týsdagur 13. juni 2006síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
[ Nr. 111 - 13. juni 2006 ]
Poulsen til Sevilla
Danski landsliðsspælarin og fyrrverandi liðfelagin hjá Toda
Jónsson í FCK, Christian Poulsen, skiftur eftir summarsteðgin
til spanska Sevilla. Nógv hevur verið gitt um framtíðina hjá
Poulsen, og eitt nú helt spanska Villareal uppá, at teir høvdu
eina avtalu við spælaran. Seinni komu tó bæði Inter og Milan
við í leikin, men nú verður tað altso hjá spnsku UEFA-Cup
vinnarunum, at Poulsen skal royna seg.
-mørk
Vónin hjá kollfirð
ingum um at vinna
ein róður gjørdist ikki
til veruleika
5-MANNAFØR
DREINGIR
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
Í Kollafirði høvdu tey vón
að, at tað skuldi eydnast
dreingjunum umborð á Kolli
at verja kappróðraræruna
hjá bygdini. Dreingirnir
umborð á nýggja Kolli,
sum kappaðist fyri fyrstu
ferð á Norðoyastevnu, hava
einki at skammast við. Men
tað eydnaðist teimum ikki
at vinna.
Nýggi Jallur hjá Knørra
felagnum hevði bara roynt at
vunnið, áðrenn teir fóru til
Kollafirðar. Teir høvdu bara
kappast á Norðoyastevnu,
og tá var Jallur fremstur –
eina bátslongd frammanfyri
Koll, sum aftur var eina
bátslongd frammanfyri Rit
una, ið aftur var eina stóra
hálva bátslongd framman
fyri Havfrúnna úr Vest
manna.
Teir, sum vóru á fýra
teimum fremstu plássunum
í fyrstu kappingini, vóru
eisini á fýra teimum fremstu
plássunum á Kollafirði.
Stóra broytingin var tann,
at Ritan fleyg av triðja og
fram á fremsta plássið, og
at Jallur og Kollur harvið
vórðu trýstir eitt pláss niður
á listanum.
Endaspurturin var sera
tættur og spennandi. Ritan
tók Jall, sum tóktist ætla
sær at svara aftur, men tá
vóru teir norðuri í Sundi
sera knáir.
Í Klaksvík vóru næstan
átta sekund frá nummar
eitt og til nummar fýra.
Hesa ferð var tíðarmunurin
frá nummar eitt og til
nummar fýra stívliga fýra
sekund. Tað boðar frá, at
kappingin millum dreingja
manningarnar helst fram
vegis fer at verða tøtt, og
at tað eru fleiri, sum tykjast
hava góðan møguleika at
vinna.
Úrslitini higartil kundu
bent á, at talan verður um
FM vinnara, sum ikki hevur
roynt hetta áður. Fyrsti
Jallurin er spildurnýggjur,
og Ritan hevur ongantíð
vunnið FM. Kollur hevur
ikki verið meistari síðani
1995, og Havfrúgvin vann
FM í 1999.
Blikur, sum vann á
Norðoyastevnu, datt
í Kollafirði aftur á
fjórða plássið
5-MANNAFØR
GENTUR
Jóannes Hansen
Í kappingini millum 6-
mannafør við kvinnum
vunnu tær á Argjum, eftir
at tær í Miðvági høvdu
verið fremstar í Klaksvík.
Í kappingini millum 5-
mannafør við gentum tóku
tær í Miðvági so at siga
sigurin aftur. Blikur av
Argjum vann í Klaksvík.
Leygardagin
var
tað
Frúgvin úr Miðvági, sum
kom fyrst á mál.
Róðurin var so mikið
tættur, og tað vóru so mikið
nógvir bátar við í kappingini
um fremsta plássið, at tað
er mugu roknast at vera
í hvussu so er tríggir
potentiellir vinnarar, tá ið
tað leygardagin fer at verða
kappast í Runavík.
Á veg fram við bryggjuni
vóru tað Frúgvin, Havfrúgv
in og Drekin, sum togaðust
um fremsta plássið. Á
málinum vóru tær úr Mið
vági skutin fyrri á mál
enn tær úr Vestmanna,
sum bara vóru sentimetrar
frammanfyri Drekan.
Frúgvin
og
Drekin
vóru ávikavíst nummar
tvey og trý í Klaksvík. Ta
ferðina vann Blikur. Hjá
argjagentum
gekk
ikki
so væl hesa ferð. Blikur
endaði á fjórða plássi. Tær
vóru í tættari kapping við
Hvassa um plássið. Hvassi
var ein skut aftanfyri Blik.
