Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-13, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. juni 2006síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 [ Nr. 111 - 13. juni 2006 ] Nýggj nevnd hjá Ljósinum Eftir aðalfundin hjá felagnum tann 23. mai skipaði nevndin seg við Ann Hansen sum for­manni, Gunnvá Gray, næstform, Katrini Mikkelsen, skrivara, Anni Andreassen, kassa­ meistara og Anju Joensen sum nevndarlimi. Tiltakslimir eru Joan Knudsen og Randi Kúrberg. Fráfarandi formaðurin fíltist eitt sindur á, at so lítið initiativ er at hóma frá gomlum íðkarum, – serliga teimum, ið hava myndað kappingarfimleik felagsins eitt langt áramál, tí nú so nógv verður satsað upp á estetiska fimleikin, samstundis sum almennu liðini skulu røktast, er brúk fyri øllum góðum kreftum. Annars vóru leiðarar og íðkarar róstir fyri jaliga hugburðin, ið má sigast vera heilt ótrúligur, tá hugsað verður um skammiligu umstøðurnar. Serliga amboðsfimleikurin hetta farna kappingarárið hevur ikki havt tað gott, - men arbeitt verður við at plástra sárið. Summarfimleikur á skránna Ásannandi at fleiri ikki gera annan ítrótt um summarið og eisini halda summarsteðgin vera alt ov langan, hevur Fim­leika­ felagið Ljósið sett sær fyri at bjóða fram summar­fimleik til teirra, ið eru áhugað og fús at flyta seg. Fyri kappingarlið er tað als ikki nøktandi at hava so langan steðg, tí at kalla alt, ið er vorðið bygt undanfarna vetur, er vekk, og so kann ein bara byrja á berum ístaðin fyri at byggja víðari á hellubotn, ið mátti veri ólíka hugaligari. Tey, ið ætla sær at gera fimleik á kappingarliði komandi vetur, skulu til úttøkuroynd síðst í august, men tað er upplagt, at ein, ið hevur íðkað eitt sindur, skuldi havt betri møguleikar at sloppið á lið enn ein, ið púrt einki hevur gjørt í fleiri mánaðir. Tað er sjáldsamt, at so at siga allar mann­ingarnar kunnu roknast sum møguligir vinnarar í einari kapping, sum endaði við, at argjabáturin vann fyri fyrstu ferð nakrantíð 6-MANNAFØR KVINNUR Jóannes Hansen Riddarin úr Miðvági var klárt nummar eitt á Norð­ oya­stevnu. Ta ferðina var fjar­støðan aftur til Lóm av Argjum meiri enn eina bátslongd. Sigurin var tann fyrsti hjá Riddaranum. Tí var einki at siga til, at Riddarin varð mettur at vera favorittur undan Fjarða­ stevnuni. Men Riddarin megnaði ikki at vinna í Kolla­firði. Tað syrgdu argjakvinnur umborð á Lómi fyri. Hetta var fyrsti sigur nakran tíð hjá kvinnunum umborð á Lómi. Kappingin millum 6- manna­førini við kvinnur var sjáldsama spennandi. Tað var ikki leyst ímillum fýra teir fremstu, og Hvessingur, ið kom síðstur á mál, var bara eina bátslongd aftanfyri Jarnbard. Munurin ímillum Lóm og Riddaran var so mikið lítil, at tað var ikki fyrrenn upptøkurnar vóru vístar umaftur, at tað bar til at staðfesta, at Lómur var reing­ ina frammanfyri Riddaran. Á Norðoyastevnu høvdu Smyril og Jarnbardur á triðja plássi somu tíð. Hesa ferð var munurin teirra millum 0.00.02 minuttir ella lítil elle eingin. Fjarstøðan frá hesum báðum bátunum og fram til tann næstfremsta var í fyrstu kappingini næst­an fýra sekund. Nú var munurin tódnaður til tvey sekund. Tað kundi bent á, at tað verður rættuliga spenn­andi á Skálafjørðinum leygar­ dagin. Hvørki Riddarin ella Lómur hava áður vunnið FM í kappingini millum 6-mannafør við kvinnum. Jarnbardur hevur vunnið nógv mest. Tær vunnu bæði í fjør og í fyrraárið, og ein spennandi spurningur er, hvussu stór framgongdin hjá Jarnbardi fer at vera næstu ferðirnar. Lómur og Riddarin fara saman við Smyrli og Hvessingi at gera sítt fyri at halda sigursvanda bátinum frá gullkrónunum. 