týsdagur 13. juni 2006síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
[ Nr. 111 - 13. juni 2006 ]
Hugflognum
bilti einki, tá ið
klaksvíkingar
leygarkvøldið royndu
nýtt ritual at halda
seg til, tá ið teir koma
aftur av sigursferðum
í ítrótti
SØGULIGUR SIGUR
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
Á hesum síðum varð tað,
sum tað so mangan hevur
verið gjørt áður, staðfest
undan Norðoyastevnuni, at
10-mannafarið í Klaksvík
hevur ikki vunnið, síðani
teir í 1970 vunnu tríggjar
róðrar.
Leygardagin varð langa
oyðimarkargongdin hjá 10-
mannafarinum í Klaksvík
av. Tað plagar at verða
tikið til í Klaksvík, at tá
ið tað ikki gongur so væl
hjá KÍ, so gongur tað betri
í øðrum ítróttargreinum,
sum teir har norðuri luttaka
í. Hetta kundi í hvussu so er
sigast um síðsta vikuskifti.
Klaksvíkingur fekk sjey stig
í einum FM kappróðri. Tað
hevur hann ongantíð fingið
áður, tí tað var ikki fyrrenn
í 1973, at stigaskipanin, sum
hevur verið galdandi síðani,
varð roynd fyri fyrstu ferð.
Sigurin hjá Klaksvíkingi
í Kollafirði var fyrsti stóri
ítróttarsigurin hjá klaks
víkingum, síðani fasta
sambandið undir Leirvíks
fjørði gjørdist veruleiki. Tað
hava verið fastar traditiónir,
hvussu ítróttarfólk hava verið
móttikin, tá ið tey eru komin
aftur til Klaksvíkar. Ternan
og Dúgvan plagdu at toga
í floytuna fyri at boða frá,
at nú vóru sigursharrarnir á
veg inn á Vánna, og so hevur
verið svarað aftur á landi við
fýrverkarí og við at nógv
hava møtt upp á ferjuleguni
á Stongum.
Nú er hetta søga, og tað
sást aftur leygarkvøldið.
Trailararnir við kappróðrar
bátunum komu undan á
Borðoyavík um átta tíðina.
Spurningurin var so, hvussu
tað skuldi markerast, at fyrsti
sigurin í kappingini millum
10-mannaførini í 36 ár var
vorðin veruleiki.
Svein Rógvi Nielsen, báts
formaður á Klaksvíkingi,
greiðir soleiðis frá:
– Vit koyrdu runt í býnum
og boðaðu við floytuni frá,
at nú vóru vit afturkomnir.
Báturin varð tikin úr bilinum
norðanfyri skýlið við fót
bóltsvøllin, og so varð hann
trillaður á vágni oman í
neystið. Tá var nakað av
fólki komið saman, og so
varð fýrverkarí skotið frá
neystinum av.
At hetta tóktist rigga
væl ber ivaleyst við sær, at
soleiðis fer at verða borið at,
tá ið vinnarar fara at koma til
Klaksvíkar gjøgnum nýggju
høvuðsdyrnar til Klaksvíkar,
ið eru har, sum bakdyrnar
vóru inntil fyri knøppum
tveimum mánaðum síðani.
Um tað yvirhøvur verður
høvi til nakra stórfingna mót
tøku afturat í ár fæst fyrsta
staðfestingin av leygardagin,
tá ið triði FM kappróðurin
verður á Skálafjørðinum.
Fyrsta kappsiglingin
fyri 4- og 5-
mannafør var á
Sundalagsstevnuni
Kappsigling
Tíðindaskriv
Bátarnir møttu í bátahyl
inum við húsið hjá Báta
felaginum kl. 14, og fingu
har frágreiðing um sigl
ingarleiðina, startin, og
hvar boyurnar lógu, sum
vendast skuldi um, fingu
luttakaralista og nummur.
Tilsamans 14 bátar vóru á
startlistanum.
Tann báturin, sum lá
fremstur alla siglingina,
Hoyvíkingur, var so óheppin
at bróta stýrið, tá ið teir
vendu um seinastu boyuna.
Teir máttu brúka ár og vórðu
tí diskvalifiseraðir.
Bátur, sum kom annar um
mállinjuna, Gjáarbáturin,
gjørdist sostatt vinnari.
Nummar 2 gjørdist Malli.
Men tann báturin, sum var
nummar 3 hevði ov stórt
segl og varð tí somuleiðis
diskvalifiseraður, og í
hansara stað kom so bátur
nr 5, Niels í Nesinum at
verða triðjur. Eitt sindur
av dramatikki er altíð, tá ið
kappsiglt verður.
Næsta kappsigling verður
á Eystanstevnu í Runavík
sunnudagin 18. juni og
triðja á Hvítanesi/Kaldbak
sunnudagin 9. juli.
Seinasta kappsiglingin
verður væntandi um miðjan
august, tá ið Lions skipar
fyri.
Til allar Kappsiglingarnar
verða stig givin, soleiðis at
10 teir fremstu bátarnir fáa
stig: nr.1 fær 10 stig, nr.2
fær 9 stig ... nr.10 fær 1
stig. Tá ið árið er av, verður
føroyameistari funnin.
Fyri at gera kappsiglingina
enn betur verður heimilað
dómarunum at diskvalifisera
bát, um hann ikki yvirheldur
reglurnar.
Fyrstu gullmerkini gjøgnum
nýggju høvuðsdyrnar
Talan var um øgiligan endaspurt, sum vissaði Klaksvíkinginum gullið. Ein sigur, sum klaksvíkingar eisini skuldu læra at hátíðarhalda
Mynd: Álvur
Kappsiglingin byrja
Veðrið var av tí allarfagrasta, tá farið varð undir fyrstu kappsiglingina í ár
FM-kappróður
5-mannafør, dreingir
Stig
Sundalagsstevna
1 Jallur
12
5
2 Ritan
11
7
3 Kollur
9
4
4 Havfrúgvin
6
3
5 Sílið
3
1
6 Strípan
2
2
7 Blikur
1
0
6-mannafør, kvinnur
1 Lómur
12
7
2 Riddarin
12
5
3 Smyril
8
4
4 Jarnbardur
6
3
5 Hvessingur
4
2
5-mannafør, gentur
1 Frúgvin
12
7
2 Blikur
10
3
3 Drekin
8
4
4 Havfrúgvin
7
5
5 Dúgvan
3
0
6 Hvassi
2
2
7 Ørnin
2
1
5-mannafør, kvinnur
1 Ørnin
14
7
2 Sílið
10
5
3 Jallur
7
4
4 Ritan
6
2
5 Junkarin
5
3
6 Drekin
2
1
6-mannafør, menn
1 Sølmundur
14
7
2 Sundabáturin
10
5
3 Jarnbardur
8
4
4 Smyril
5
2
5 Gongurólvur
4
3
6 Hósvíkingur
3
1
8-mannafør
1 Knørrur
14
7
2 Ørvur
10
5
3 Argjabáturin
8
4
4 Nevið Reyða
6
3
10-mannafør
1 Klaksvíkingur
12
7
2 Eysturoyingur
12
5
3 Havnarbáturin
8
4
4 Skálabáturin
6
3
5 Vestmenningur
4
2
6 Nólsoyingurin
2
1
Nr. 111 • týsdagur • 13. juni 2006 • 80. árgangur • www.sosialurin.fo