farnu viku boðaðu spælararnir frá, at teir vildu hava ein
stóran bonus fyri hetta. At spælararnir og stjórnin í landinum
áhaldandi keglaðust um hetta, fekk at enda týska venjaran at
gevast, tí ehtta vildi hann ikki vera partur av.
Síðani hava bæði spælarar og fótbóltssamband heitt á Pfilster
um at koma aftur, og hesum hevur Pfister so játtað.
-mørk
Merkisvert er tað,
at tað í tveimum
teimum fyrstu FM
kappingunum ikki
hevur eydnast nakrari
manning hjá størsta
róðrarfelagnum í
landinum at vinna
FM KAPPRÓÐUR
Jóannes Hansen
Hóast sólin og hitin ikki
høvdu tann leiklut í mið
økinum
leygardagin,
sum tað var lagt upp til
í veðurforsøgnunum, so
gekk tað væl at fáa FM
kappróðurin á Kollafirði
frá hondini.
Óvanligt fyri gongdina
í kappróðrinum nógvu tey
seinastu árini var tað, at
so nógvar manningar, sum
á Norðoyastevnu stóðu
ovast á sigursskamlinum,
hesa ferð noyddust at víkja
plássið fyri øðrum vinnara.
Tað vóru bara tríggjar
manningar, sum høvdu
vunnið á Norðoyastevnu,
og sum aftur vunnu á Kolla
firði. Tær vóru í kappingini
millum 5-mannafør við
kvinnum, har Ørnin aftur
hesa ferð sigraði, í kapp
ingini millum 6-manna
før við monnum, har Søl
mundur aftur hesa ferð var
bestur, og so í kappingini
millum 8-mannaførini, har
Knørrur aftur hesa ferð var
fremstur.
Í mong ár hevur Havnin
og høvuðsstaðurin verið
nógv tað stinnasta kapp
róðrarøkið. Har býr størsti
parturin av unga fólkinum,
og har hevur áhugin fyri at
rógva kapp verið rættuliga
stórur í mong ár.
Havnar Róðrarfelag er
størsta felagið av sínum
slagi í landinum, og Havnar
Róðrarfelag plagar at vinna
ofta og nógv. Merkisvert er
tað, at tað higartil í ár ikki
hevur eydnast manningum
hjá Havnar Róðrarfelag at
koma fyrstar á mál. Sjey
róðrar vóru í Klaksvík, og
sjey róðrar vóru á Kollafirði.
Havnar Róðrarfelag hevur
verið umboðað í tólv av
kappingunum – bara í kapp
ingini millum 6-mannafør
við kvinnum er felagið ikki
við, men í fleiri kappingum
er felagið umboðað av fleiri
manningum – men tað hev
ur ikki eydnast at vinna
nakað gullmerki.
Í báðum kappingunum,
sum higartil hava verið,
hava tvær manningar hjá
Havnar Róðrarfelag vunnið
silvurmerkini. Talan hevur
í báðum førum verið um
somu manningarnar. Tær
hava
verið
kvinnurnar
umborð á 5-mannafarinum
Sílinum, og so 8-manna
farið Ørvur. Ein av spenn
andi spurningunum undan
kappingini, sum verður
leygardagin á Skálafjørð
inum, er, um tað nú fer
at eydnast aðrari av hesum
manningunum ella kanska
onkrari aðrari hjá Havnar
Róðrarfelag
at
vinna.
Bæði Sílið og Ørvur vóru
ógvuliga nær sigrinum í
Kollafirði.
Hóast Havnar Róðrarfelag
ikki enn hevur havt eydnuna
við sær ella marginalirnar
á sínari síðu, sum tað
plagar at verða tikið til,
so hava aðrar manningar
í
høvuðsstaðnum
gjørt
um seg. Men eftir tvær
av sjey róðrarstevnum er
tað framvegis soleiðis,
at bygdafeløgini í tali av
sigrum liggja á teimum í
høvuðsstaðnum.
Manningar í høvuðsstað
num hava vunnið fimm
róðrar: 8-mannafarið Knørr
ur hevur vunnið tvær ferðir,
Jallur við dreingjum hevur
vunnið eina ferð, Lómur
við kvinnum hevur vunnið
eina ferð, og Blikur við
gentumanning hevur vunnið
eina ferð.
Róðrarfelagið NSÍ er eitt
av teimum stóru, og higartil
hava manningar úr hesum
felagnum vunnið tríggjar
ferðir. Menninir umborð á
Sølmundi hava vunnið tvær
ferðir, og Eysturoyingur
hevur vunnið eina ferð.
Manningar úr Sandavági
hava vunnið tvær ferðir.
Báðu ferðirnar hava tað
verið kvinnurnar umborð
á Ørnini. Manningar úr
Miðvági hava eisini vunnið
tvær ferðir. Fyrru ferðina
vóru tað kvinnurnar umborð
á Riddaranum, og seinnu
ferðina vóru tað genturnar
umborð á Frúnni. Norðuri í
Sundi hava teir vunnið ein
róður – dreingirnir umborð
á Rituni – og í Klaksvík
hava teir vunnið eina ferð.
