týsdagur 13. juni 2006síða 29
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 111 - 13. juni 2006
33
Puntur nr.11
Í sambandi við,
at Sosialurin í
hesi vikuni vitjar
stórbýin London og
lýsir, hvussu hesin
kann upplivast frá
einum føroyskum
sjónarmiði, setur
Torfinnur Jákupsson,
ið er lesandi í London,
í hesi grein fokus á
Chinatown í London
LONDON
Torfinnur Jákupsson
Fert tú út at eta sum føroy
ingur í London, er China
town avgjørt verdur at
vitja.
Chinatown er býurin hjá
kinesarunum í London,
sum heitið ber boð um,
og liggur í Soho-partinum
av Westminster. Í hesum
býarparti er nógv øðrvísi
enn í restini av London. Ikki
minst er matskráin í mongu
matstovunum í gøtunum í
Chinatown forkunnug at
royna hjá føroyingum.
Chinatown býarpartar
eru kendir um allan heim,
kanska serliga umvegis
Hollywood. Hesir býar
partar vórðu til í 19. øld
í mongum pørtum av
USA og Kanada, orsakað
av landbúnaðarlógum, ið
skerdu rættindini hjá kines
arum og øðrum at keypa
sær jørð har. Í byrjanini
av tjúgundu øld búsettust
flestu kinesarar eisini í
Chinatown býarpartinum
av London.
Chinatown var fyrr m.a.
kendur fyri, at tú kundi keypa
opium lógliga har, men vóru
flestu
íbúðarblokkarnir
at rokna sum slummir. Í
1934 vórðu hesar slummir
niðurbrotnar, og eftir seinna
veraldarbardaga
komu
nógvir kinsesiskir immi
grantar úr Hong Kong til
Londons m.a. at byrja sína
egnu matstovu.
Í dag er umhvørvið meiri
fyrikomandi, enn tað var.
Tað eru serliga kinsesisku
matstovurnar, sum skapa
góða huglagið í hesum býar
parti av London, sum veru
liga tók sítt skap í sjeyti
árunum.
Í fjør varð skotið upp
av nøkrum íverksetarum í
London, at eystari parturin
av Chinatown burdi verið
umbygdur, men hesum tykj
ast kinesarar at vera ímóti.
Og tað er skilligt. Etnisku
eyðkennini við Chinatown
eru júst tað, ið gera býar
umhvørvið serligt.
Ein av mest vitjaðu mat
stovunum í Chinatown í
London er Wong Kei, ið
m.a. er vorðin kend fyri
sínar heldur ófyrikomandi
tænarar. Heldur lága tæn
astustøðið verður tó nevni
liga roknað sum at mynda
part av hugnaligu upp
livingini av at fara út at eta
í Chinatown, halda bretar,
ið eisini meta, at tey, ið
borðreiða í Chinatown, eru
tó vorðin nakað fittari, enn
fyrr.
Men alt er ikki so positivt.
Chinatown er ikki eitt stað,
har mong fólk búgva.
Heldur er lætt at síggja
fleiri ólógligar arbeiðarar í
Chinatown enn búsetarar,
ið somuleiðis vinna minni
enn minstu løn við at m.a.
tæna har.
Triadurnar, ið gera um
seg fleiri staðni runt um
í heiminum, sigast eisini
at virka í Chinatown. Á
Gerrard Street var fyri trim
um árum síðani ein skot
bardaga í eini barr. Tó eru
slíkar hendingar ikki at
uppliva ofta, og Chinatown
má sigast at vera ein reiði
liga tryggur partur av Lond
on.
Summi meta Chinatown
at vera eina etniska ghetto,
men er vert at vita sum
føroyingur, at hetta býar
umhvørvið í London umboð
ar eisini ein miðdepil í
bretska høvuðsstaðnum, har
sera mong ferðandi vitja.
Chinatown umboðar eina
multikulturalismu, sum vit
ikki kunnu sigast at kenna
til í sama mun í føroyska
høvuðsstaðnum.
Ferðamál: Chinatown, London
Chinatown er ein multikulturellur býarpartur av London, ið sera mong vitja dagliga. Um kvøldið er serliga hugnaligt at vitja
Chinatown, tá m.a. ljósini úr mongu matstovunum í gøtunum eru við til at skapa eitt øðrvísi huglag, enn kann upplivast
aðrastaðni í bretska høvuðsstaðnum.