týsdagur 13. juni 2006síða 24
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 111 - 13. juni 2006
25
Deildarleiðari til Bráðdeildina
(G1) á Landssjúkrahúsinum
Í nýggja bygninginum hjá Landssjúkrahúsinum eru intensiva deildin, viðrakningin,
skurðdagstovan, bráðfeingismóttøkan/skaðastovan sjúkrarøktarfakliga skipað í
eina deild, Bráðdeildin (G1).
Av tí, at deildarleiðarin skal røkja aðrar uppgávur í eitt avmarkað tíðarskeið, søkja
vit eftir einum deildarleiðara at byrja 1. august 2006 ella eftir nærri avtalu og
fyribils í eitt hálvt ár fram.
Næsti fyrisetti er depilsleiðslan á Bráðdeplinum.
Vit søkja eftir einum sjúkrarøktarfrøðingi við drúgvum fakligum royndum innan
omanfyri nevndu øki og við góðum samstarvsevnum.
Deildarleiðarin skal hava:
• fakligu menningina av deildini
• ta dagligu leiðsluna av deildini
• ábyrgd av sjúkrarøktini
• starvsfólkaleiðslu
• fíggjarábyrgd
Viðkomandi skal tryggja, at deildin virkar eftir virðisgrundarlagnum hjá
Landssjúkrahúsinum og hava neyvt samstarv við nógvar ymiskar fakbólkar og
deildir.
Deildin hevur pláss fyri 5 intensivum sjúklingum og tekur ímóti bráðfeingis
sjúklingum. Harumframt er viðrakningin við plássum fyri 5 sjúklingum, skurð
dagdeild við plássum fyri 4 sjúklingum og bráðfeingismóttøkan/skaðastovan
eisini undir dagligu leiðsluni av deildarleiðaranum.
Vit kunnu bjóða
• eitt áhugavert og avbjóðandi starv
• eitt dynamiskt og fjølbroytt arbeiðsumhvørvi
• positivt tvørfakligt samstarv
• ávirkan á fakliga menning
Vit søkja eftir einum sjúkrarøktarfrøðingi, sum hevur
• góð samstarvsevni og góðar royndir við tvørfakligum samstarvi
• drúgvar fakligar royndir
• leiðsluútbúgving
• leiðsluroyndir
• áhuga í fakligari menning av røktarstarvsfólkum
• visiónir og er sjálvstøðug/ur og kreativur í arbeiðinum
Lønar- og setanartreytir smb. sáttmálanum millum Felagið Føroyskir
Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.
Starvslýsing og fleiri upplýsingar fáast við at venda sær til Ceciliu Vestureið,
leiðandi sjúkrarøktarfrøðing, lokal 5102, epost Ceci@lsh.fo ella til Margrethu
Petersen, deildarleiðara á G1, lokal 5811, epost Mape@lsh.fo
Umsóknarfreistin er 27. juni 2006 kl. 12.00.
Skivlig umsókn, merkt ”umsókn til starv” við avriti av prógvum, c.v. og viðmælum
skal sendast til:
Landssjúkrahúsið
Lønar og Starvsfólkadeildin
FO100 Tórshavn
Á heimasíðuni hjá Landssjúkrahúsinum www.lsh.fo sæst meira um størv við at klikka á leinkjuna
”starvsfólk”
Landssjúkrahúsið
Fo 100 Tórshavn
i
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo