mikudagur 14. juni 2006síða 5
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 112 - 14. juni 2006
5
– Tað sum fer fram
í løtuni, er ódámligt
tí hetta kann enda
við, at vit verða
trælir í egnum land,
heldur Johan Dahl í
Sambandsflokkinum
Hol í lógini
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Hetta er ein stórur
trupulleiki og hetta er ein
trupulleiki, sum eg haldi,
at vit eiga at taka upp í
samgonguni.
Johan Dahl, løgtings
maður
fyri
sambands
flokkin, heldur, at tað, sum
fer fram í fiskivinnuni í
løtuni, er ikki í lagi.
Í
Sosialinum
í
gjár
vísir stjórin á Fiskirann
sóknarstovuni,
Hjalti
í
Jákupsstovu, á teir risastóru
handlarnir, sum eru gjørdir
í fiskivinnuni seinastu tíð
ina. Hann sipar til tað, sum
eru komið fram í seinastuni,
um, at skip, kvotur og
fiskiloyvi, sum reiðarar
hava fingið frá tí almenna
fyri einki, nú verða seld
við stórum vinningi, sum
reiðarar síðani stinga í
lumman-púra skattafrítt.
Í summum førum er talan
um vinning upp á 100-300
milliónir, sigur stjórin á
Fiskirannsóknarstovuni.
Og hann sigur, at ein
annar trupulleiki er, at
tey feløg, sum keypa hesi
skipini og kvoturnar, eru
heilt, ella fyri ein stóran
part, íslendskt, norsk ogn.
– Men nú eru tað fyri
tað mesta norðmenn og
íslendingar talan er um, so
so verður onki sagt. Men
mær lysti at vita, hvat
vit høvdu sagt, vóru tað
danir ístaðin, leggur hann
afturat.
Tað ringasta er
at øll tiga
Hjalti í Jákupsstovu heldur
sum støðan er nú, er tað
heilt burturvið at kalla
fiskiríkidømið fyri ogn
Føroya
Fólks,
soleiðis
sum tað beinleiðis stendur
í lógini um vinnuligan
fiskiskap.
Og Johan Dahl, løg
tingsmaður
úr
sam
bandsflokkinum, er ikki
ósamdur.
– Tað, sum fer fram nú,
er ikki í lagi.
– Men tað ringasta er, at
øll tiga og at ongin tekur
hetta upp til viðgerðar,
heldur hann.
Hann leggur stóran dent
á, at hann finst ikki at
teimum, sum keypa og selja
kvotur og fiskiloyvi, tí tað
hava tey fullan rætt til.
Hann er hevur heldur
onki ímóti, at útlendingar
gera íløgur í Føroyum.
Men hann heldur, at
teir, sum hava ein stór
an trupulleika í hesum
sambandi,
eru
politik
ararnir.
Tí heldur hann, at hetta
er ein spurningur, sum
samgongan eigur at taka
upp.
– Tað er sera ódámligt,
at vit hava eina fiskidaga
skipan, sum hevur so nógv
hol og ivasamar definitónir
um veiðitrýst, uppmátingar,
osfr. at hon avlagar flotan
frá útróðrabáti til stóru
skipini. Í veruleikanum
er skipanin so avlagað, at
endamálið við henni má
sigast at vera slept, sigur
hann.
–
Endamálið
við
skipanini var, hon var
sjálvregulerandi. Men tað
er hon als ikki tí at hon er
so avlagað seinastu árini.
Ein annar spurningur,
er, hvat tað meinast við,
tá ið lógin sigur, at fiski
ríkidømið skuldi vera ogn
Føroya Fólks?
– Antin má hendan
greinin takast úr lógini
ella má hann setast í verk
– men tað verður ringt,
fyri ikki at siga vónleyst,
heldur løgtingsmaðurin
fyri sambandsflokkin.
Hann
ásannar,
at
sjálvandi er fiskiríkidømið
ogn Føroya Fólks í tann
mun, at tað allarmesta av
fiskinum verður lagt upp á
land í Føroyum og virkaður
her og soleiðis fær fólkið
eisini part í ríkidøminum.
Spurningurin er so um
alt, sum fiskað verður,
skuldi komið uppá land
her ella skuldi verðið selt á
føroyska uppboðssølu? Tað
er eisini enn ein politiskur
spurningur sum eigur at
svarast, heldur hann.
– Men eg haldi ikki, at
tað skal bera til, at kvotur,
sum eru fingnar til vega
fyri onki frá tí almenna,
skulu kunna seljast víðari
til feløg, sum vit vita, ikki
eru føroysk, men í stóran
mun útlendsk ella hava
útlendskan stórkapital í
rygginum.