6 mannafør kvinnur 1 Lómur 05:16.02 2 Riddarin 05:16.14 3 Smyril 05:18.16 4 Jarnbardur 05:18.18 5 Hvessingur 05:21.11 Eftir at Eysturoyingur hevði havt góðan start og hevði lagt seg á odda, svaraðu klaksvíkingar sannførandi aftur 10-MANNAFØR Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo Eingin ivi tóktist á fyrstu 100-150 metrunum at skula vera um, at Eysturoyingur leygardagin á Kollafirði enn eina ferð skuldi seta allar hinar so dyggiliga upp á pláss. Guli báturin leyp avstað, og tá ið hinir fóru niður á lunnarnar, høvdu teir orku og dirvi til umborð á Eyst­ uroyingi at taka 20-30 spurttøk afturat. Tað bar við sær, at Eysturoyingur stakk seg tríggjar fjórðings bátslongd framum kapp­ingar­neytarnar. – Stýrimaðurin segði okk­um, hvussu støðan var. Hann segði eisini, at tá ið bæði teir og vit fóru undir miðróðurin var tað skjótt, at vit fóru at taka okkum inn á hann aftur. Tá ið vit fóru um 1000 metra málið, lógu vit stavn um stavn, og so skilti eg tað soleiðis, at vit høvdu hug at leggja okkum fram um, og tað megnaðu vit so at halda, greiðir Svein Rógvi Nielsen, bátsformaður á Klaksvíkingi, frá. Eysturoyingur plagar at smekka til, tá ið aðrir hava roynt at leggja seg upp á síðuna av honum. Roknaðu tit ikki við, at hetta fór at endurtaka seg? – Eg sigi fyri meg, at eg roknaði við, at mótstøðan fór at verða ógvuliga stór í endaspurtinum. Eystur­oy­ i­ngur er jú kendur fyri at hava sera góðan endaspurt, men hesa ferð megnaðu vit at halda teimum. Vit fóru eitt sindur frá teimum í síðstu tøkunum, og vit vóru so mikið fremstir, at vit tordu at reisa okkum beinanvegin í fagnaði yvir sigurin. At tað í løtuni bara eru tvey 10-mannafør, ið kunnu roknast sum møguligir vinn­arar, vísa tíðirnar á Sundalagsstevnuni. Eystur­oy­ingur var 1.52 sekund aftanfyri Klaksvíking. Tað svarar til hálva bátslongd, so har var tætt. Frá Eysturoyingi og aftur til Havnarbátin á triðja plássi vóru fimtan sekund! Skálabáturin lá góða løtu á triðja plássinum, sum teir ætlaðu sær, men tað gekk, sum tað gjørdi í Klaksvík. Í endaspurtinum var Havnar­ bát­urin drúgvari enn Skála­ báturin. Munurin var skut­ urin. Skálabáturin var eina bátslongd frammanfyri Vestmenning, sum var gott og væl leysur av Nólsoyingi. Vágbingur, sum ikki lut­tók á Norðoyastevnu, bjóðaði seg fram hesa ferð. Enn er venjingarstøðan ikki góð, og Vágbingur var væl aftastur. Men tað kann væl fara at vísa seg, at royndu rógvararnir fara at standa seg betri í næstu kappingunum. 10-mannafør 1 Klaksvíkingur 08:49.21 2 Eysturoyingur 08:51.13 3 Havnarbáturin 09:06.13 4 Skálabáturin 09:07.22 5 Vestmenningur 09:10.12 6 Nólsoyingurin 09:15.18 7 Vágbingur 09:58.18 Lómur skrivaði søgu Talan var um serstakliga spennanedi róður, tá Lómur og riddarin Miðróðurin var stóri munurin Talan var um øgiligan start hjá Eysturoyingi, men teir megnaðu tó ikki at halda fast alla róðrarteinin Mynd: Álvur