týsdagur 13. juni 2006síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 111 - 13. juni 2006
Dagrøktarar
til Leirvíkar kommunu
Dagrøktarskipanin í Leirvíkar kommunu søkir eftir
dagrøktarum, at byrja 7. august 2006 ella eftir nærri
avtalu.
Vit ynskja at tú
• Hevur góðar umstøður at hava børn bæði inni og
uttanfyri
• Tekur ábyrgd og kanst arbeiða sjálvstøðugt.
• Vísir virðing fyri børnum, foreldrum og starvs
feløgum
• Ert álítandi og hevur góð samstrvsevni
• Ert tolin og vísir umsorgan
• Hevur hegni og áhuga í at menna børnini
• Dugir at síggja møguleikar í staðin fyri forðingar
Í dagrøktarskipanini starvast 8 dagrøktarar og ein
leiðari. Talið av børnum í dagrøktini er 40. Ein fastan
dag um vikuna eru 3 dagrøktarar saman við børn
unum í spælistovuni og 1,5 tíma um vikuna eru allir
dagrøktarnir við børnunum í fimleikarhøllini.
Arbeiðstíðin er ímillum 7.30 17.15. Lønin er sambært
sáttmála við FA, 1/3 av hesum er skattafrítt.
Nærri fæst at vita um starvið við at ringja tlf. 443251
og tosa við Marion Leifsdóttir, dagrøktarleiðara.
Skrivlig umsókn skal vera okkum í hendi í seinasta
lagi 19. juni 2006 kl. 12.00.
Vinarliga send umsókn tygara til
Leirvíkar kommuna
Dagrøktarskipanin
Postboks 42
520 Leirvík
Lærarastørv í
Leirvíkar skúla
Søkt verður eftir 1 lærara skúlaárið 2006/07.
Starvið er fulla tíð, og er vegna lærara i farloyvi.
Søkt verður eftir lærara, sum
• undirábyrgdleiðslunnarogísamstarviviðlærarar
skúlans skal undirvísa og taka lut í dagliga arbeiði
skúlans.
• Dugir at samstarva og er fyrikomandi
• Er fúsur at taka á seg tær uppgávur, sum eru í
skúlanum
Vit vænta, at tú ert
• Fyrikomandi, umhyggin og engasjerað/ur
• Virkisfús/ur og hugað/ur fyri toymissamstarvi
• Í samstarvi við leiðsluna og starvsfelagar vilt vera
við til áhaldandi at menna skúlan.
Harumframt skulu lærararnir hava førleika at
undirvísa í onkrum av hesum lærugreinum:
Støddfrøði, alisfrøði, kristni og søgu/samtíð.
Førleikakrøv
Læraraútbúgving og linjulestur í onkrari av nevndu
lærugreinum.
Royndir í føroyska fólkaskúlanum.
Læraralesandi, sum taka prógv í summar kunnu
eisini søkja størvini.
Lønar- og setanartreytir:
Starvið verður lønt í lønarflokki 18.1-27.4 sambært
avtalu
millum
Fíggjarmálaráðið
og
Føroya
Lærarafelag.
Umsóknir
Umsóknir við c.v.,avriti av prógvum og møguligum
ummælum skulu vera fyrstalæraranum, Fríðfinni
Johnsson, í hendi í seinasta lagi 23. juni 2006, kl.
18.00.
Áhugað kunnu venda sær til Leirvíkar skúla,
tlf. 443234 ella 743234 og spyrja eftir Fríðfinni
Johnsson.
NB Tey, sum fyrr í ár hava søkt starv í Leirvíkar skúla,
kunnu boða frá, at tey eisini søkja hetta starvið.
Teldupostur fj1308e9@skulin.fo
Leirvíkar skúli hevur komandi ár uml. 90 næmingar og 8 lærarar.
Skúlin er ikki árgangsbýttur í øllum árgangum.
Tú kanst lesa meir um skúlan á heimasíðuni www.skulin.fo/lei
Dagrøktari og
avloysarar
søkjast til dagrøktina
í Nes kommunu
Dagrøktin í Nes kommunu søkir eftir dagrøktara og
avloysarum at byrja 14. august 2006.
Vit ynskja at tú:
• hevur góðar umstøður at hava børn bæði inn og
uttanfyri
• tekur ábyrgd og kanst arbeiða sjálvstøðugt
• vísir virðing fyri børnum, foreldrum og
starvsfeløgum
• ert álítandi og hevur góð samstarvsevni
• ert tolin og vísir umsorgan
• hevur hegni og áhuga í at menna børnini
• dugir at síggja møguleikar fram um forðingar.
Arbeiðstíðin er millum 7.30-17.15. Lønin er millum
FA og FKA.
Nærri fæst at vita við at ringja á tlf. 448462 ella
565020 og tosa við Katrin Poulsen dagrøktar-
leiðara.
Skrivlig umsókn skal vera dagrøktini í Nes komm-
unu í hendi í seinasta lagi 19. juni 2006 kl. 12.00.
Nes Kommuna
Kunngerð
um rudding
Fuglafjarðar kommuna hevur sett sær fyri, at
bilvrak, akfør, bingjur og lutir annars, sum uttan
góðkenning frá kommununi rekast á almennum
ella privatum økjum, skulu verða beind burtur og
latin góðkendum móttakara.
Sambært § 1 í umhvørvislógini og § 1, stk. 4 í
náttúrufriðingarlógini er ikki loyvt at lata órudd
liggja og rekast á almennum ella privatum uttan
duraøki, og í § 10 um burturkast stendur, at ikki er
loyvt at lata ónýtilig akfør liggja og rekast í haga,
fjøru, á sjógvi, fram við vegi ella aðrastaðni.
Í § 61 í ferðslulógini stendur, at løgreglan kann
burturbeina ella selja skrásetingarskyldug akfør,
sum standa á almennum vegi uttan nummarplátu.
Tey, sum eiga/hava frammanfyri nevndu akfør/lutir
o.t. á almennum ella privatum øki, skulu beina
hetta/hesar burtur skjótast gjørligt.
Verður hetta ikki gjørt innan 23. juni 2006, beinir
kommunan tað burtur fyri eigarans rokning.
Fuglafjarðar kommuna
og
Sýslumaðurin
Sethús til sølu
Sethús í Toftum í Vági til sølu, til støddar ca. 8,5x7 m.
Matr. nr. 219, grundøkið til víddar 710 m2.
Húsini eru í 2 hæddum + kjallara.
Tlf. 373081, 373062 ella 223462
eftir kl. 17.00