mikudagur 14. juni 2006síða 6
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 112 - 14. juni 2006
Tom Sonntag situr
í rullistóli og hevur
vøddasvin. Men hetta
forðar honum ikki í at
ferðast kring knøttin
fyri at framføra sín
tónleik. Hann er eitt
kent navn í Finnlandi
og Estlandi, men
í løtuni er hann í
Føroyum, og fer hann
at hava tvær konsertir
her
TÓNLEIKUR
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Hóast Tom Sonntag ikki er
sum tónleikarar flestir, so er
hansara tónlistarlig bakgrund
lítið óvanlig. Sum so mangir
aðrir tónleikarar, so hevur
hann fingið tónleikin inn við
móðurmjólkini. Foreldrini
spældu tónleik og systkin
hansara eisini, so tí var tað
púra natúrligt, at hann sum
seks ára gamal fór at spæla
klaver.
Sum lítil smádrongur var
Tom Sonntag sum børn
flest. Men tá hann varð
níggju ára gamal fekk hann
staðfest vøddasvinn. Tom
fór til kanningar, tí hann
ikki megnaði tað sama sum
javnaldrarnir, tá tey høvdu
ítrott í skúlanum. Tíbetur
fyri hann, so menti sjúkan
seg ikki so skjótt, so Tom
fekk ein barndóm sum øll
onnur í Ingå í Finnlandi.
Sum 22 ára gamal kom
Tom Sonntag til Danmarkar.
Hann hevði tá gingið á
tónleikaháskúla í Finnlandi
í tvey ár, men kendi á sær,
at hann mátti ríva seg leysan
úr teimum føstu og kendu
formunum, fyri at finna seg
sjálvan. – Í roynd og veru
noyddist eg út í heimin fyri
at finna meg sjálvan, men tað
hevði sjálvandi eisini nakað
við mítt handikapp at gera,
tí á fremmandari grund fekk
eg meg veruliga royndan,
greiðir Tom Sonntag frá.
Og júst hansara handikapp
hevur havt ógvuliga stóran á
tilveruna hjá Tom. Tí er tað
undranarvert, at ein sum situr
í rullistóli og ikki fær staðið,
hevur eitt so lætt so lyndi og
positiva lívsáskoðan. – Har
er tað trúgvin á gud, sum eg
havi fingið í gávu frá tí eg var
barn, ið ger, at eg eri glaður
hóast mítt handikapp. Gud
er allastaðni í náttúruni, og
hann er størri enn alt. Eisini
størri enn mítt handikapp, og
tí er tað, at eg hvíli í honum
og eri eydnusamur, greiðir
Tom Sonntag frá.
Individuellar
upplivingar
Og júst náttúran hevur
ómetaliga stóran týdning
fyri Tom Sonntag og tónleik
hansara. – Tað er í náttúruni,
at eg síggi, at gud ikki er
avmarkaður til at vera í eini
kirkju. Niðri við sjóvarmálan
eri eg at kalla hvønn dag. Har
finni eg frið, og friðurin er
týdningarmikil, um tú ætlar
at hoyra teg sjálvan og hvør
tú ert, sigur Tom og vísir á,
at tað er í náttúruni, at fær
íblástur til tónleikin hjá
sær. Tónleikin, hann sjálvur
kallar fyri norðurlendskar
ljóðmyndir, tí hann ynskir at
skapa nakrar huglagsmyndir
fyri áhoyrarafjøldini.
Hóast Tom Sonntag er
trúgvandi maður, so sær hann
tað ikki sum sína uppgávu at
umvenda so nógv fólk sum
gjørligt ígjøgnum. – Eg
eri trúgvandi, men eg nýti
tónleikin at geva lurtarunum
nakrar huglagsmyndir av
norðurlendsku náttúruni.
