mikudagur 14. juni 2006síða 4
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 112 - 14. juni 2006
Hóast PISA-kanning
in elvdi nógv rumbul
um støðið hjá teimum
15 ára gomlu, verður
nú staðfest, at tað
sum heild stendur væl
til á útbúgvingarliga
hjá føroyingum
Útbúgving
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Hagstova Føroya hevur staðið
fyri eina spurnakanning um
útbúgvingarviðurskifti hjá
fólki. Kanningin varð gjørd
sum ein telefonkanning í
mai 2006, har Gallup spurdi
1.160 fólk eldri enn 15 ár,
búsitandi í Føroyum, hvørjar
útbúgvingar tey høvdu.
Fyrstu
úrslitini
av
kanningini vísa okkum, at
útbúgvingarstøðið yvirhøvur
ber seg væl í samanburði við
onnur lond.
Sambært Hagstovnuni,
eru fleiri mátar at fara til
verka, tá tað hagtalsliga
skal gerast upp, hvussu
útbúgvingarstøðið er.
- Skulu vit vita nakað um,
hvussu útbúgvingarstøðið er
sum heild, mugu vit hyggja
at, hvørjar útbúgvingar fólk
hava fullført í sínum lívi,
uttan mun til hvat, hvar ella
nær tey hava lært. Slíkar
upplýsingar finnast ikki
skrásettar nakrastaðni hjá
okkum, so einasti mátin
at fáa eina hilling av,
hvønn lærdóm fólk hava
nomið sær, er at spyrja tey.
Tí var neyðugt við eini
spurnakanning.
Her vísti tað seg, at
32% av fólkinum eldri enn
15 ár høvdu onga hægri
útbúgving enn grundskúlan
ella realskúlan, 45% høvdu
eina yrkisútbúgving ella
miðnámsútbúgving
(t.d.
studenta- ella handilsskúla)
sum hægstu útbúgving
og
23%
høvdu
eina
hægri
útbúgving. Taka
vit Norðurlond og hyggja
eftir, hvussu stórur partur
av fólkinum hevur hægri
útbúgving, liggja Føroyar
ájavnt við Áland, men aftan
fyri hini Norðurlondini.
Hyggja vit hin vegin eftir,
hvussu stórur partur hevur
yrkis- ella miðnám sum
hægstu útbúgving, liggja
Føroyar
framman
fyri
Finnland, Áland og Ísland,
men aftan fyri Norra,
Svøríki og Danmark, siga
tey av Hagstovuni.
Føroyingar høgt útbúgvingarstøði
Á talvuni omanfyri sæst, at Føroyar í øllum trimum bólkum liggja mitt millum hini londini. Taka vit Norðurlond og hyggja eftir, hvussu stórur partur av fólkinum
hevur hægri útbúgving, liggja Føroyar ájavnt við Áland, men aftan fyri hini Norðurlondini. Hyggja vit hin vegin eftir, hvussu stórur partur hevur yrkis- ella
miðnám sum hægstu útbúgving, liggja Føroyar framman fyri Finnland, Áland og Ísland, men aftan fyri Norra, Svøríki og Danmark