Tað var tá ið Klaksvíkingur
leygardagin kom fyrstur á
mál.
Luttøkan er lítil, men
kappingin millum
teir báðar fremstu var
so mikið tøtt, at FM
kappingin tykist vera
púra opin
8-MANNAFØR
Jóannes Hansen
Luttøkan í hesi kappingini
er so lítil, sum hon ongan
tíð hevur verið áður. Tað
eru bara manningar í høv
uðsstaðnum, sum manna
hesa bátastøddina. Bygd
irnar eru dotnar burtur
ímillum. Eitt nú Kvívík,
Vík og Klaksvík, sum áður
hava verið stinnar í hesi
kappingini.
At tað hevði verið spell,
um kappingin millum 8-
mannaførini datt niður fyri,
góvu havnarmenn umborð
á Knørri og Ørvi aftur hesa
ferð dygga staðfesting av.
Argjabáturin fekk góðan
start, men tað var skjótt,
at tað sást, at aftur hesa
ferð fór kappingin at standa
millum Knørr og Ørv.
Kappingin var øgilig.
Eina løtu í endaspurtinum
gekk Ørvur sera væl, og
tað kundi sæð út sum um,
at Knørrur fór at lúta. Men
knarrarmenn funnu síðstu
og avgerandi orkuna. Og
í síðsta enda vísti tað seg
at muna meiri hjá teimum
enn hjá teimum umborð á
Ørvi.
Munurin var minni enn
ein skutur. Í Klaksvík var
Knørrur eina bátslongd und
an Ørvi. Hetta boðar frá,
at tað ivaleyst verður heilt
spennandi á Skálafjørðinum
nú leygardagin.
8 mannafør menn
1 Knørrur
07:03.06
2 Ørvur
07:03.21
3 Argjabáturin 07:11.15
4 Nevið Reyða 07:36.06
Aftur hesa ferð var
munurin millum
vinnararnar av
Skálafjørðinum og
Sundabátin millum
lítil og eingin
6-MANNAFØR MENN
Jóannes Hansen
Tað var rætt og sera intenst,
tá ið fremstu bátarnir í
størstu kappingini komu
skúmandi framvið kaikant
inum, har ein rúgva av
kappróðraráhugaðu sunda
fólkunum og tey ikki minni
áhugaðu, sum halda við
gulu bátunum, koyrdu á sín
ar menn.
Teir umborð á Sølmundi
og Sundabátinum góvu
seg fult og heilt. Teir lógu
borð um borð, og bara
lítil kiksari og lítið mistak
kundu kostað sigurin. Tá ið
bátarnir fóru um málið, sum
í Kollafirði vísir eitt sindur
skeivt fyri áskoðarunum.
Viðhaldsfólkini hjá Sunda
bátinum sóu tað soleiðis,
at teirra bátur var komin
fyrstur á mál. Tað syrgdu tey
fyri at geva sínari manning
boð um, og ungu menninir
sprungu upp í sigursfagnaði
fyri síðani at detta niður
aftur á árarnar, tá ið tað
varð staðfest, at aftur hesa
ferð hevur Sølmundur verið
tann drúgvasti.
Í Klaksvík lá Sølmundur
á Sundabátinum við 5/25
undir sekundi. Hesa ferð var
fjarstøðan eitt sindur meiri
enn eitt sekund. Sølmundur
eigur marginalirnar, og hesa
ferð vóru teir eitt vet størri,
enn í fyrsta róðrinum.
Í fyrstu kappingini var
Jarnbardur minni enn eitt
sekund aftanfyri Sunda
bátin. Hesa ferð var munurin
ein bátslongd ella ímillum
trý og fýra sekund. Aftur
til teir næstu var so mikið
langt, at tað illa er hugsandi,
at aðrir bátar fara at blanda
seg upp í á Skálafjørðinum
leygardagin.
6 mannafør menn
1 Sølmundur
07:11.19
2 Sundabáturin 07:12.22
3 Jarnbardur
07:16.04
4 Gongurólvur 07:19.01
5 Smyril
07:19.03
6 Hósvíkingur 07:20.19
7 Lómur
07:22.10
8 Páll Fangi
07:23.24
9 Víkingur
07:32.01
10 Kollfriðingur 07:40.17
Bygdirnar eru framvegis omaná
Knørrur
lá akkurát
á Ørvi
Sølmundur eigur
marginalirnar
Talan var um dyst millum havnarbátarnar, og í hesum endaði
Knørrur omaná
Mynd: Álvur
Hjá 6-mannaførum
tykist Sølmunur vera í
flokki fyri seg. Og teir
umborð eru eisini orsøkin
til, at róðrarfelagið í
Runavík standa seg væl í
samlaðu støðuni
Mydn: Álvur