Avgjørt ikki fyri at umvenda
fólk, tí hevði eg roynt tað,
so hevði eg samstundis
avmarkað gud, tí hann er jú
nógv størri enn eg. Eg hevði
avmarkað gud, tí eg fortelji
tá um mínar upplivingar og
sannføringar, men hann er so
øgiliga nógv meiri enn tað.
Í einum av yrkingum sín
um, sigur Tom Sonntag: “Jeg
er et af mange instrumenter
der klinger med de toner
Gud spiller”, og hesa yrk
ing vísir Tom Sonntag til,
tá tosið fellur inn á hetta.
– Eg eri bara eitt ljóðføri,
og havi ikki svarið, sigur
hann, og vísir á, at hann
hevur tað á sama hátt við
sínum tónleiki. – Eg ynski
ikki, at allir áhoyrararnir
skulu fáa akkurát tað
sama burtur úr mínum
tónleiki. Tað skulu vera
individuellar upplivingar,
har hvør einstakur fær sítt
egna upplivilsi við sær. Tí
ynski eg ikki at fortelja ov
nógv um mín tónleik – hann
skal upplivast, sigur Tom
Sonntag.
Tom Sonntag sigur eisini,
at tá hann framførur so
hevur ongantíð nakra fasta
skrá. – Eg havi nøkur løg,
eg veit eg fari at spæla, men
70% av framførsluni er
improviserað, tí eg vil hava,
at tað er løtan júst tá, sum er
avgerandi fyri, hvat tað er eg
fari at framføra.
Sum ein
humlubýfluga
Síðani 1995 hevur Tom
Sonntag sitið í rullistóli, men
hevur hann kunnað reist seg
hóast tað. Men í 2004 var
hann í eini ferðsluvanlukku,
sum hevði við sær, at hann
síðani als ikki hevur staðið
upprættur.
Hetta forðar tó ikki
manninum í at ferðast runt
við sínum tónleiki. Hann
hevur givið tvær fløgur út
sjálvur, umframt at hann
er við í eini ørgynnu av
tónleikaverkætlanum, har
hann bæði syngur, spælir
og komponerar tónleik. –
Hetta er ongin trupulleiki,
sigur Tom Sonntag, tí eg fái
gjørt næstan alt sum vanlig
fólk. Eg má bara geva mær
nógv betri stundir, tí annars
meldar kroppurin pass,
sigur maðurin, sum onkur
hevur samanborið við eina
humlubýflugu. Humlubý
flugan stendur í andsøgn
við allar náttúrulógir, tí hon,
orsaka av sínum skapi, ikki
eigur at kunna flúgva. Men
hon flýgur runt sum allar
aðrar býflugur. Tað sama ger
Tom Sonntag. Hann ferðast
runt júst sum øll onnur fólk,
men bara við eini lívgleði
og einum sovorðnum løttum
lyndi, sum vit øll høvdu
kunnað lært okkurt av.
Tom Sonntag býr í dag í
Danmark, har hann hevur
egið studio, Sonnmusic.
Eitt studio, sum Stamen
Stantchev brúkar í løtuni,
har hann arbeiðir við eini
fløgu. Men nú er Tom
Sonntag í Føroyum, og
fer hann at hava tvær fram
førslur. Eina hósdagin í
Vesturkirkjuni kl. 19.00 og
hina í Fríðrikskirkjuni, og
tað verður sunnudagin kl.
16.00.
Tom Sonntag syngur og
spælir sjálvur, men við sær
á ferðini í Føroyum hevur
hann ein hjálpara. Hon eitur
Josh Tuutsi, og sambært
Tom so hevði hann als ikki
kunnað ferðast sum hann ger
uttan hana. – Hon er mínir
armar og mínar føtur, sigur
hann, men sjálvandi ikki,
tá ið eg spæli, leggur hann
skemtandi aftrat.
Tónleikari í rullistóli
Tom Sonntag er í Føroyum í løtuni, og fer hann at hava tvær konsertir
mynd: Jens Kristian Vang