Í hagtølunum verður kapp
ingin millum 5-mannafør
við gentum roknað sum
nýggja kappingin, ið fyrstu
ferð var á skránni í fjør. Tá
var Blikur meistari.
Undanfarnu kappingar
nar í hesi bátastøddini verða
flokkaðar sum kappingin
millum 5-mannafør við
kvinnum. Í tí kappingini
var Frúgvin best í 2000.
5 mannafør gentur
1 Frúgvin
05:24.12
2 Havfrúgvin
05:25.08
3 Drekin
05:25.11
4 Blikur
05:28.03
5 Hvassi
05:29.02
6 Ørnin
05:32.03
7 Sílið
05:35.11
8 Firildur
05:45.18
9 Dúgvan
05:46.15
Hóast tað aftur hesa
ferð var tætt, so
tvífaldaðist fjarstøðan
aftur til Sílið, ið aftur
hesa ferð var dyggasti
kappingarneytin
5-MANNAFØR
KVINNUR
Jóannes Hansen
Ørnin úr Sandavági hevur
vunnið sær tað plássið í
kappingini millum 5-manna
før við kvinnum aftur, sum
Ørnin so ofta hevur verið
á áður. Hagtølini siga, at
Ørnin
í
tíðarskeiðnum
1988-1998 var meistari
fimm ferðir.
Síðani hevur Ørnin ikki
verið best. Um tað skal met
ast út frá tveimum teimum
fyrstu róðrunum í ár, so eru
vánirnar góðar fyri, at tær úr
Sandavági eru komnar aftur
á gamlar gøtur. Tær liggja á
kósini at vinna FM, og tær
dylja ikki, at ætlanirnar og
viljin eru at vinna.
Á Kollafirði var kapp
ingin aftur tøtt við fremsta
avbjóðaran.
Hann
var
– á sama hátt sum á Norð
oyastevnu – Sílið. Í Klaksvík
var fjarstøðan millum tveir
teir fremstu bátarnar eitt
lítið sekund. Hesa ferð var
Ørnin stívliga tvey sekund
undan Sílinum.
Í Klaksvík var fjarstøðan
frá næstfremsta bátinum og
aftur til tann næsta fimm
sekund ella mest sum hálv
onnur bátslongd. Ritan,
sum hesa ferð endaði á
fimta plássi, var nummar
trý ta ferðina. Hesa ferð
var Jallur nummar trý, og
tað kann væl vera, at Jallur,
Junkarin, Ritan og Drekin,
sum komu á mál mest sum
í einum roki, fara at gera
uppaftur meiri um seg.
Fjarstøðan frá Drekanum
á sætta plássi og fram til
tann fremsta var hálv onnur
bátslongd.
Men Ørnin var aftur hesa
ferð fremst, og nógv skal
venda upp, sum nú vendir
niður, um tær úr Sandavági
skulu missa flogið og kopp
ast av trónuni.
5 mannafør kvinnur
1 Ørnin
05:18.03
2 Sílið
05:20.12
3 Jallur
05:21.20
4 Junkarin
05:22.13
5 Ritan
05:22.15
6 Drekin
05:23.19
7 Tjaldrið
05:31.05
8 Báran
05:42.15
Pelé roknar við Argentina
– Sjálvandi hevur Argentina møguleikan at senda Brasil út
í kuldan, um londini hittast í HM-endaspælinum. Tað vóru
skelkandi boðini, sum Pelé hevði at bera landsmonnum
sínum, tá hann varð spurdur, hvørt Argentina hevur møguleika
at vinna HM.
Suðuramerikonsku arvafíggindarnir kunnu í fyrsta lagi
tørna saman í hálvfinaluni, so enn er langt eftir á mál, áðrenn
svarið hjá Pelé kann eftirkannast.
-mørk
Ritan snýtti hinar
Tað stóð nógv á, men teir á Rituni megnaðu kortini at vinna gullið í Kollafirði
Mynd: Álvur
Frúgvin fremst
í framúr kapping
5 mannafør dreingir
1 Ritan
05:02.19
2 Jallur
05:03.20
3 Kollur
05:05.05
4 Havfrúgvin
05:06.23
5 Strípan
05:11.01
6 Sílið
05:11.16
7 Drekin
05:23.03
8 Blikur
05:24.17
Ørnin
heldur
stílin
Ørnin var klárt á odda, tá komið varð móti málinum
Mynd: Álvur
Talan var um sera tættan genturóður, og úrslitið bendir á, at vit
væl kunnu fáa eina framúr spennandi FM-kapping
Mynd: Álvur