týsdagur 13. juni 2006síða 30
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
34
Nr. 111 - 13. juni 2006
Niels Uni Dam er 33 ár og blaðmaður
á Sosialinum. Honum dámar væl
at ferðast og hann hevur ferðast
rættiliga fitt í lívi sínum, mest kring
Evropa men eisini eitt so fjarskotið
stað sum Ný Sæland. Í hesum
døgum sigur Niels Uni okkum 10
ferðamál, ið hann hevur hug at vitja.
Hann sigur, at hetta verður eitt gott
bland av støðum, ið hann hevur
vitjað og vil vitja aftur, støðum, ið
hann ongantíð hevur vitjað, men
kundi hugsað sær at vitjað.
Fyri nøkrum árum síðan
fekk eg eitt sera gott høvi at
sleppa til Malaysia at hyggja
at formil 1 kappkoyringini
á frálíku Sepang breytini
beint við Kuala Lumpur.
Hetta høvið hvarv aftur,
men eg var longu mentalt
farin til Malaysia. So hetta
er eitt ferðamál, ið eg enn
javnan hugsi um, serliga tá
formil 1 koyring er har.
Eg havi enn ongantíð ver
ið til eina formil 1 koyring,
hóast eg havi fylgt við í
hesum ítrótti í 18 ár, so
hetta er ein stór orsøk til,
at Kuala Lumpur er millum
tey 10 støðini, ið eg havi
bestan hug at vitja. Sepang
breytin er ein av nýggjaru
breytunum, ið ofta hava
spennandi koyringar.
Malaysia er harumframt
so fjarskotið og spennandi
í mínum hugaheimi, at eg
gjarna vil vitja landið. Eg
havi lisið eitt sindur um
Kuala Lumpur, og hesin býur
tykist sera spennandi við
sínum blandið av nýggjum
og framtíðarkendum og
gomlum og søguligum.
Mær dámar harumframt
sera væl matin úr fjareystri,
so tann lokala matin kundi
eg eisini hugsa mær at
roynt. Mær dámar væl at
smakka tey støðini, ið eg
vitji.
Dreymaferð nr. 10
Kuala Lumpur,
Malaysia
Skapið framtíðina saman við okkum...
til 1. juni 2006
34 60 52
Skundflutningur
um allan heim
www.klaksvik.fo
H E I M A S Í Ð A N H J Á K L A K S V Í K A R K O M M U N U
Býurin, har mentanar- og vinnulívið
ganga lið við lið