Hann sóknast eisini eftir,
at tær partaeigaraavtalur,
sum eru gjørdar ímillum
føroyingar og útlendingar
í hesum sambandi, verða
lagdar á borðið, so at vit
fáa at vita, hvussu ræðið,
ábyrgdin og vinningurin
verða
býtt
ímillum
partarnar.
– Men biður tú um alment
innlit, fær tú ikki hesar
á borðið, men tær hevur
fiskimálaráið væl í sínum
sakum. Tað verður tosað
so nógv um opinleika, men
hvar er opinleikin í hesum
sambandi?
Spyr
Johan
Dahl.
Siga eitt, men
gera eitt annað
Hvussu hesin spurningurin
skal takast upp politiskt,
dugir hann ikki at siga
enn.
Men hann heldur, at
politikarar
mugu
gera
sær greitt, hvat teir vilja
við lógini um vinnuligan
fiskiskap.
– Halda politikarar, at
tað, sum fer fram í løtuni, er
í lagi, so er bara at siga tað.
Men so skulu vit eisini gera
okkum greitt, at prísurin
fyri hetta er, at vit missa
ræði á okkara vinnutólum
og okkara náttúruríkidømi
og verða trælir í egnum
landi.
Og var tað ætlanin, at
útlendingar,
ígjøgnum
føroyskar millummenn, fáa
ávirkan, og kanska ræðið á
okkara fiskiríkidømi? Spyr
Johan Dahl.
– Halda politikarar ikki,
at tað er í lagi, er at broyta
tað. Tað er tað stutta av tí
langa, sigur Johan Dahl.
– Í dag siga vit eitt, men
gera nakað annað, og tað
haldi at tað sømir seg fyri
politiska
myndugleikan,
leggur hann afturat.
Tí heldur hann, at tað
er neyðugt at taka alla
skipanina upp til nýggja
viðgerð, bæði í sambandi
við
uppisjóvarvinnuna
og í sambandi við fiski
dagaskipanina.
Hann heldur, at kanska
var er tað rætta at stovna
ein fiskidagabanka, har øll
loyvi og fiskirættindi skulu
ganga ígjøgnum.
– Tað er ikki rætt, at ávís
feløg, skulu kunna fáa loyvi
frá tí almenna fyri einki fyri
síðani at kunna selja tey
aftur og stinga vinningin
skattafrítt í lumman. Tað
eigur ikki at vera loyvt at
selja fiskiloyvi aftur, uttan
at landið fær ein part av
ágóðanum, leggur hann
afturat.
– Tað er ein ódámlig
gongd,
at
feløg,
sum
í
veruleikanum
eru
útlendsk, keypa føroysku
uppisjóvarvinnuna
og
kanska feskfiskaflotan við
um stuttað tíð.
Johan Dahl heldur, at í
hesum sambandi kunnu vit
hyggja at íslendingum og
norðmonnum, tí har har
sleppa útlendingar als ikki
framat, tá tað snýr seg um
skip og kvotur.
Sjálvur heldur hann ikki,
at tað er rætt, at tað almenna
geva ávísum reiðarin so
stóran fyrimun, sum teir
hava fingið við at fáa loyvi
og kvotur fyri onki, sum
teir síðani kunnu selja.
– Tað er ikki rætt, at
tað skal bera til at selja
almennar kvotur og skora
kassan upp á tað.
Tað minsta mátti verið,
at skattur varð betaltur av
vinninginum, heldur hann.
Her eigur at verða gjørdur
ein býtislykil um politiska
ætlanin er at hendan skipan
skal halda fram.
Hann er kortini ímóti, at
tilfeingisgjald verður lagt
á vinnuna. Men skattur
eigur at verða goldin av
vinninginum, heldur hann.
Hann
metir
eisini,
at vit eru komin inn á
eitt síðuspor, tá ið tað í
sambandi við visjón 2015,
verður nevnt, at tilfeingi
og vinnutól skulu vera í
størri eindum, tí tað fer
at forkoma útjaðaranum í
Føroyum – hvat verður av
tí fjølbroytta flotanum spyr
hann?
– Men eg skilji ikki, at
teir, sum taka undir við
hesi gongdini, samstundis
ræðast ES verri enn nakað
annað, leggur hann afturat.
Tað ringasta er at øll tiga
- Ta› er ikki ílagi at ein rei›ari, sum hevur fingi› eina kvotu fyri
einki, kann selja hana aftur og stinga vinningin skattafrían í
lumman. Hetta hevur rei›arin fullan rætt til so hann kann ikki
lastast fyri ta›. Tann, sum hevur trupulleikan, er politikarin,
heldur Johan Dahl í Sambandsflokkinum